hósdagur 4. september 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 169 - 4. september 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Eg eri ikki í iva um, at spælararnir høvdu verið sera fegnir, um
vit sóu fleiri føroyskar áskoðarar til útidystirnar
Karl Vidtfeldt, FSF
Tað tók sína tíð,
áðrenn føroysku
landsliðsspælararnir
í gjár kundu tørna
inn á Hyat Hotel í
Beograd
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá ferðast skal við trimum
rutuflogførum, so er nakað
av bíðitíð eisini við í rokni
stykkinum.
Hetta var eisini galdandi
hjá føroyska landsliðsferða
lagnum á ferðini til serbiska
høvuðsstaðin.
Bæði
í
Kastrup og í Frankfurt mátti
steðgast í nakrar tímar, og
eftir at spælararnir fóru í
fyrsta flogfarið beint eftir
klokkan átta í gjáramorg
unin, var klokkan farin av
midnátt, áðrenn teir komu
inn á kømurini á Hyat Hotel,
har landsliðið heldur til.
Áður hevur tað ofta verið
so, at FSF hevur leigað eitt
flogfar, har tøku plássini
eru seld áskoðarunum, men
hetta er eftir øllum at døma
ikki so stórur áhugi fyri
longur.
Eg vil ikki siga, at vit
hava slept tí konseptinum.
Seinasta dystin í seinastu
undankappingini – á útivølli
móti Italia – nýttu vit til
dømis tað modellið, men
tað er sjálvandi ein meting,
sum vit gera í hvørjum
einstøkum føri, sigur Karl
Vidtfeldt, sum saman við
Niclas Davidsen er FSF
umboð á ferðini.
Men var tað ein fyrimunur
bæði fíggjarliga og fyri
liðið, um tað eydnaðist at
fáa einar 3040 12. menn
við á ferðini?
Tað er sjálvandi eisini
nakað, sum spælir inn, tá
vit gera okkara metingar.
Og eg eri ikki í iva um, at
spælararnir høvdu verið
sera fegnir, um vit sóu fleiri
føroyskar
áskoðarar
til
útidystirnar. Men tað verða
so onkrir kortini. Vit eru
uppringdir av fólki, sum
býr
her
ella
sum
onkursvegna hava umstøður
at koma til dystin, og
teimum royna vit sjálvandi
at skaffa atgongumerki. Og
hvør veit um tey ikki eisini
hava
Merkið
við
sær,
soleiðis at hetta eisini er
sjónligt á stadion, sigur
Karl Vidtfeldt.
Føroyska U21-
landsliðið í fótbólti
spælir leygar- og
sunnudagin sínar
seinastu undankapp-
ingardystir í hesum
umfarinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við í ferðalagnum úr Vág
um til Kastrup var eisini
føroyska U21landsliðið í
fótbólti. Setningarnir hjá
teimum eru á útivølli móti
Aserbadjan og Grikkalandi,
og talan verður uttan iva
um truplar uppgávur.
Føroyar vunnu heima
dystin móti Aserbadjan, og
tí er avgjørda málið at halda
fast um plássið sum næst
aftast í okkara bólki. Eitt
mál, sum tó krevur í minsta
lagi eitt stig á ferðini.
Vit fara eftir einum stigi
í Aserbadajn, so fara vit
eftir einum stig. Og kunnu
vit fáa trý, so eru tey
sjálvandi vælkomin, sigur
Bill McCloud Jacobsen,
sum saman við Heðini
Askham er venjari hjá U21
liðnum.
Men vit vilja avgjørt
ikki leggja trýst á nakran.
Vit skulu royna okkum í
nógvum hita og í púrasta
ókendum umstøðum, so tað
verður á ongan hátt nøkur
løtt uppgáva. Og hóast ein
javnleikur er málið, so
verður vónbrotið ikki so
heilt ræðuliga stórt, um tað
miseydnast. Men tað vildi
verið framúr, um vit klára
at røkka málinum, sigur
Bill.
Og tú óttast ikki umstøð
urnar til dystin við nógvari
ferðing, nógvum hita og
øðrum?
Nei. Soleiðis eru treytir
nar nú einaferð. Tá Aserba
djan vitjaði hjá okkum,
høvdu
teir
eisini
eina
strævna ferð aftan fyri sge,
so hetta eru nú einaferð
treytirnar,
sigur
Bill
McCloud Jacobsen.
Málið er at enda næstaftast
Bíðitíðin á
ferðini var long.
Her sæst partur
av hópinum
bíða eftir
boðunum um
at fara umborð
á flogfarið úr
Frankfurt til
Beograd