fríggjadagur 5. september 2008síða 45
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 5. september 2008
45
lýsingar
Sethúsaogn á Argjum
Um hóskandi boð fæst, verður ognin Argjavegur
45, matr. nr. 145, Argir, seld.
Grundøki 670 m2.
Húsini eru bygd uml. 1945, tey eru úr betongi og
eru í tveimum hæddum, hvør 65 m2.
Kjallari: Durur, kamar við trappurúmi til í erva,
kamar, stova, baðiverilsi við brúsu, fýrrúm.
Miðhædd: Gangur, tvær stovur, køkur, kamar, wc,
kamar við trappu niðurundir. Á stykkinum er úthús
til støddar 15 m2.
Húsini standa høgliga fyri beint við skúla. Staðið er
sera veðurgott.
ADVOKATSKRIVSTOVAN
Halgir Winther Poulsen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Óla Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Jógvan E. Winther Poulsen, adv.
Aksel V. Johannesen, adv.
Eyðbjørn Larsen, adv. ft.
Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn
Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo
Sethús og stórt
grundøki Yviri við
Strond 57
Um hóskandi boð fæst, verður ognin matr. nr. 659
a, Tórshavn, seld.
Talan er um eina serstaka ogn, ið liggur ógvuliga
væl fyri við fríum útsýni yvir fjørðin og Nólsoynna.
Partur av grundøkinum er plantað við m.a. stórum
trøum. Økið omanfyri húsini er bøur. Umframt
sethúsini er á økinum hjallur og gamalt fjós við
laðaðari grund.
Grundøkið er 3.057 m2.
Húsini, sum eru bygd í 1956, eru í tveimum hædd-
um, hvør 136 m2, alt innrættað. Í erva: Gangir,
baðirúm, køkur, tvær stovur, hjúnarrúm og trý
kømur. Í kømrum og gangi eru innbygd skáp.
Kjallari: Gangir, stór stova, trý kømur, wc/brúsa,
fýrrúm, vaskikjallari, kjallararúm og goymsla. Fleiri
innbygd skáp eru í niðaru hæddini.
Nærri upplýsingar um ognirnar fáast við at venda
sær til Fríðu Patursson, tlf. 35 33 35, frp@jura.fo ella
Maibritt Johannesen, tlf. 35 33 35, maj@jura.fo.
Sí eisini heimasíðu okkara.
Lærarastarv við
Hvalvíkar skúla
Søkt verður eftir lærara til Hvalvíkar Skúla frá
15. septembur 2008 til 30. juni 2009.
Lærugreinir:
• Danskt í 3. flokki
• Danskt í 4. og 5. flokki
• Tilevning í 2. og 3. flokki
• Heimstaðarlæra í 1., 2. og 3. flokki ella
ítróttur, svimjing í 2., 3. og 4. flokki
• Kristni í 1. flokki
• Hondarbeiði í 4. og 5. flokki
• Náttúra og tøkni í 4. og 5. flokki
Søkt verður eftir lærara, sum:
• Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans, skal undirvísa og taka lut í
dagliga arbeiði skúlans
• Dugir at samstarva og er fyrikomandi
• Er fúsur at taka á seg uppgávur og
avbjóðingar, ið eru á skúlanum
• Vil vera við til framhaldandi at menna skúlan
Førleikakrøv:
Tann, ið settur verður, skal hava læraraútbúgv-
ing. Um eingin við útbúgving søkir, verður
annað fólk sett í staðin.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið er parttíðarstarv, uml. 19 tímar um
vikuna, og verður lønt í lønarflokkunum 18.1 –
27.4 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið
og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvi og møgu-
ligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi
í seinasta lagi týsdagin 16. septembur 2008,
kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær
til Aslaug Olsen, skúlaleiðara, á telefon 422028
ella 772028.
Umsóknir vera sendar til:
Hvalvíkar skúla
Skúlavegur 1
430 Hvalvík
Hvalvíkar skúli hevur 45 næmingar og 6 lærarar. Skúlin
er ein 3-flokkaður skúli við næmingum í aldrinum 1.-7. flokk.
Altjóða Skrivstovuna
tlf. 322065
ask@ask.fo
www.ask.fo
TOEFL-roynd
fríggjadagin 14. november 2008
(Test of English as a Foreign Language)
Møguleiki er aftur at taka sonevndu TOEFL iBT-
royndina í Føroyum.
TOEFL-royndin er ofta upptøkukrav á hægri
lærustovnum í ensktmæltum londum.
Royndin verður fríggjadagin 14. november 2008
kl. 10 á Fróðskaparsetri Føroya, Nóatúni 3.
Tilmeldingarfreistin hjá TOEFL er í seinasta lagi 8
dagar undan royndini, men mælt verður til at melda
seg til í góðari tíð vegna avmarkað pláss hjá okkum.
Tilmelding fer fram on-line á: www.ets.org/toefl
Kostnaðurin er 155 USD.
Fróðskaparsetur Føroya
tlf. 352500
setur@setur.fo
www.setur.fo
Íbúð á Boðaneshamri
til sølu
Nýggj og snotulig íbúð, 76,5 m2, á Boðaneshamri
við frálíkum útsýni yvir Nólsoyarfjørð er til sølu.
Íbúðin er innrættað soleiðis:
Durur, køkur og spísistova í einum við dragihurð
inn í dagligstovu, altan við útgongd frá spísi- og
dagligstovu, kamar við klædnarrúmi og baðirúm við
brúsu. Við í keypinum eru hvítvørur og flatskermur
umframt eitt úthús á 4 m2.
Íbúðin er ein endaíbúð á 1. hædd í blokki 1 og
verður seld, um nóg høgt boð fæst.
Nærri fæst at vita við at venda sær til skrivstovuna,
Káru á Dunga.
ADVOKATSKRIVSTOVAN
Halgir Winther Poulsen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Óla Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Jógvan E. Winther Poulsen, adv.
Aksel V. Johannesen, adv.
Eyðbjørn Larsen, adv. ft.
Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn
Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo
Lesið
-so eru tit við!