mánadagur 1. september 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 1. september 2008
33
lýsingar
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna
Maskinførara til vegdeildina
Søkt verður eftir maskinførara til rennigravara at byrja beinanvegin á vegadeildini hjá
kommununi.
Roknast kann við støðugum arbeiði, um tú ert tann rætti persónurin, sum vit leita eftir.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Helga R. Olsen á telefon 26 92 75 ella á Snarskivuni
telefon 30 20 10.
Umsókn
saman við møguligum viðmælum, verður at senda til Tórshavnar kommunu,
Postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi fríggjadagin 5. september 2008.
Pedagogur til Dagstovnurin á Løgmannabreyt
Søkt verður eftir pedagogi, fyri pedagog í barsilsfarloyvi, til vøggustovu at arbeiða
30 tímar um vikuna at byrja 15. september 2008 ella eftir nærri avtalu. Farloyvistíðin
er fram til 31. august 2009.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn
saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera hjá Dagstovninum
á Løgmannabreyt, Boks 3027, 188 Hoyvík, seinast fríggjadagin 12. september 2008.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Sofíu Nattestad, stovnsleiðara, á telefon 31 91 05 ella
21 91 05, ella til Elisabeth Rasmussen, telefon 25 07 68, ella við at hyggja á heimasíðu
okkara 123hjemmeside.dk/daglog.
Starvsfólk til Býlingshúsið millum Gilja
Søkt verður eftir einum pedagogi til vøggustovu at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja
15. oktober 2008 ella eftir nærri avtalu.
Eisini verður søkt eftir einum pedagogi, fyri pedagog í barsilsfarloyvi, til barnagarð at
arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 15. oktober 2008. Farloyviðstíðin er fram til 15. mai
2009.
Søkt verður eisini eftir einum hjálparfólki, fyri hjálparfólk í farloyvi, til barnagarð at arbeiða
30 tímar um vikuna at byrja 1. oktober 2008. Farloyviðstíðin er fram til 15. oktober 2009.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn
saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera hjá
Býlingshúsinum millum Gilja, Postboks 3165, 188 Hoyvík, í seinasta lagi mánadagin
15. september 2008.
Meiri fæst at vita
um størvini við at venda sær til Jónu Guttesen, leiðara, telefon 30 22 22 ella 27 25 45,
ella til Ketty á Fríðriksmørk, varaleiðara, telefon 25 08 41, ella við at hyggja á heimasíðu
okkara www.123hjemmeside.dk/millum-gilja.
S o s i a l u r i n · P o s t b o k s 7 6 · F O - 1 1 0 T ó r s h a v n
Sosialurin – blaðið øll lesa!
Hevur tú ein bil til sølu, so er Sosialurin rætti
miðilin at lýsa í.
Tú kanst lýsa við og uttan mynd.
Vit seta lýsingina upp fyri teg ókeypis.
Ring og fá
ein prís!
Selja bilin? – set hann í Sosialin!