mánadagur 1. september 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 166 - 1. september 2008
tíðindi
Arbeiði
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Viðareiði: Her hoyrist ikki
mannamál, og allar hendur
eru til arbeiðis, her í kirkju
túninum henda mikudagin í
farnu viku.
Ein maður arbeiðir í ein
ari maskinu, ein annar rigg
ar til og tveir leggja grúsið
til rættis, soleiðis at tað
verður so slætt sum tilber.
Tað er týðiligt, at hetta
hava teir roynt mangar ferð
ir áður. Og tað er eins týði
ligt, at teir eru væl lærdir í
tí, at tá ein ger handalig
arbeiði, so er neyvleiki ein
avgjørd fortreyt fyri einum
góðum úrsliti.
Man tað ikki vera í lagi
nú?, spyr ein av monnun
um.
Hann er skjótur niður á
knæ. Hann kikar og javn
vigar eina løtu niðan móti
kirkjuni, fyri at tryggja sær,
at hetta arbeiðið verður væl
úr hondum greitt. At alt er
gjørt soleiðis, at múrarin,
sum nú skal til arbeiðis,
kann fremja sítt handverk í
sama anda, um ein kann
siga tað so.
Samstundis við hetta, er
formaður teirra, Essa Peter
sen farin við lastbili sínum
tvørtur um Hvannasund –
yvir á Múlavegin eftir mosa
gróti, sum skal brúkast til at
laga tann innara garðin.
Jú, eg haldi at teir eru
óførir, sigur hann við einum
brosi.
Leygardagin komandi má
arbeiðið verða liðugt. Tá
verður nevniliga ein brúðar
vígsla í hesi norðastu kirkju
okkara. Ein vígsla her og
síðani eitt brúdleyp í ítrótt
arhøllini í Vestmanna sum
man fara at spyrjast!
Betri atkoma
20. november í ár eru liðin
116 ár síðani henda kirkjan
varð vígd. Síðan tá er nógv
viðlíkahald og nógvar broyt
ingar farnar fram. Millum
annað er tekjan skift fýra
ferðir og stoypijarnsvind
eyguni eru skift út við træ
vindeygu.
Í einum blaði í sambandi
við Norðoyastevnuna í fjør
greiddu vit frá arbeiðinum
hjá viðinginum, Dánjali
Lydersen við at skráseta og
navngeva øll tey, ið liggja
grivin í kirkjugarðinum við
sjálva kirkjuna.
Nú eru menn so farnir
undir enn eitt stig at fríðka
um kirkjuna, nevniliga at
gera arbeiðið liðugt uttan
fyri. Og ætlanin er sum
nevnt, at hetta skal verða
liðugt í hesi vikuni – áðrenn
tann stóra dagin hjá einum
komandi hjúnum leygardag
in.
Ein partur av hesum
arbeiðinum
hevur
sum
nevnt verið at breiðka trapp
urnar, eins og teir hava bøtt
um tann lága garðin, innan
fyri sjálvan garðin kring
um snotuligu kirkjuna.
Men í triðja lagi er eisini
eitt stórt arbeiði gjørt fyri at
betra um atkomumøguleik
arnar hjá eldri og rørslutarn
Fegið til kirkju fó
Í løtuni er økið frammanfyri
Viðareiðis kirkju at meta sum eitt
arbeiðspláss, nú ymiskar ábøtur
verða gjørdar innan fyri kirkju
garðin. Ja, vit mugu bara dríva
á. Hetta arbeiðið má og skal verða
liðugt áðrenn leygardagin komandi,
sigur formaður teirra, Essa Petersen
úr Norðdepli
”
Mær dámdi hetta arbeiðið heilt ótrúliga
væl, men tað er eitt stórt MEN: At skula
drifta ein útróðrarbát í dag, og við øllum
tí sum tað krevur, - ja, tað krevur sín
mann
Teir stríðast óført við at gera arbeiðið liðugt, uttan tó at slakað verður uppá dygdina í arbeiðinum við at fríðka rundan um Viðareiðis kirkju
Viða-
reiðis
kirkja
20. november 1892 varð
nýbygda kirkjan á Við
areiði sýnað og góðkend
av J. Heinesen og S. Fr.
Jacobsen.
Seinni sama dag varð
kirkjan vígd av J. C.
Evensen, prósti. Í góð
veðrinum
var
nógv
bygdafólk komið saman,
og gingu tey hátíðarliga
skrúðgongu úr gomlu
kirkjuni (frá 1831) í ta
nýggju, saman við gest
um úr norðoyggjum. Við
sær høvdu tey altargripir
og aðrar kirkjulutir.
Í stuttari lýsing (1891)
av kirkjuni: grótlaðað
kirkja, 28 alin long og 12
alin breið, við skifurtaki
og jarnvindeygum, var
byggingin mett at kosta
smáar 9000, krónur. Jóh
an Andr. Petersen, ting
limur úr Mikladali, átók
sær at gera høvuðsarbeiði
fyri 8000,. Onnur smá
arbeiði komu aftrat, men
kostnaðarmetingin helt.
Í Viðareiðis kirkju finn
ist gripur, sum telist mill
um elstu kirkjugripir í
Føroyum. Tað er ein
krossmynd
frá
1551,
sum hongur á norður
vegginum
í
kirkjuni.
Hana
hevur
Thomas
Koppen úr Hamburg,
sum fekk einkarætt til
handils uppá Føroyar í
1533, givið.
Síðan
kirkjan
varð
bygd, er sum vituligt
nógv
viðlíkahald
og
nógvar broytingar farnar
fram. M.a. er tekjan skift
4 ferð og stoypijarns
vindeyguni eru skift út
við trævindeygu.
(KELDA: J. P. Gregoriussen,
Yngru Hválvkirkjurnar)