fríggjadagur 29. august 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 165 - 29. august 2008
tíðindi
Fyri at ein kristin skal upp
fatast sum missionerandi,
má hann ágrýtin banka á
hurðar, deila faldarar út á
Vaglinum ella fara til
Afrika at spreiða gleðiboð
skapin. Ein gudloysingur
hevur eyðsæð heitið,
missionerur uppiborið, bert
tí hann ikki dylur sína
vantandi sannføring. Hesa
dupultu meginreglu kundi
ein ognað sær við at lurta
eftir Bergi Debes Joensen,
presti, í Degi og Viku, tann
26. august. Umboðar vant
andi trúgv veruliga eitt so
ómetaliga sannførandi
trúarvirði? Er tað nóg mik
ið fyri ein gudloysing at
vera til fyri at umvenda
fjøldina til síni sjónarmið?
Ella er tað so einfalt, at
Bergur Debes Joensen hev
ur misskilt Gudloysi á ein
um grundleggjandi støði?
Í mun til illgruna Joen
sens, hevur Gudloysi ongar
ætlanir um at ræna frá
fólki teirra átrúnað. Vón
andi verður missionering
aldrin eitt punkt á enda
málsorðing felagsins. At
vilja áleggja øðrum sína
egnu lívsáskoðan er í
grundini eitt tekin um eina
ómetaliga persónliga
óvissu. Tí um tíni sjónar
mið veruliga hava hald í
veruleikanum, kann onki
verðins vald vika sannleika
virði teirra. Hvussu ber tað
til, at stigið til at stovna eitt
felag fyri føroysk tortrúgv
in verður sædd sum ein
hóttan mótvegis kristnu
virðunum? Er tað ein hótt
an ímóti virðunum hjá øðr
um at halda fast við rættin
at hava egin virðir? Er tað
ein hóttan, ikki at vilja
vera tvungin av meirilutan
um til at játta nøkrum, ein
ikki kann taka undir við?
Bergur Debes Joensen
krevur, at limir felagsins
kunngera alment, hvønn
gud, felagið trýr á. Hví
Joensen heldur seg hava
heimild til at seta slík krøv,
er ilt at siga. Tó er støða
felagsins til gudar als
ongin loynidómur, og ein
skuldi trúð, at navn felag
sins veitti eina greiða
ábending. Gudloysi er eitt
felag fyri føroyingar, ið eru
ivasamir viðvíkjandi tilver
uni av gudum – øllum
gudum. Hóast felagið fegið
vil koma øllum á møti, er
tað av givnu orsøkum tían
verri ógjørligt at svara
spurningi Joensens.
Limir felagsins trúgva
ikki upp á nakran gud, og
kunnu tí ikki geva Joensen
nakað, ið hann kann saman
bera við sín Kristus.
Hvørja lívsáskoðan limir
felagsins annars hava,
blandar felagið seg ikki í.
Gudloysi er eitt felag fyri
tortrúgvin av øllum slagi,
tað verið seg ateistar,
agnostikarar, fríteinkjarar,
sekulerar humanistar,
eksistentialistar, nihilistar,
buddhistar, taoistar o.s.fr.
Hvørji endamál og tiltøk
felagið velur at virka fyri,
verður avgjørt gjøgnum
samráðingar og atkvøður
limanna millum. Tó kann
nevnast, at eitt av høvðu
sendamálum felagsins er at
virka fyri skilnaði milum
kirkju og stjórn. At verðs
liggera samfelagið er ikki
at vera ímóti átrúnaði.
Tvørturímóti er einasti
hátturin at vera fyri átrún
aði sum heild at nokta, at
nakar serstakur átrúnaður
fær sersømdir. Hetta áttu
sjálvt trúgvandi at verið
samd um, tí tað kann held
ur ikki vera stuttligt hjá
teimum tá annar átrúnaður
verður trokaður inn á tey.
Til dømis legði eisini
Jógvan Fríðriksson, bispur,
í kringvarpstíðindunum
tann 25. august stóran dent
á týdningin í at hava frælsi
til at velja átrúnað frá.
Beint eftir vendi hann tó á
eini knappanál, og mót
segði sær sjálvum við at
siga seg vera ímóti seku
larisering. Á hvønn hátt
kunnu fólk, ið ikki eru
kristin, sigast at hava frælsi
til at velja kristindómin frá,
um lógarásetandi stjórn
landsins er óloysiliga vígd
til átrúnað meirilutans? Tað
er lítið annað enn mission
ering, ásett av stjórnini.
Tað er at vanvirða frælsi,
tolsemi og fólkaræði.
Fólkaræði, ið ikki hevur
virðing fyri frælsi hins
einstaka, og ikki veitir
javnsett rættindi til øll,
verður ikki verandi eitt
fólkaræði. Tað verður til
meirilutans einaveldi.
At stovna ein felagsskap,
ið virkar fyri at skilja sund
ur kirkju og stjórn, er upp
á ongan máta missioner
andi. Tvørturímóti er tað at
leggja grundvøllin fyri
veruligum trúarfrælsi. Gud
loysi er einasti bólkur í
Føroyum, ið treytaleyst er
fyri øllum persónligum
átrúnaði.
Gudloysi kann røkkast á
tpost addressuni:
Gudloysi@gmail.com
Í politikki er brúk fyri jarð
bundnum heildarhugsandi
menniskjum. Tey fólka
valdu mugu hugsa breitt.
Meirilutin av vællærda fólk
inum, ið nú situr á Tingið,
hevur ein ódámligan spesial
teoretiskan veruleika, ið
ikki tekur logikk í álvara.
Heimsbúskapurin er
settur uppá prøva
Vit hava hoyrt serfrøðingar,
enntá frá tingsins røðara
palli siga, at spátt verður
um ein oljuprís, ið ljóðar
uppá 600 dollarar fyri tunn
una. Síðan verður víst á, at
vit mugu regulera okkara
fiskivinnu til hendan prísin.
Somuleiðis vísa hesir ser
frøðingar á, at vit í skundi
mugu broyta samfelagið til
hendan fiktiva veruleika.
Mítt logiska boð upp á
oljuprísin er, at vit als ikki
koma har til sum spátt verð
ur. Oljuídnaðurin fellur
eisini, um bert ein promillu
partur av heiminum, hevur
ráð til at gjalda fyri oljuna.
Heimurin er allur sum
hann er, knýttur saman í
eina ketu. Um størsti part
urin av heiminum ikki
megnar at gjaldi fyri dýru
oljuna, ja, so slitnar ketan,
og so hava vit tað, ið nógv
verri er enn 600 dollarar
fyri tunnuna. Um prísurin
kemur har til, eru tað heilt
onnur viðurskifti, ið vit
skulu fyrihalda okkum til.
Serfrøðin skyldar heimin
um eina grundleggjandi
frágreiðing uppá, hvar
áleið hægstamark liggur
fyri oljuprísin, ið flest fyri
tøkur og hartil flestu heims
borgarar kunnu liva við.
Eg meti, at vit koma at
hava ein óstabilan oljuprís
í komandi framtíð. Hvussu
leingi kunnu vit bert gita
um. Síðan fer oljuprísurin
aftur niður á eina legu, har
heimurin fær møguleika at
tillaga seg til aðra orku enn
oljuna. Fara vit at hyggja,
hvar oljuídnaðurin ger
íløgur í løtuni, so er tað
sjónligt, at grøn orka er
framtíðar inntøkan hjá
nútíðar oljufeløgum. Tí
meti eg, at sjokkherferðin
er lukkast til fulnar hjá
oljuídnaðinum.
Sjokkoljuprísurin, ið vit
nú uppliva, er bert ein
fiktivur veruleiki, ið vit
ikki eiga at umbyggja
samfelagið uppá við
skundi. Vit eiga at halda
hjólini malandi, og sam
stundis seta okkum skila
góð og langtíðar mál við
víkjandi orkuni her heima.
Heildar logikkur við øllum
heimsins aspektum, eiga at
vera grundarlag fyri fram
tíð okkara hesum viðv.
Fiskivinnu logikkur
Vit eiga at halda okkum til
logikk, framum teoriir, ið
hava víst sín skeivleika. Vit
eiga ikki at lóggeva flotan
á heysin. Vit eiga at fyri
halda okkum til ein heildar
veruleika, og ikki pilka
ósamsvarandi teoriir burtur
úr, ið passa best til eins
egna veruleika. Hetta er
um at syndrað okkara
fiskivinnu. Lat okkum ikki
leggja okkum á somu leið
viðv. orkuspurninginum.
Gudloysi, til frama fyri øll
Vegnað Gudloysi
Heini ReineRt
Logikkur framum
alt annað
eyðstein
Poulsen
Felagið Gudloysi er eitt
áhugvert felag, tí nú fær ein
kanska fyri fyrstu ferð møgu
leika at hoyra, hvat hesin
bólkur í samfelagi okkara
heldur. Men eg vildi ynskt,
at sæð grundarlagið og
endamálið hjá hesum felag.
Felagið Gudloysi hevur
lógartryggjan rætt at vera í
landi og okkara, og skal ta
fáa sama rætt og somu
sømdir sum øll onnur lóglig
feløg. Vit eru felags um
nógv, men ikki um alt. Men
eitt, sum vit eru felags um,
er at hava eina heimsmynd
og eina trúgv.
Øll hava vit eina heims
mynd, og øll hava vit eina
trúgv, sum lýsir tað hvørt
einstakt menniskja heldur
um grundleggjandi viður
skifti. Eisini tann, sum sigur
seg vera gudloysing, hevur
okkurt, viðkomandi roknar
við ella lítir á. Spurningurin
er tí ikki, um ein hevur eina
heimsmynd, men hvør eins
heimsmynd er. Spurning
urin er ikki, um ein hevur
eina trúgv, men hvør eins
trúgv er.
Allar heimsmyndir ella
trúgvir hava setningar, sum
vit kunnu kalla lærusetn
ingar. Hesir setningar lýsa
grundleggjandi viðurskifti
og fevna um upprunan til
heimin og lívið, um menn
iskja, um rætt og rangt, um
ævinleikan osfr..
Sjálvur meini eg, at øll
hava ein gud ella gudar við
lítlum ”g”, men ikki øll
hava Gud við stórum ”G”.
Gudur ella gudar okkara
umboða okkara heimsmynd
ella trúgv. Ein gudur er tað,
sum fólk seta fremst í sín
um lívi, sum dregur tey, og
sum stýrir lívi teirra. Tað,
sum Jesus hevur verið fyri
menniskju á okkara leiðum,
hevur Mao verið fyri kin
verjum. Tá ið Nietzsche
segði, at ”Gud er deyður”,
hendi tað, at hann avnoktaði
Gud við stórum ”G” og
festi sítt álit á ein annan gud
við lítlum ”g”.
Tað áhugaverda um okk
um menniskju er tað, vit eru
felags um. Vit hava sam
vitsku, tørv fyri kærleika og
umsorgan, vilja skapa og
arbeiða, ganga við somu
spurningum um lívið og
ævinleikan, vit minnast, vit
leingjast, vit gleðast, vit
syrgja. Men í okkum er tráan
ir eftir t.d. peningi og makt,
sum ikki nýtast at vera synd
ella nakað galið í sjálvum
sær, men hesar tráanir kunnu
lættliga gerast girndir.
Um girndir eftir tí verðs
liga ráða einum, kann ein
kallast materialist. Jesus
kallaði henda lívsháttin ein
gud, Mammon. Profetarnir
nevndu hann Baal. Ofta
verður Mammon ella Baal
umtalaður sum høvuðsmót
setningurin til Gud Ábra
hams, Ísaks og Jákups.
Um ein sjálvur til avgera,
hvat er rætt og rangt, kann
ein kallast verðsligur hum
anist. Verðsligi humanisturin
trýr á menniskja, og at einki
er hægri enn tað. Kristni
humanisturin (hetta heitið
var vanligt undir trúbótini)
trýr hinvegin á Jesus Krist.
Og hvørt ein hugsar, at
alheimurin og lívið er vorið
til av tilvild ella av einum
skapara (sum í t.d. í ”Intel
ligent Design”) verður sagt,
at ein ávikavist hellir til
menningarlæruna ella skap
anarlæruna, at ein ávikavist
er ”darwinist” ella ”crea
tionist”, sum summi kalla
hesar áskoðanir, og sum
báðar eru grundaðar á trúgv.
At prógva upprunan til lívið,
eins og ein kann prógva at
2+2=4, hevur ikki borið til.
Tú kanst trúgva hesum, ella
tú kanst trúgva hasum.
Gudloysi merkir í einum
kristnum samanhangi ikki,
at ein hevur onga heims
mynd ella trúgv, men, at ein
hevur eina aðra heimsmynd
og eina aðra trúgv enn ta
kristnu. Gudstrúgv hevur á
okkara leiðum verið trúgv á
Jesus Krist. Munurin á
trúgv millum manna hevur
her verið lýstur, sum mun
urin á at trúgva á Kristus
ella ikki.
Av tí at tað eru tey, sum
trúgva á Jesus, men ikki
hava nakað við hann at
gera, kunnu vit býta sokall
aðar gudloysingar í tvinnar
bólkar: Tey, sum ikki trúgva
at nakar gud er til (teoretisk
ir gudloysingar verða hesi
rópt), og tey, sum trúgva á
Jesus, men sum ikki geva
sær fær um hann (praktiskir
gudloysingar). Tvs., at sjálvt
kristin menniskju kunnu í
roynd og veru liva sum
gudloysingar. Gud hevur
einki ”perkeringspláss” í
lívi teirra, sum ein segði.
Til tey fyrru sigi eg: ert tú
ærlig / ærligur, hevur tú
óivað onkran gud (við lítl
um ”g”). Til tann seinna sigi
eg: ert tú ærligur / ærlig,
hevur tú óivað tørv á at fáa
viðurskifti tíni við Gud (við
stóru ”G”) í lagið aftur.
At hitta menniskju á máli
um øll viðurskifti – eisini
viðvíkjandi áskoðan og
trúgv, er uppgávan hjá kirkj
uni og einum presti. Sum
ein, sum hevur verið í hesum
arbeiði í fleiri ár, dámar mær
betur at tosa við ein, sum er
ósamdur við mær um lívsins
stóru mál enn ein, sum er
líkasælur.
Felagið Gudloysi er ikki
ein hóttan fyri nakran uttan
tann, hetta felag hóttir. Og
eg veit ikki, um hetta felag
ið hóttir nakran sum so. At
siga, sum í yvirskriftini í
Degi og Viku 26. aug., at
undirritaði sær felagið Gud
loysi sum eina ”hóttan”, er
at gera ov nógv av. Heldur
er felagið ein ”avbjóðing”.
Sjálvur fekk eg tvær
útsagnir í áðurnevndu
tíðindasending, og er tað
ikki nógv um eitt so týðandi
mál. Men hesi eru helst
korini í tíðindasendingum í
modernaðum sjónvarpi.
Men eg ynski og fleiri við
mær, at SvF kann fáa eina
kjaksending á skránna, sum
grevur djúpari og gevur
betri umstøður at siga sína
hugsan um trúgv og
tilverumál. Vanligar eru
slíkar sendingar í útlend
skum sjónvarpsrásum sum
t.d. DR1 og BBC.
Lat okkum virða øll
sjónarmið og vera góð hvør
við annan, men lat okkum
eisini vera tað, vit eru.
(Til tann, sum vil lesa um
heimsmyndir og trúgv. James
Sire: Verdensbilleder, Credo;
Aksel Valen-Sendstad: Relig-
ionsfilosofi, Koleon og Heini í
Skorini og Páll Holm Johanne-
sen: Krossvegir, Sprotin. Um
kristindómin: Dietrich Bon-
hoeffer: Efterfølgelse og C.S.
Lewis: Berur kristindómur,
Sprotin)
Tankar í samb við Dag og Viku 26. august 2008:
Um felagið Gudloysi og trúgv
BeRguR D.
Joensen