mikudagur 3. september 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
hesaferð
Sørvágur, bøur,
Gásadalur &
Vatnsoyrar
18. partur
Í nógvar vikur hevur Sosialurin verið úti við myndatólinum og
sett ljós á tær ovurhonds stóru mongdirnar av burturkasti, sum
sløðist runt í okkara vøkru oyggjum. Bæði á bygd, í bý og úti í
náttúrini. Og í dag koma vit við enn einum parti í røðini við
misvísandi yvirskriftini »Heimsins reinasta oyggjaland«.
Allar myndirnar eru tiknar ígjøgnum rútin á einum bili á
alfara vegi, ella har koyrandi er. Gløgt er gestsins eyga, sigur
orðatakið, og tað merkir, at alt burturkastið, sum sæst
ígjøgnum myndatól okkara, sjálvandi eisini kann avmyndast
av teimum ferðafólkum, sum vitja Føroyar. Tær fyrstu
myndirnar vóru úr høvuðstaðarøkinum, har flestu ferðafólk
koma upp á land ella seta kós ímóti, eftir at vera lend í
Vágum. Í øðrum parti vóru vit í grannabygdunum fyri norðan,
Kaldbak, Kaldbaksbotni og Sundi, sum allar hoyra til
Tórshavnar kommunu, sum fyri kortum hevði umhvørvisviku,
og í triðja parti stóðu bygdirnar vestan- og norðanfyri,
Kirkjubø, Velbastaður, Syðradalur og Norðadalur, fyri skotum.
Myndirnar í fjórða parti vóru av Signabø, úr Kollafirði,
Hósvík, við Áir og úr Hvalvík, og í fimta parti Saksunardali
og Saksun. Sætti partur var úr Nesvík, av Langasandi og úr
Haldórsvík, men ikki úr Tjørnuvík. Har var nevniliga onki at
seta fingur á. Síðani vóru vit á Oyri, ið hevði so nógv órudd at
bjóða uppá, at bygdin fekk alla opnuna. Í 8. parti høvdu vit
myndir av Oyrarbakka, frá Norðskála og úr Svínáum, sum
eisini hoyra til Sunda kommunu. 9. partur var úr Ljósáum og
av Eiði. Í 9. parti vóru vit í teimum tveimum bygdunum í
Eiðis kommunu, Ljósá og Eiði, 10. partur var úr norðastu
bygd í Sunda kommunu, Gjógv og úr Funningi, sum frá 1.
januar fer upp í Runavíkar kommunu. 11. og 12. partur vóru
úr Klaksvík, men 13. partur var úr teimum smærru bygdunum
í Klaksvíkar kommunu; Ánirnar og við Strond. Í 14. parti
vitjaðu vit í Haraldsundi, Kunoy og Árnafirði, í 15. parti
otaðu við okkum norður til Norðtoftir, Norðdepil,
Hvannasund og Viðareiði, og í 16. Parti vóru vit aftur í
Streymoynni við bygdunum fyri vestan, Skælingi og
Vestmanna. Í hesum økinum hendi tað gleðiliga, at undirritaðu
onki órudd funnu í Leynum, á Stykkinum og í Kvívík.
Tillukku við tí, tit íbúgva har. Seinast stóð Føroya reinasta
bygd í 2008 fyri skotun. Sigast skal, at her var ikki nógv at
fara eftir. Verri stóð til í grannabygdini, Miðvági, og við
havnalagið Miðvágs-Sandavágs havn.
Í hesum 18. parti halda vit fram í Vágum við hinum
bygdunum í oynni; Vatnsoyrum, Sørvági, Bø og Gásadali.
Føroyar skal vera ferðamannaland, er vakra endamálið hjá
bæði politikarum og myndugleikum, sum arbeiða við
ferðavinnu. Í fjør kom stóra herðaklappið frá háttvirda
tíðarritinum, National Geografic Traveler, sum setti Føroyar á
eitt fyrstapláss av 111 oyggjalondum, tá tað snýr seg um at
hava reint umhvørvi. Men liva vit upp til hetta? Og hvønn
Heimsins reinasta
Nr. 168 - 3. september 2008
36
Bø
Bø
Gásadalur
Sørvágur
Sørvágur
Sørvágur
Sørvágur
Sørvágur
Sørvágur