týsdagur 2. september 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 2. september 2008
23
Stutt Sagt
Flogskiparar
fáa sekkin
Skandinaviska flogfelagið
hevur gjørt semju við
felagið hjá flogskiparun
um um, at 50 flogskiparar,
sum eru komnir upp í
árini, verða sagdir úr
starvi síðst í hesum mán
aðinum.
Uppsagnirnar
eru ein beinleiðis avleið
ing av, at SAS herfyri
gjørdi av at taka 18 av
sínum flogførum úr rutu í
vetrarhálvárinum.
SAS ásannar, at tað er
ikki vanligt at siga flog
skiparum úr starvi eftir
aldri, men kortini eru
felagið og flogskipara
felagið komin ásamt um,
at 50 verða sagdir upp nú
og 40 afturat næsta ár.
Tað er alment kent, at
ósemja
hevur
verið
millum teir ungru og teir
eldru flogskipararnar hjá
SAS. Millum annað hava
teir yngru lagt teir eldru
undir at halda teimum
yngru burturi, og summir
fjølmiðlar tulka tær sam
tyktu uppsagnirnar sum
eitt tekin um, at teir yngru
hava vunnið stríðið.
Ljóðmøður
í verkfall
Eftir úrslitaleysar samráð
ingar við tað almenna
hava
ljósmøðurnar
í
Íslandi gjørt av at fara í
verkfall
á
midnátt
í
annaðkvøld.
Hetta verður eitt av
teimum stuttu verkføllun
um. Ljósmøðurnar hava
gjørt av at leggja arbeiðið
niður í tvey samdøgur,
men tær hava samstundis
gjørt greitt, at fáa tær ikki
ein
nøktandi
sáttmála
innan
29.
septembur,
verður veruligt verkfall.
Sum skilst eru ljósmøð
urnar og tann almenni
arbeiðsgevarin
serliga
ósamd um lønina, og
kravið hjá ljósmøðrunum
er, at tær skulu fáa somu
løn sum tilsvarandi starvs
fólk hjá tí almenna fáa,
skrivar Morgunblaðið.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Russland má fult og treytaleyst virða georgiska
sjálvræðið og taka alt sítt herfólk úr landinum
Nicolas Sarkozy
útlond
Ódnin Gustav
gjørdist ikki so ring,
sum veðurmenninir
høvdu boðað frá. Men
tann næsta er á veg
Hóast Gustav ikki gjørdi so
stóran skaða, sum myndug
leikarnir stúrdu fyri, so
mæla teir framvegis teimum
flýddu frá at venda heim
aftur enn. Eitt nú hava
umleið 800.000 fólk ongan
streym, og harafturat er
vandin fyri varnflóð ikki av
enn. Tá ódnin Katrina
herjaði somu leiðir fyri
trimum árum síðani, fóru
byrgingarnar ikki fyrr enn
dagin eftir sjálva ódnina.
Myndugleikarnir í statinum
Louisiana søgdu í morgun,
at tá stóð ógvuliga nógv á
byrgingunum sunnan fyri
New Orleans, og at tað bar
ikki til at siga, um tær fóru
at halda.
Tá Katrina herjaði, doyðu
1.600 fólk, men hesaferð
høvdu
myndugleikarnir
fyrireikað seg betur, og
næstan tvær milliónir fólk
vóru rýmd undan ódnini. Í
morgun segði sjónvarpið
CNN, at Gustav hevur kravt
minst sjey mannalív, síðani
ódnin kom inn yvir land í
USA, men myndugleikarnir
siga, at talið verður helst
størri seinni, tá bjargingar
liðini fara at leita.
Gustav var ein tropisk
ódn í flokki 2, tá hon kom
inn yvir strondina í Louis
iana, men í morgun var hon
viknað og skrásett sum ein
ódn í flokki 1. Veður
menninir siga, at hon fer at
vikna uppaftur meiri, men
at hon kortini fer at hava
illveður við sær, tá hon
seinni fer inn yvir Texas.
Samstundis hava veður
menninir ávarað um, at ein
tropiskur stormur er í ferð
við at taka seg upp yvir
Atlantshavinum, og at hann
kann menna seg til eina
tropiska ódn. Enn ber ikki
til at siga við vissu, hvørja
leið hon fer at taka, men
fyribilsmetingar vísa, at
hon fer at leggja leiðina inn
í Karibiska Havið, sum
vanligt er.
Tær ringastu
ódnirnar í USA
1900-2005
1. Galveston, Texas í 1900.
Millum 8.000 og 12.000
doyðu
2. Lake Okeechobee,
Florida í 1928. Millum
2.500 og 3.000 doyðu
3. New Orleans, Louisiana
í 2005. 1.600 doyðu
4. Florida Keys, Florida í
1935. 408 doyðu
5. Audrey, Louisiana í
1957. 390 doyðu
6. Miami, Pensacola í
1926. 372 doyðu
7. Grand Isle, Louisiana í
1909. 350 doyðu
8. Florida Keys, Texas í
1919. 287 doyðu
9. New Orleans í 1915 .
275 doyðu
10. Texas í 1915. 275
doyðu.
ES-londini eru
samd um at útseta
samráðingarnar við
russar um eina nýggja
samstarvsavtalu, um
russar ikki fullføra
ta hernaðarligu
afturtøkuna úr
Georgia
EStoppfundurin
um
Georgiakreppuna
endaði
sum væntað við einari
neyðsemju, sum tó gjørdist
eitt sindur meiri hvassorðað
mótvegis Russlandi enn tað
uppskotið, sum formans
landið Frakland legði fyri
ríkis og stjórnarleiðararnar.
Í
neyðsemjuni
verður
sagt,
at
tær
avtalaðu
samráðingarnar tann 15. og
16. septembur við Russland
um eina nýggja samstarvs
avtalu verða útsettar, um
Russland ikki hevur tikið
seg aftur í Georgia sambært
vápnahvíldaravtaluni. Sam
bært
henni
skulu
tær
russisku deildirnar takast
aftur til tær støðirnar, sum
tær høvdu undan krígnum í
Georgia.
Endamálið við fráboðan
ini hjá ESlondunum er at
herða trýstið á Russland
fyri at fáa landið at gera
eftir vápnahvíldaravtaluni.
ES vísir eisini á, at tað er
vantandi
virðing
fyri
georgiska markinum, at
Russland hevur viðurkent
Suðurossetia og Abkhasia.
Sagt verður, at hendan
viðurkenningin kann ikki
góðtakast, og ES ræður
øðrum londum frá at gera
sum Russland.
Nøkur av ESlondunum
høvdu hug at leggja eina
munandi harðari kós mót
vegis Russlandi. Eitt nú
segði bretski forsætisráð
harrin,
Gordon
Brown,
undan fundinum í Bruxelles,
at ES átti at steðga øllum
samskifti
við
Russland.
Hinvegin høvdu Frakland
og Týskland hug at royna
eina meiri lagaliga leið, og
úrslitið
gjørdist
tí
ein
neyðsemja.
Mánadagin fara franski
forsetin, Nicolas Sarkozy,
og formaðurin í ESnevnd
ini, José Manuel Baroso, til
Moskva at tosa við Dmitrij
Medvedev,
forseta
um
Georgiamálið.
Sambært
eygleiðarum í Bruxelles
verður úrslitið av tí fund
inum avgerandi fyri, um
tær ætlaðu samstarvssam
ráðingarnar verða útsettar
ella ikki.
Gustav viknaði
ES trýstir Russland til
afturtøku úr Georgia
Nicolas Sarkozy skal til
Moskva at tosa við russar
um Georgia-kreppuna
Mynd: Polfoto
Gustav gjørdi ikki so stóran skaða sum væntað
Mynd: Polfoto
Nógvir
eldri flog-
skiparar
hjá SAS fáa
sekkin
Mynd: Polfoto
Guðlaug Einarsdóttir
er forkvinna í íslendska
ljósmøðrafelagnum
Mynd: Vísir