týsdagur 2. september 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 167 - 2. september 2008
Í sambandi við greina- og
myndarøðina
»Heimsins
reinasta oyggjaland« har vit
vóru í Vágum fríggjadagin,
var myndin til vinstru nýtt
sum høvuðsmynd. Stjórin í
FK, Finn Nielsen, gjørdi
okkum vart við, at tað ikki
er Føroya Keypsamtøka,
sum eigur hetta óruddið í
Miðvági, men harafturímóti
Føroya Tele, sum liggur
beint við síðuna av. Hesum
avvísir stjórin í Føroya Tele,
Kristian Davidsen. Sambært
deildaleiðaranum hjá tele-
fyritøkuni er tað Miðvágs
kommuna, sum eigur órudd-
ið, men hetta er heldur ikki
rætt. Vit hava spurt okkum
fyri á skrivstovuni hjá
kommununi, og har siga
tey, at Føroya Gluggi eigur
tað. Sagt verður, at talan als
ikki er um órudd, men pakn-
ing, sum fyritøkan brúkar.
Kommunan viðgongur, at
hetta ikki fríðkar um og ætl-
ar sær at kanna, um tað ikki
ber til at fáa tað at verða
minni sjónligt.
Hvørki Føroya Tele ella FK eiga óruddið
Í september fer Før
oya Banki at skipa
fyri kapping millum
ung í 4., 5. og 6. flokki
um at stava føroysk
orð og setningar rætt.
Seks undanumfør
verða kring landið, og
stóra finalan verður í
Havn leygardagin 27.
september. Vinnarin
fær 25.000 kr. frá Føro
ya Banka
KAPPING
Føroya Banki skipar fyri
kappingini í sambandi við,
at bankin hevur almanna-
kunngjørt nýtt barna- og
ungdómskonsept.
Bankin byggir sítt virðis-
grundarlag á dugnasemi,
eldhuga og framsøkni, og
burtur úr hesum virðisgrun-
darlagnum sprettur nýggja
barna- og ungdómskonsept-
ið.
Við kappingini Stava rætt
vil bankin skunda undir, at
børn og ung menna sín fak-
liga førleika, og vinningurin
á 25.000 kr. verður latin
vinnaranum fyri víst dugna-
semi.
Dómarar í kappingini
verða Bergur Rasmussen
og Malan Eyðunsdóttir, lær-
arar í føroyskum í Tórshavn-
ar
Kommunuskúla.
Tey
bæði hava eisini gjørt spurn-
ingarnar, ið eru fleiri enn
600 í tali.
Treytin at vera við í kapp-
ingini er, at luttakararnir
ganga í 4., 5. og 6. flokki
skúlaárið
2008/2009.
Áhugað og eldhugað kunnu
tekna seg til kappingina
http://www.foroya.fo/ her.
Undanumførini verða
á hesum støðum:
Klaksvík 15. sept. kl.
17.00 Húsið
Fuglafjørður 16. sept. kl.
17.00 Mentanarhúsið
Vestmanna 17. sept kr.
17.00 Staðið
Tórshavn 18. sept. kr.
17.00 Margarinfabrikkin
Tvøroyri 20 sept. kr.
13.00 Seglloftið
Sandur 22. sept. kr.
17.00 Ungmannahúsið
Finalan verður í Havn leyg-
ardagin 27.
september kr.
13.00.
Fá lærukort í
bankanum
Eitt høvuðsmál við nýggja
barna- og ungdómskonsept-
inum hjá Føroya Banka er
at geva børnum og ungum
vitan og lærdóm. Í hesum
sambandi hevur bankin lat-
ið gera fimm nýggj læru-
kort.
Tey fimm lærukortini eru
ein roknitalva, eitt bókstava-
rað, lítla og stóra tabell, eitt
kort við ættum og vindmegi
og eitt kort við føroyskum
málreglum.
Lærukortini eru bæði lit-
rík og snøgg á at líta, og til
dømis kortið við ættum og
vindmegi er væl egnað at
festa á køliskápið heima
við hús.
Kortið við málreglum
greiðir frá, hvussu tú setir
ð, nær tú skalt skriva ir og
ur, og hvussu tú skalt seta
komma. Kortið er gjørt sam-
svarandi almennu málregl-
unum.
Lærukortini eru at fáa á
øllum deildum bankans, og
framsøkin, sum vilja ogna
sær tey, eru vælkomin at
støkka inn á gólvið eftir
teimum.
Rentan ger munin
Undanfarnu mongu árini
hevur Føroya Banki latið
børnum og ungum ókeypis
mjadnataskur, mateskjur og
handklæðir, tá uppsparingin
við Nósa varð sett inn í
bankan.
Henda skipan er farin úr
gildi. Í staðin bjóðar bankin
hægstu rentu í landinum á
nýggju Barnauppsparingini,
5,35%.
Við nýggja barna- og ung-
dómskonseptinum er bank-
in sostatt farin miðvíst til
verka. Børn og ung fáa vit-
an, tey kunnu brúka, og ren-
tu, ið ger mun.
Nósi fer ongan veg, hóast
konseptið er broytt, men
hann broytir atferð. Í staðin
fyri at bjóða børnum og
vaksnum í sín egna føðing-
ardag hvørt ár fer hann nú í
føðingardag hjá børnum, ið
vinna eina vitjan frá hon-
um.
Nýggjur landsbókavørður
Mentamálaráðið hevur sett Marjuna Patursson í starvið sum landsbókavørður. Marjun
Patursson er 54 ára gomul og útbúgvin bókavørður frá Statens bibliotekskole í Oslo. Á
master útbúgvingini í bókasavns- og kunningarvísund við Danmarks Bibliotekskole hev-
ur hon staðið modulini vitanarskipan og bókasavnsleiðslu. Tá landsbókavørðurin seinas-
tu nógvu árini, Martin Næs, í desember 2007 tók við deildarstjórastarvi í Mentamála-
deildini á Mentamálaráðnum, varð Marjun Patursson, sett sum virkandi landsbóka-
vørður. Hon hevur verið í starvi sum bókavørður á Føroya landsbókasavni síðan 1982. Í
tveimum umførum hevur hon verið avloysari fyri 1. bókavørð og í tveimum umførum
verið virkandi landsbókavørður. Harumframt var hon leiðari fyri verkætlanina at
samskipa føroysku bókasøvnini í felags bókasavnsskipanina Bókasøvn.fo. Í 2008 varð
Marjun Patursson tilnevnd sum limur í Føroya vísindaráð.
Marjun Patursson tekur við starvinum beinanvegin.
Stava rætt og vinn 25.000 krónur