mánadagur 1. september 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 1. september 2008
15
Marstin and The
Revelators vóru verdir
at bíða eftir. Fólkið
fekk eina framførslu,
sum verður torfør
hjá nøkrum øðrum
at gera betri á Fjarða
festivalinum
Ummæli
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Teir fimm í bólkinum vóru
væl klæddir tá teir trinu á
pallin. Alt byrjaði við einari
langari trummusolo, áðrenn
karismatiski, fjákuti og kuli
Martin í Grund kom á pallin
at syngja um eitt súrepli.
Tekstirnir
hava
allir
íblástur í bíbliuni, men tað
kendist ikki sum at mann
var til eina konsert inni í
Kelduni hesa løtuna. Bólk
urin breyt sera nógv frá hin
um bólkunum, ið hava
spælt í kvøld. Teir vóru vill
ari, glaðari og svakari enn
hinir.
Teir nýtti eisini eina
rúgvu at hugskotum at fáa
fólkið við. Við á pallin
fingu teir einaferð eina
rúgvu av flottum damum
upp á pallin at blása sápu
bløðrur, seinni vístu teir
myndir í sambandi við ein
sang og eina løtu fingu teir
øll fólkinum í salinum at
floyta, dansa og trampa við
í einum sangi um laksir.
Hesi hugskot høvdu tó
onkuntíð ein prís. Til dømis
tá teir vístu myndir, og
áhoyrarin
gjørdist
eitt
sindur ørkymlaður um hvat
denturin skuldi leggjast á.
Stóra hæddarpunktið var,
tá teir fingu Kristinu Bær
entsen við sær á pallin, har
tey saman sungu ein sang,
ið helst kallast, I’m going
down. Flotta røddin hjá
Kristinu og skitna røddin
hjá Martini rungaðu væl
saman. Tó var ein trupul
leiki, at alt ikki sá út til at
vera so væl lagt til rættis í
hesum sangi, og Kristina
var eitt sindur uttanfyri.
Martin í Grund verður
heilt skjótt ein kendur per
sónur í Føroyum, sum við
fangandi løgum og tekstum,
einari skitnari rødd, góðum
rópi og nógvari sjarmu fer
at leggja landi undir seg.
Synd og skomm at ikki
fleiri vóru og upplivdu
hendan bólk.
Góðir, skitnir og glaðir
Martin í Grund er uttan iva
eitt sera áhugavert navn í
føroyskum tónleiki
Góðan hálvan tíma
seinkað kom Lynda
Randle á pallin.
Fólkið fekk eina fína
konsert við einari
kvinnu við eini
úrmælingarødd
Ummæli
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Frammanfyri
pallin
til
fyrstu konsertina á útipall
inum á Fjarðafestivalinum
2008, stóðu eini 700 fólk,
tá ið myrka kvinnan við
stórum purlum, sum í
útsjónd
leiðir
tankarnar
móti Tinu Turner, kom á
pallin.
Men í mun til stóru rødd
sína, sá hon sera einsamøll
út á pallinum. Einsamøll tí
hon hevði ongan bólk og
onki kór við sær, og var
hetta nakað, sum ávirkaði
ein stóran part av kon
sertini.
Men sum nevnt í yvir
skriftini kundi mann elska
hana, tí rødd hennara var
sera kraftmikil og útstráling
ini ikki verri.
Lynda Randle gjørdi gjøg
num alla konsertina sítt til
at fáa fólkið við, men tíverri
sýntist hetta ikki at ávirka
áhoyararnar, sum vístu so
lítlan áhuga, at tey tað sama
kundu sitið heima og lurta
einari av fløgum Lyndu.
Bara til eitt lag var fólkið
ordiliga við. Tað var til lag
ið And he will, sum hon
bert stuðla við eini fløgu
veruliga fekk lív í og rakti
okkurt serligt inni í fólkið.
Hevði hon bara havt ein
bólk við, hevði hetta rokkið
upp móti einari framúrskar
andi framførðslu.
Við á konsertini hevði
hon eisini 17 ára gomlu
dóttir sína Patience, sum
sang við á summum sang
um, og skapti hetta heilt
víst eisini eina serstaka
trygga kenslu.
Til seinasta lagið hevði
Lynda
Randle
føroysku
Sólvu Ford við á pallinum,
men hetta livdi ikki heilt
upp til vónirnar og pall
myndin fekk onga karismat
iska broyting, sjálvt um
songkvinnurnar vóru tví
faldaðar.
Alt í alt ein deilig konsert,
sum kundi verið heilt góð
og veruliga verd at elska,
um Lynda Randle bert
hevði havt bólk og kór við.
Mann kundi elskað hana
Lynda Randle hevði eina
av bestu konsertunum á
Fjarðafestivalinum. Harmiligt
hon ongan bólk hevði
2008