Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. august 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 165 - 29. august 2008 29 Fólk søkist til verkstaðið Vegna økt virksemi søkir Bilrøkt eftir fólki at arbeiða á verkstaðnum. Starvið fevnir um: Reingerð av akførum v.m. Førleikakrøv: Skal kunna arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at samstarva. Skal vera kundavinarlig/-ur og hava góðan røkjuskap. Koyrikort krevst. Vit kunnu bjóða: Eitt spennandi arbeiðspláss í menning. Løn eftir avtalu. Bilrøkt Ivaleyst størsta arbeiðsøkið hjá Bilrøkt er bilvask. Tað var eisini júst bilvask, ið var grundarlagið undir fyritøknuni, tá ið Bilrøkt bleiv sett á stovn. Bilrøkt er eisini farið undir at hava bilverkstað, sum ger smærri uppgávur. Vit skifta bremsur, útstoyt o.a. Eisini hava vit nýmótans dekk- og avbalanseringmaskinur. Bilrøkt hevur í dag 3 flutningsbilar sum eru standby 24 tímar um døgnið, at hjálpa kundum, sum eru komnir illa fyri við bili sínum. Eitt stórt virkisøki hjá Bilrøkt í dag eru leigubilarnir. Bilrøkt hevur lagt seg eftir at hava góðar og bíligar leigubilar, har kundin kennir seg tryggan við bilin. Bilrøkt selur eisini brúktar bilar hjá sær sjálvum og fyri kundar. Stiðjagøta 3 · FO-100 Tórshavn · tel: 588880 · bilrokt@bilrokt.fo · www.bilrokt.fo Skrivstovufólk til PAM Offshore Service Tórshavnar Skipasmiðja J.C. Svabosgøta 31 P.O. Box 65 FO-110 Tórshavn Tel +298 30 11 00 Fax +298 30 11 01 info@faroeyard.fo www.faroeyard.fo Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til: Tórshavnar Skipasmiðju Postboks 65 110 Tórshavn og verða okkum í hendi í seinasta lagi 8. september 2008. Nærri upplýsingar fáast hjá Anju Jacobsen, dagliga leiðara, á telefon +298 79 11 39, anja.jacobsen@faroeyard.fo ella hjá Tummasi Nielsen, fíggjarleiðara, á telefon +298 791122 Á skrivstovuni hjá PAM Offshore Service er eitt skrivstovustarv - 1/2 til 3/4 tíð - leyst at søkja. PAM, ið er dótturfelag hjá Skipasmiðjuni, arbeiðir við at leiga út arbeiðsmegi, einamest í Noreg. Í løtuni starvast millum 40-50 fólk hjá felagnum. Arbeiðsuppgávurnar eru umframt vanligt skrivstovuarbeiði, logistikk uppgávur og bókhald. Ynskjandi er, at tú hevur kunnleika til skandinavisk mál eins og til eingilskt. Teldukunnleiki á brúkarastigi er neyðugur. Akstovan | Hoyvíksvegur 57 | Postsmoga 3206 | FO-110 Tórshavn Tel +298 35 04 00 | Fax +298 35 04 01 | www.akstovan.fo | akstovan@akstovan.fo SKRIVSTOVUFÓLK Søkt verður eftir málsviðgera til Akstovuna at byrja skjótast til ber. Talan er um parttíðarstarv. UPPGÁVAN Uppgávan fevnir m.a. um: · Telefonavgreiðslu · Avgreiðslu av viðskiftafólki · Sýnsumsiting FØRLEIKAKRØV Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovuút- búgving, HH ella samsvarandi lærdómi og arbeiðsroyndum á skrivstovu. Dentur verður lagdur á, at ein hevur góð samstarvsevni og er fyrikomandi og tænastuhugaður. Kunnleiki at arbeiða við teldu er eisini ein treyt. SETANARTREYTIR Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fígg jar- mála ráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin hoyrir undir Vinnumálaráðið við tilhoyrandi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð. UMSÓKNIR Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 2. september 2008. Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Búgva Apol, deildarleiðara, á telefon 350 400. Akstovan er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfaraskráseting, skrásetingargjøld og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir um alt landið. Á Akstovuni starvast 21 fólk. Hoyvíksvegur 59 · Postsmoga 3118 · 110 Tórshavn Tel. 31 45 55 · fax 31 80 26 · info@foroyaprent.fo Føroyaprent søkir miðla grafikara lærling Droymir tú um at arbeiða innan grafiska økið, er læru pláss sum miðlagrafikari nakað fyri teg. Tær dámar at gera eitt arbeiði við stórum neyvleika og høgari góðsku, og tú trívist at arbeiða við tíðarfreistum. Við eini útbúgving sum miðlagrafikari fært tú førleika, vitan og royndir, sum geva nógvar møguleikar, bæði á arbeiðsmarknaðinum og til víðari útbúgving. Sum miðla grafikara lærlingur lærir tú at brúka tíni kreativu evni, saman við nógvum tekniskum snildum. Tú arbeiðir bæði við at menna hugskot, sniðgevur hesi, og sendir hesi víðari til aðrar framleiðslur. Men tú lærir eisini nógv um teg sjálvan, og hvussu tú skalt fyrihalda teg til tað fakliga, til arbeiðsplássið og til starvsfelagarnar. Útbúgvingin bjóðar annað enn drúgvar bøkur og tímalangar undirvís ingar dagar Sum lærlingur á Føroyaprent sleppur tú beinanvegin at royna teg í einum livandi arbeiðs lívi við ábyrgd. Tú ert undir útbúgving, men eisini longu í ferð við at fáa tær arbeiðs- royndir á størstu grafisku fyritøku í landinum. DROYMIR TÚ UM AT ARBEIÐA SUM MIÐLAGRAFIKARI? Vilt tú vita meira far inn á heima síðu okkara www.foroyaprent.fo/net Umsókn við CV skal verða okkum í hendi seinast 15. sept. 2008. N O R Ð U R L E N D S K T U M H V Ø R V I S M E R K I 5 4 1 7 0 5