Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. august 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 165 - 29. august 2008 tíðindi Harry vil í kríggj Enski prinsurin Harry vil fegin verða sendur aftur til frontin í Afganistan. Hann var fyrr í ár og gjørdi tænastu í krígsherjaða landinum, og vil nú fegin sleppa avstað aftur. 23 ára gamli prinsurin er í deildini Blues and Royals, og byrjar venjing aftur í Windsor’s Combermere Barracks komandi viku. Prinsurin hevur gjørt greitt, at tá deild hansara verður send til Afganistan komandi ár, vil hann verða við. Royndirnar at leiða menn sínar í bardaga er nakað, Harry fegin vil royna aftur. Tíðliga í 2009 fer hann at taka lut í einari skotvenjing í Kanada. The Blues and Royals fara at halda fram við venjing teirra inntil apríl komandi ár, tá teir byrja eina intensiva taktiska venjing, áðrenn teir verða sendir til Afganistan, skrivar enska blaðið The Sun. Eydnuspæl Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Fyri tíðina eru tað sera nógv, sum spæla Gekk. Tað er nokk ikki so nógv at siga til, tí Gekkurin er ikki vunn­ in seinastu 23 vikurnar. Áhugin er so stórur, at Sølu­ miðstøðin í Tórshavn skipar fyri »Gekkakvøldi« á Torg­ inum, men har er spurning­ urin, hvussu ringt verður inn. Í løtuni verða yvir 30.000 Gekkar seldi hvørja viku. Tað vil siga at umleið tveir Gekkar eru í hvørjum, av teimum 15.000 húsarhald­ unum í Føroyum. Verturin í kvøld Petrina Berg úr Hvalba verður vertur í Gekkinum í kvøld. Hon drívur vanliga handilin Júnik, men hevur starvið sum vertur í Gekkin­ um afturat. Hon hevur verið vertur umleið triðju hvørja ferð Gekkurin hevur verið seinastu árini. ­ Í 1998 var eg við í »Lykkehjulet« saman við Bengt Burg. Hetta kom í lag tá Maria Hirse, sum van­ liga vendi bókstavunum fór í farloyvi. Eg var tá saman við seks øðrum avloysari hjá henni, og tað er helst orsøkin til at Sjónvarpið vendi sær til mín, um at vera vetur í Gekkinum, sig­ ur Petrina Berg, um hvussu tað kom í lag, at hon er vertur í Gekkinum. Hon leggur afturat at tað er nokk so stórur munur á at vera í Gekkinum og í »Lykkehjulet«, tí tá hon var í »Lykkehjulet« var hon ongantíð einsamøll í sjón­ varpsstovuni, men nú er hon einsamøll og hevur bert ein oyrasnigil og tey, ið ringja inn at tosa við. Tað er langt síðani at Gekkurin er vunnin, og tað hevur við sær at vinningurin er vorðin øgiliga stórur. ­ Eg havi eina kenslu av at hann ikki verður vunnin í kvøld, men tað hevði verið øgiliga stuttligt, um eg slapp at vera har, tá hann verður vunnin, sigur Petrina Berg. Víðari greiðir hon frá, at hon vanliga ikki er so øgi­ liga spent tá hon er vertur í Gekkinum, men nú er tað øgiliga spennandi, tí vinn­ ingurin er so stórur. Nógvir spurningar Nú talan er um so nógvar pengar og áhugin fyri Gekk­ inum veruliga er komin fyri seg aftur, sita fólk við nógv­ um spurningum. Vanligastu eru um hvussu hjólið er innrætta, hvør avgerð nær tað steðgar og hvussu stórur møguleikin er fyri at vinna. ­ Ja, fólk spyrja meg eina rúgvu av spurningum um alt møguligt, men tað mesta veit eg ikki ordiliga nakað um. Men eitt veit eg altíð at siga fólkið, og tað er at hjól­ ið ikki er fiksa á nakran hátt. Tað er ein motorur aftanfyri hjólið, sum bert verður stýrdur gjøgnum telefonina. Ein annar spurningur er um hvat hendur við pengun­ um, ið koma inn í Gekkinum nú, og sum tað ljóðar í Sjón­ varpinum, er spurningurin ikki so torførur at greina. Fimtan prosent fara í stutt­ leikaskatti, og av pengunum sum liggja eftir, fara 40% út aftur í vinningum. Men hetta verður avroknað árliga. Spælir ikki sjálv Hóast Petrina Berg, er sera spent og heldur tað vera sera stuttligt at vera við í Gekkinum, spælir hon ikki sjálv tá hon hevur frí. ­ Eg haldi at restin av Før­ oyafólkið skal hava møgu­ leikan at vinna Gekkin, men familjan hjá mær spæl­ ir, greiðir hon frá. Men tað hevði eisini verið løgi, um ein vertur knappliga ringdi inn og vann Gekkin. Møguleikin tann sami ­ Um fólk ikki høvdu møgu­ leika at stýra hvar hjólið steðgar, hevur tann sum kemur inn, í fyrstu royndini at snara hjólinum 4,2%. Tá viðkomandi hevur snarað hjólinum tríggjar ferðir er møguleikin uppi á 12%, men av tí at onki broytist við hjólinum, er møguleikin at vinna líka stórur hvørt kvøld. At ongin hevur vunn­ ið Gekkin í 23 vikur, er ikki so øgiliga sannlíkt, tí møgu­ leikin er bert 4,7% fyri hes­ um. Tó er møguleikin sum nevnt líka stórur hvørt kvøld, men einaferð verður hann vunnin, sigur Petur Zacharisen, hagfrøðingur. Ongin vinnur í kvøld Gekkurin hjá Sjónvarpið Føroya er ikki vunnin í 23 vikur. Tað hevur við sær at hann í kvøld er áljóðandi 550.000 krónur. Nógv fólk keypa Gekkar í hesum døgum, tí tey halda møguleikan gerast størri, men so er ikki. – Eg rokni ikki við at nakar vinnur í kvøld, sigur Petrina Berg, vertur