Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 166 - 1. september 2008 Á útgávukonsertini í Norðurlandahúsinum luttaka Stanley og orkestur og eisini TRIO Acoustica. Konsertin verður sunnudagin, 7. september kl 16 . KONSERT Stanley Samuelsen og Han­ us Johansen fingu fyrr í ár listavirðisløn Miðlahúsins Miðlaprísin á 50.000 kr. Hetta er fyrstu fer Stanley saman við bólki framførir egnan tónleik. Spældir verða sangir úr teimum trimum fløgunum Stanley hevur útgivið, tó verður ser­ ligur dentur verður lagdur á seinastu fløguútgávuna ”Tíðin rennur”. Aftan á steðgin fer norð­ urlendski bólkurin ”Trio Acoustica” á pallin, sum spælir løg frá teirra nýggj­ astu fløguútgávu. Hetta er ikki fyrstu ferð at Trio Acoustica hevur kon­ sert í Norðurlandahúsinum. Í fjør fingu teir frá ummæl­ arum stórt rós fyri teirra einastandi guitarsamanspæl og kórsang. Trio Acoustica spæla egin løg á føroyskum, norskum og donskum. Eisini verða framførdir onkrir klassikarar hjá Beatles, Eagles og Crosby, Stills og Nash. Sagt at hetta er ein eina­ standi møguleiki møguleiki at uppliva Stanley saman við fýra fantastiskum tón­ leikarum frá Danmark og Noregi. Dupult útgávukonsert við Stanley Samuelsen og fleiri Komandi vikuskiftið verður árliga Fólkaheilsurenningin - fimta árið á rað RENNING Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í ár verður lagt til brots í Klaksvík, leygardagin tann 6. september klokkan 14:00. Runnið verður í Havn dagin eftir, sunnu­ dagin 7. september klokkan 13:00. Lýst verður seinni, nær Fólkaheilsurenningin verður í hinum økjunum. ­ Eg eri ikki sørt errin av, at vit nú fimta árið á rað kunnu endurtaka frálíka til­ takið við Fólkaheilsurenning­ ini. Eg fegnist um, at “dillan” við at renna, ganga ella bara røra seg, vindur upp á seg um alt landið, sigur Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður í almanna­ og heilsumálum í tíðindaskrivi. Endamálið við Fólka­ heilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum – yngri sum eldri – eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Tað er sjálvsagt púrasta upp til tey luttakandi, um tey renna ella ganga teinin. Tað sum ræður um er at vera við. ­ Við at skipa fyri Fólka­ heilsurenning, ynskja vit at gera vart við týdningin av at liva sunt. Vit hava øll gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni eg at síggja nógv fólk til renningina, sigur Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður. Tað skal vera stuttligt hjá øllum at vera við, og tí verð­ ur runnið, gingið ella grulv­ að á tveimum teinum, ein­ um styttri og einum longri. Allir luttakarar fáa frukt og okkurt leskiligt at drekka. Harumframt fáa tey luttak­ andi ein endurskinsvest við prenti á til minnis um dagin. Tilmelding til renningina í Klaksvík fer fram á www. renn.fo. Í Havn er møguleiki fyri at melda seg til á Torg­ inum í SMS frá hósdag til leygardag, umframt á www.renn.fo. Í Havn skal startnummar og endurskins­ vestur heintast á Torginum áðrenn leygardagin kl. 16.00 ella ein tíma innan startin. Í Klaksvík skal start­ nummar og endurskinsvest­ ur heintast ein tíma áðrenn startin. Í samband við Fólka­ heilsurenningina verður skipað fyri ymsum tiltøkum, har tað ber til at fáa upplýsing og ráðgeving um heilsuna. Tað eru Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sum saman við feløgunum fyri frælsan ítrótt – Bragdið í Havn og Treysti í Klaksvík ­ ið saman við øðrum stuðl­ um, ið skipa fyri tiltakinum. Fólkaheilsurenningin kring landið Skráin: Stanley við orkestrið (Gert Smedegaard, Stanley og Knut Henriksen) Trio Acoustica (Steen­Vidar Laren, Øistein Rian og Stanley) Fremja grønlendskan útflutning Hvørjar útflutningsmøguleikar hava grønlendskar fyritøkur, og hvussu skulu grønlendsku fyritøkurnar bera seg at fyri at selja sínar vørur uttan­ lands? Teinum spurningunum ætla Grønlands Turist­ og Erhvervsråd og danska útflutningsráðið sær at svara við einari røð av fyrilestrum, sum verða í Nuuk, Maniitsoq, Sisimiut og Ilulissat teir næstu mánaðirnar, sigur KNR. Aftan á hvønn fyrilestur fáa umboð fyri grønlendskar fyritøkur høvi til at fáa ráð og leiðbeining frá einum umboði hjá danska útflutningsráðnum og einum umboði fyri grønlendska vinnuráðið. Tann fyrsti fyrilesturin í røðini verður í Nuuk tann 23. í hesum mánaðinum. Spyrja um veðurlagið Seinni í hesum mánaðinum fara nakrir danskir granskarar til Eysturgrønlands, har teir fara at spyrja veiðimenn og onnur, hvussu tey hava varnast avleiðingarnar av veðurlagsbroyting­ unum. Granskaraferðin er komin í lag í einum samstarvi mill­ um donsku veðurstovuna DMI, Nordisk center for regional­ forskning og Roskilde Universitets Center. Avtalað er, at grønlendingar verða umboðaðir í granskingini. Tey, sum skipa fyri ferðini og kanningunum, siga, at málið er at fáa staðfest, hvussu veðurlagsbroytingarnar ávirka tey samfelagsligu og tey sosialu viðurskiftini í lokalsamfeløgunum. Granskararnir skulu fyrst vitja Ittoqqortoormiut og síðani Tasiilaq.