mikudagur 3. september 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 168 - 3. september 2008
SAMBAND
kári MikkelSeN
kAriM@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Næsta leygardag
verður rimmar tiltak
í Suðuroy, har nýggja
føroyska country-
stjørnan, Hallur
Joensen, fer at spæla.
Har verður eisini
bæði góður matur,
útferð til Føroya
vakrasta ferðamál og
ókeypis sigling við
Smyrli
TilTak
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Leygardagin 13. september
føra allir vegir til ítróttar
høllina í Trongisvági.
Tá verður stórt tiltak har
við rimmar countrydansi,
plátuvendara
og
góðum
mati.
Ætlanin er, at hetta skal
ikki bara vera eitt tiltak fyri
allar Suðuroyingar, men fyri
allar føroyingar. Sostatt verð
ur tað ókeypis at sigla við
Smyrli dagin eftir tiltakið,
sunnudagin 14. september
og tað merkir í veruleikanum,
at tað er ókeypis at ferðast
báðar vegir, tí ferðaseðlarnir
galda aftur og fram og ferða
fólk skulu bara keypa ferða
seðil á veg suður.
Í Suðuroy hava handlar í
Vági og á Tvøroyri leingi
opið leygardagin og á kunn
ingarstovuni á Tvøroyri ber
til at melda seg til eina
útferð í Hvannhaga leygar
dagin, sum er kosin at vera
vakrasta
ferðamál
í
Føroyum.
Føroya nýggjasta
country-stjørna
Men tað verður ítróttarhøllin
í Trongisvági, sum verður
karmurin um høvuðstiltakið
og tað verður okkara nýggj
asta og bjartasta country
stjørna í løtuni, Hallur Joen
sen úr Klaksvík, sum fer at
spæla sín frálíka tónleik til
dansin alla náttina.
Í einum steðgi verður tað
ongin annar enn Elis Poul
sen, sum fer at venda plát
um og fara fólk at svongjast,
eru eisini ráð fyri tí, tí frá
klokkan 20 til midnátt,
verður stórt sjálvtøkuborð í
matstovuni í ítróttarhøllini,
so tað ber til at fáa sær ein
góðan bita, áðrenn tørnað
verður til á dansigólvinum.
Forsølan til tiltakið er byrj
að og atgongumerki fáast
fyri 200 krónur á støðuni hjá
Shell í Vági og í Trongisvági
og í kunningarstovuni í
Havn.
Forsølan letur aftur fríggja
kvøldið 12. sept., kl. 22, men
tá ið tiltakið letur upp, ber til
at keypa sær atgongumerki
við dyrnar fyri 250 krónur.
Stuðla góðum
endamáli
Tað er Suðuroyar Norðara
Bjargingarfelag, sum skipar
fyri tiltakinum og felagið fær
alt avlopið av dansinum.
Øll sum koma í dans
hetta kvøldið, eru sostatt
beinleiðis við til at arbeið
num hjá felagnum.
Alt arbeiðið í bjargingar
felagnum er sjálvboðið og
ongin einstaklingur fær nak
að sum helst burturúr.
Signar Olsen vónar, at til
takið í høllini fær góða
undirtøku, tí hann heldur
ikki, at arbeiðið, sum lim
irnir í felagnum gera av sær
sjálvum, og fyri onki, tá ið
neyðstøður taka seg upp,
ofta í sera ringum líkindum,
kann undirmetast og bjarg
ingarfeløgini kring landið,
eru mangan hent at heita á,
tá ið illa veit við.
Bjargingarbát fyri
600.000 krónur
Hesi seinastu árini hevur
bjargingarfelagið
útvega
sær nógva ymsa útgerð at
brúka í sambandi við leiting
ar og bjargingararbeiði og
tað størsta takið í løtuni, er
royndin at útvega felagnum
ein serbygdan bjargingarbát,
sum kostar 600.000 krónur.
Talan er um ein vatnjett
bát. Tað merkir, at hann hev
ur onga skrúvu og tey koma
sostatt ikki í trupulleikar av
at fáa um skrúvuna ella av
at skrúvan fær stoyt og oyði
legst og leggur bátin lamn
an, tá ið siglt verður tætt
undir landi.
Talan er um ein bát, sum
stendur á vogni og sum
sostatt er lættur og skjótur
at flyta stað úr stað, har
brúk er fyri honum.
Í góðum veðri gongur bát
urin heilar 33 míl og Signar
Olsen væntar, at einaferð í
heyst hava tey útvegað so
frægt av peningi, at hann
kann bíleggjast.
Í heyst fara fýra mans úr
felagnum á skeið í at læra
seg at brúka bátin. Annars
hevði felagið í fjør sjey
mans á skeiði í fyrstuhjálp
og í ár hava fimm mans
verið á trygdarskeiði.
Bjóða øllum føroyingum at
svinga í Suðuroy
Okkara nýggjasta og
bjartasta country-stjørna,
Hallur Joensen úr Klaksvík,
fer at fylla ítróttarhøllina í
Trongisvági leygarkvøldið 13.
september, tá ið suðuroyingar
skipa fyri fjølbroyttum tiltaki
og Smyril siglur tey, sum
koma norðaneftir, til Havnar
aftur ókeypis
Vit søkja eftir
starvsfólki til byggibúðina!
Sí lýsing á heimasíðu okkara
www.balslev.fo