mikudagur 3. september 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 168 - 3. september 2008
- Smyril Line hevur
øll eyðkenni hjá ein-
um felag í avtøku
og tað er týðiligt,
at tað er panikkur í
bæði leiðsluni og í
partaeigarunum, held-
ur Reidar Nónfjall,
stjóri á Føroya
Handilsskúla. Men
tað avsanna bæði
nevndarformaður
og ein av stóru parta-
eigarunum
Smyril line
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Bæði leiðslan og partaeig-
ararnir í Smyril Line hava
misskilt sína uppgávu.
Tað heldur Reidar Nón-
fjall, stjóri á Føroya Handils-
skúla.
Í almennari viðmerking
aðrastaðni í blaðnum í dag,
undrast hann stórliga á
framferðina og fráboðanina
frá
partaeigarunum
og
nevndini í Smyril Line, nú
fyritøkan
fekk
nýggjan
stjóra fyrr í vikuni.
Tað er tórført hjá Reidari
Nónfjall at skilja kravið um
størri avkast frá Smyril
Line, tí hann heldur tvørtur
ímóti, at felagið hevur øll
tey greiðu eyðkenni, sum
eitt felag í avtøku hevur.
- Tað er stór útskifting í
leiðsluni og tað merkir
óstøðugan
rakstur
og
óstøðugt strategiskt arbeiði.
Samstundis er gjaldførið
sera vánaligt og við nýggju
Norrønu hevur felagið ong-
antíð klárað at gjalda sínar
skyldir til tíðina.
- Harafturat er lønsemið í
felagnum sera vánaligt og
virðið á Norrønu fellur
nógv skjótari enn skuldin
verður niðurgoldin. Og at
enda verður felagið ikki
tryggjað fíggjarliga.
Hann heldur tí, at tað er
nú er panikkur í bæði leiðs-
lu og partaeigarum.
Ístaðin fyri at krevja
avkast, heldur stjórin á
handilsskúlanum, at tað
mátti verið altavgerandi at
fingið felagið á rættkjøl og
at tryggja felagið fíggjarliga,
áðrenn nakað vinningsbýti
verður útgoldið.
- Er felagið í búskaparlig-
ari kreppu, má gongdin
vendast fyrst, ella fer felag-
ið á heysin og onki avkast
verður til partaeigararnar.
Partaeigararnir kunnu ikki
royta hárið av einum ber-
skøllutum, sigur Reidar
Nónfjall.
Krevja ikki vinnings
býti beint nú
Gunnar í Liða, stjóri í Trygg-
ingarfelagnum
Føroyum,
sum er ein av heilt stóru
partaeigarunum í Smyril
Line, er ikki samdur við
tulkingina hjá Reidari Nón-
fjall av støðuni.
Hann staðfestir, at parta-
eigararnir sóknast eftir ein-
um avkasti av teirri íløgu,
teir hava gjørt í Smyril
Line.
Men hann sigur, at kravið
um at felagið skal geva
avkast, er als ikki tað sama
um, at avkastið skal gjaldast
út í vinningsbýti til partaeig-
ararnar og tað er alt annað
enn panikkur í partaeigar-
unum.
- Eg síggi soleiðis upp á
tað, at eitt avkast kann eisi-
ni vera eitt avlop í felagnum,
sum verður standandi í
felagnum at styrkja tað
fíggjarliga við.
- Tað er ongin treyt, at
eitt avkast skal brúkast til at
gjalda út í vinningsbýti til
partaeigararnar.
Tað er sostatt onki krav
um eitt vinningsbýti til tykk-
um partaeigarar í allarnæstu
framtíð og at eitt møguligt
avlop skal takast úr felag-
num?
- Tað hava vit ikki viðgjørt
nærri og tað er í øllum før-
um ikki eitt, sum vit hava
ført fram, staðfestir Gunnar
í Liða.
Hann leggur afturat, at
tað er avgjørt ikki so, at
Tryggingin hevur mist tolið
við Smyril Line.
At Smyril Line annars
skal hava øll tey eyðkenni
hjá einum felag í avtøku, er
hann avgjørt ikki samdur í.
- Men tað er ongin ivi
um, at nýggja Norrøna fekk
eina tunga byrjan og at tað
er avbera krevjandi at fáa
nøktandi rakstur í felagið.
Men tað hava vit sjálvandi
vónir um, sigur hann.
- Vit vistu, at tað var eitt
ógvuliga stórt stig at taka at
seta pening í Smyril Line,
men vit mettu, at hetta er
ein so týðandi íløga í før-
oyskt vinnulív, at vit hildu,
at tað var rætt at gera hana
og vit hava sjálvandi vónir
um, at fáa nakað burtur úr
henni eisini.
Sum partaeigari vil hann
annars ikki gera viðmerk-
ingar til tey stjóraskifti,
sum hava verið ella til rakst-
urin annars.
Ongin ætlan um
at tøma felagið
Heldur ikki Hákun Djur-
huus, nevndarformaður í
Smyril Line, er samdur við
Reidar Nónfjall.
- Tað eru ongar ætlanir
um at tøma felagið og at bet-
ala vinningsbýti, fyrrenn
felagið er tryggjað fíggjar-
liga. Tað er sjálvsagt, at
partaeigararnir eisini hugs-
að um at framtíðartryggjað
felagið og so verður støða
tikin til spurningin um at
gjalda
vinningsbýti
so
hvørt.
Hinvegin er tað grund-
tankin fyri eini og hvørjari
íløgu, at hon skal geva
avkast til partaeigararnar
og so leingi íløgan í Smyril
Line ikki ger tað, er tað ikki
nøktandi, so einfalt er tað,
leggur hann afturat.
- Og tað skal fáast í rætt-
lag nú, leggur hann afturat.
Hann vil kortini ikki
koma inn á smálutir um,
hvussu hetta skal fáast í
rættlag.
Annars hevur hann ikki
so nógvar viðmerkingar til
smálutirnar í áskoðanini
hjá Reidar Nónfjall, men at
virðið á Norrønu fellur
nógv skjótari enn skuldin
verður niðurgoldin, er hann
ikki samdur í.
- Norrøna verður javnan
virðismett eisini í sambandi
við roknskapin og hon er
ikki fallin í virðið. Tvørtur-
ímóti er prísurin á stáli mun-
andi
hækkaður
seinastu
árini, sigur Hákun Djur-
huus.
Øll
viðmerkingin
frá
Reidar Nónfjall stendur ann-
ars aðrastaðni í blaðnum.
Panikkur í hjá leiðs
lu og partaeigarum í
Smyril Line
Bæði leiðsla og partaeigarar í Smyril Line hava misskilt
sína uppgávu, tí tað ber ikki til at royta hárið av einum
berskøllutum heldur stjórin á Føroya Handilsskúla.
Nevndarformaðurin staðfestir, at tað eru sjálvandi ongar
ætlanir um at tøma felagið og ein av størstu partaeigarunum
hevur avgjørt ikki mist tolið
Húsalánsgrunnurin hækkar rentustigið
Í tíðindaskrivi dagfest 1. septembur boðar Húsalánsgrunnurin frá, at rentustigið á
bústaðarlánum nú verður hækkað. Hetta verður gjørt við grundarlagi í grunsins roknskapi
og umstøðunum á altjóðarentuni. Støða varð tikin til hetta í august mánað, og rentan á
lánum úr Húsalánsgrunninum er broytt frá 1. september 2008. Rentan á 1. veðrættarlánum
er hækkað 1 prosent, úr 4,75 prosentum til 5,75 prosent um árið, og rentan á 2.
veðrættarlánum er hækkað 0,75 prosent, úr 6,75 prosentum til 7,50 prosent um árið.