mikudagur 3. september 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 168 - 3. september 2008 ]
ÍF Føroyar
aftur á
sigurskós
Eftir trilvandi
byrjan eftir
summarsteðgin
komu føroysku
útisetarnir aftur á
sigurskós, tá teir
við Erlingi Fles á
odda vunnu 4-2
á FA 2000 í gjár-
kvøldið
Fótbóltur
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
ÍF Føroyar førdi heili 3-
0 stutt fyri leiklok. Men
seinastu tíggju minutt-
irnar mátti føroyska lið-
ið spæla uttan miðverjan
Jákup Olsen, sum fekk
gult kort. Tá hetta hendi
førdi ÍF Føroyar 2-0.
Tað eydnaðist at økja
stutt eftir, at teir gjørdust
ein maður færri, men so
gjørdist tað óneyðuga
spennandi, tá gestirnir
FA 2000 gjørdu tvey
skjót mál og støðan
gjørdist 3-2.
Henda spenning hóv-
aði Erlingi Fles lítið.
Hann hevur gjørt eina
rúgvu av málum fyri ÍF
Føroyar í ár, og við sín-
um triðja máli í dystin-
um
staðfesti
hann
sigurin, tá hann rann
frá verjuni og framvið
málverjanum og skor-
aði trygt. Hin málskjútt-
in hjá ÍF Føroyum var
Palli Augustinussen.
Serie 1, har ÍF Føroy-
ar luttekur, byrjaði aftur
eftir summarsteðgin í
august. Av fýra teimum
fyrstu dystunum eftir
steðgin, tapti ÍF Føroyar
tríggjar og vann ein.
Nú kom næsti sigurin í
fimtu royndini.
1,2 milliardir fyri
Ronaldo
Tað eydnaðist nýggju eigarunum av Manchester
City, Abu Dhabi United Group for Development
and Investment, at keypa Robinho frá Real Madrid
fyri á leið 300 milliónir krónur. Og sambært
stjóranum í Abu Dhabi, Dr Sulaiman Al Fahim, er
næsta stigið ikki minni stórsligið. 240 milliónir
dollarar - ella 1,2 milliardir krónur - sigst felagið
ætla at bjóða Manchester United fyri Ronaldo, tá
transfer-vindeygað letur upp í januar mánaði.
Aganevndin taka støðu til leikbann
Á fundi í gjár tók Kappingarnevndin støðu í málinum um møguligt leikbann til tveir
spælarar hjá Víkingi og ein spælara hjá B36. Sjónvarpsmyndirnar eftir dystin millum
Víking og B68 í seinastu viku vístu, at Atli Gregersen og Hans Jørgen Djurhuus hvør í
sínum lagi royndu at fella Jann Inga Petersen hjá B68, tá hesin fegnaðist um óvæntaða
sigurin. Á fundi í gjár viðgjørdi Kappingarnevndin málið. Endaligi úrskurðurin skal
takast av Aganevndini, men Kappingarnevndin heitir nú formliga á Starvsnevndina um
at senda málið til Aganevndina, sum so skal viðgera málið. Sum skilst við tilmæli um,
at Atli Gregersen fær ein dyst leikbann og at Hans Jørgen Djurhuus fær tveir daga
leikbann. Somuleiðis viðgjørdi nevndin hendingina, har Herbert í Lon Jacobsen hjá B36
rendi Andreas Lava Olsen umkoll, og her var niðurstøðan tann sama. Sum skilst kann
Herbert rokna við leikbanni í ein dyst.
Tað var ikki bara Joan
Bláfoss, ið stóð seg
væl í vikuskiftinum.
Eisini gekk væl hjá
Gudmund Joensen og
Gunnar Dahl-Olsen
triathlon
Tíðindaskriv
Føroysku fjølmiðlarnir skriv-
aðu í vikuni, at sera væl
hevði gingið hjá Joan Blá-
foss, ið luttók í HM í Tri-
athlon sunnudagin í Hol-
landi. Sjálv gjørdist Joan
nummar sjey, men saman við
landsliðsfeløgum
sínum
gjørdist hon HM vinnari. Ein
fantastiskt avrik á einum so
longum teini. Joan skuldi
svimja 4 km, súkkla 120 km
og síðan renna 30 km.
Gott hevur gingið hjá
øðrum eisini, og í stórari
kapping í Silkeborg sunnu-
dagin gekk eisini sum eftir
ánni hjá evnaríka Gudmund
Joensen og Gunnar Dahl-
Olsen.
Gudmund kappaðist í
fjórðings ironman og Gunn-
ar á hálvum ironman.
Gudmund
nummar fimm
Gudmund og hansara kapp-
ingarneytar skuldu fyrst
svimja 950 metrar, síðani
súkkla 45 kilometar og at
enda renna 10,5 kilometrar.
Gudmund er sterkur á
øllum trimum greinunum,
men hevur ikki íðkað triat-
hlon í so mong ár, sum fleiri
av hansara kappingarneyt-
um, og tí kann hann við
miðvísari venjing gerast
enn betur. Hann var millum
teir fremstu í svimjing og
var tí eisini millum teir
fyrstu upp á súkkluna. Her
gekk eisini væl og tá renn-
ing er sterkasta síðan hjá
Gudmund, ja so kundi tað
bara ganga gott. Tað gjørdi
tað eisini, og av 150 luttak-
arum gjørdist Gudmundur
fimtur á málið.
Gunnar vann
Tað bleiv til ein eitt sindur
longri túr hjá Gunnari.
Hann hevði sett sær fyri at
royna ½ Ironman á fyrsta
sinni. Gunnar skuldi fyrst
svimja 2 kilometrar, síðani
súkkla 90 km og at enda
renna hálvt marathon, tvs.
góðar 21 km.
Sterkasta kortið hjá Gunn-
ar er súkklingin. Men væl
gekk í svimjingini sunnu-
dagin og var hann millum
teir fyrstu úr Almindsø við
Silkeborg. Tað gekk væl í
súkklingini eisini, meðan
renningin var heldur drúgv
at koma ígjøgnum. Saman-
lagt gekk gott, tí fyrstur á
mál í sínum bólki gjørdist
Gunnar, ið vann við tíðini 4
tímar 55 minuttir, heilar
seks minuttir framman fyri
nr. 2.
Gunnar sigur soleiðis um
kappingina:
Eg haldi at svimjingin og
súkklingin gingu rættiliga
væl. Eg royndi at halda aft-
ur í svimjingini fyri at spara
kreftir til hinar teinarnar. Í
súkklingini gav eg tó alt eg
átti fyri at fáa nakað at geva
av, tá eg skuldi út á langa
renniteinin. Veika síðan hjá
mær er renningin og tí mátti
eg vinna so nógva tíð sum
gjørligt í súkklingini. Síðstu
kilometrarnir vóru øgiligir
at renna, men við at hugsa
positivt, ja so føldist tað
ikki so strævið, segði Gunn-
ar eftir sigurin.
Gott vikuskifti hjá
føroyskum triathletum
Gunnar Dahl Olsen kom fyrstur um málið, tá hann um
vikuskiftið tók lut í kapping á hálvum ironman-teini
Bert loyvispappírini
frá danska útlend-
ingastýrinum vanta,
áðrenn ivorianin
og FC Amager
undirskriva sáttmála
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Todi Jónsson, stjóri í FC
Amager, váttar, at semja er
millum partarnar um treytir-
nar fyri einum sáttmála.
Ahmed
Davy
Sylla
spældi fyri ÍF og B36 árini
2005 til 2007, og ikki minst
hevði hann eitt framúrskar-
andi kappingarár í fjør, tá
hann gjørdist toppskjútti í
Formula-deildini.
Hann hevur síðani spælt
við Birkirkara á Malta, sum
kendi svian av skjótleika
hansara, tá B36 vann á malt-
esisku meistarunum í und-
ankappingini til Champions
League í 2006.
Og nú er so ætlanin, at
hann skal spæla við FC
Amager.
- Vit hava fingið allar
smálutir upp á pláss, og nú
bíða vit bert eftir játtandi
svari frá danska Udlænd-
ingestyrelsen, sigur Todi
Jónsson,
stjóri
í
FC
Amager.
Sáttmálin
millum
FC
Amager og Sylla er galdandi
í hálvt triðja ár.
Sylla skal skora á Amager
Sylla varð í fjør vandamesti áleyparin í føroyskum fótbólti. Eftir
hálvt ár á Malta er hann nú til reiðar at skjóta mál fyri FC
Amager og Toda Jónsson