Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. september 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 171 - 8. september 2008 Undir føgru litunum í myndunum, ljóð­ar røddin hjá listamann­ inum Leif Sylvester kanska hvassari enn nakrantíð­ á fram­ sýningini í Norð­­ urlandahúsinum í løtuni List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Hóast hann nærkast teimum 70, er listarligi provokatør­ urin Leif Sylvester, ikki vorð­in mjúkari við­ árunum. Tað­ sær bara soleið­is, tá tú gongur framvið­ hansara 41 litføgru og ofta stuttligu verkum, sum eru at síggja í Norð­urlandahúsinum í løtuni. Óunniliga stuttligt Heimurin er eitt óunniligt stað­, og sjálvhátíð­arliga list­ in ger tað­ heila enn verri. Nakað­ soleið­is ljóð­að­i boð­­ skapurin hjá donsku provoka­ tørunum Leif Sylvester og Erik Clausen, tá teir báð­ir seinast í 60 unum byrjað­u at gera vart við­ seg sum lista­ menn á gøtum og strætum. Spurdur, hvat hann heldur um heimin nú, eini 40 ár seinni, er 68 ára gamli Leif Sylvester líka avgjørdur. ­ Heimurin er, um nakað­, vorð­in eitt enn verri stað­, men eg tími ikki at fáast við­ slagorð­slist. Eg eri ein glað­ur mað­ur, og tað­ ger ger onki, um fólk halda meg mála glað­ar málingar. Bara tey tíma at stegð­a so mikið­ á, at tey síggja, at tað­ stuttliga bara varir eina lítla løtu, sigur Leif Sylvester. Beint undir lið­ini á honum hongur ein at síggja til harm­ leys, fitt og næstan barnslig mynd av einum hundi ella onkrum líknandi. Men bara til tú varnast, at nakinleikin í náttúruni onkursvegna ikki hoyrir heima har, og tú fært eyga á heitið­ ”Målløst dyr på udpint jord”. Skulu ikki vita alt Flestu av hinum myndunum eru av meir og minni avskepl­ að­um menniskjum og andlit­ um, har til dømis oyru ella muð­urin mangla, tenn stinga út í allar ættir og líknandi. Sjálvt um tað­ er ringt ikki at stara illtrúgvin eftir hes­ um skeivu verunum, vónar listamað­urin, at áskoð­arin netupp ikki varnast tað­ avskeplað­a, til dømis í myndini ”Skæve skønhed­ er” ­ Hetta eru fyrst og fremst menniskju, sum hava eina sál og eina søgu. Tað­ avskeplað­a er bara tað­, tú sært. Tað­ er alt hitt, sum ger tað­ áhugavert at vita, hvar hesi fólkini fara, tá tey fara út úr myndini, og sum ger, at eg ofta fái hug at skriva stuttsøgur um tey, sigur Leif Sylvester og leggur afturat. ­ Men fólk skulu heldur ikki vita alt. Tí hava eg eis­ ini berar, hvítar puntar mitt í onkrum av myndunum, so fólk kunnu gita seg til, hvat kanska skuldi verið­ har. Nýggj ”fornminni” At tað­ loyndarfulla hugtekur Leif Sylvester, sæst eisini á høggmyndunum, sum eru við­ á framsýningini. Flestu teirra hava sama barnsliga og skemtiliga útrykkið­, sum málningarnir. Tí undrar tað­ eitt sindur, at ongin av høggmyndunum hevur litir. ­ Tá eg geri høggmyndir, snýr tað­ seg fyrst og fremst um formin. Hevð­i eg lagt litir á tær, høvdu tær blivið­ dekoratiónir í stað­in fyri skap, sigur listamað­urin og sær eitt sindur argandi út. Tað­ sær nevniliga út sum, hann er byrjað­ur at mála flestu høggmyndirnar, men so er steð­gað­ur á aftur ­ Eg royni at geva eina fatan av, at hetta eru lutir, sum hava ligið­ eini 1000 ár í jørð­ini og júst eru gravað­ir upp. ”Restirnar” av máling kunnu kanska geva eina ábending um, hvussu teir upprunaliga hava sæð­ út, hugleið­ir listamað­urin. Hittir enn Erik Clausen Hóast Leif Sylvester rætti­ liga hevur gjørt vart við­ seg sum myndhøggari seinnu árini, dámar hon framvegis best at mála. ­ Tá eg máli, havi eg tað­ stuttligast, tí tá kenni eg meg ikki bundnan av nøkr­ um, sigur provokatørurin, sum eisini framvegis hugnar sær saman við­ gamla vinmanninum Erik Clausen. ­ Vit hittast javnan at hyggja at eftir boksikampum saman. Hvørja ferð­ onkur av stóru donsku boksaranum eru á skránni, eru eg og Erik báð­ir klárir frammanfyri sjónvarpinum og hugna okkum óført, sigur danski listamað­urin. Framsýningini hjá Leif Sylvester í Norð­urlandahús­ inum verð­ur at síggja fram til 28. september. Góðsligur óhugni hjá Leif Sylvester Íslendingar gera tunlar Í síð­stu viku fóru íslendingar undir at gera tunnil millum Ísafjørð­in og Bolungarvík, og sambært fjølmið­lunum verð­ur tunnilin fimm kilometrar langur. Nýggir atkomuvegir skulu gerast í báð­um endum umframt tvær brýr, og skal alt arbeið­ið­ verð­a lið­ugt í juli í 2010. Kostnað­urin er 3,5 milliardir íslendskar krónur, og tað­ er væl nið­an fyri metingina, sum teir almennu vegamyndugleikarnir gjørdu, áð­renn arbeið­ið­ varð­ boð­ið­ út. Tunnilin millum Ísafjørð­in og Bolungarvík er tann fyrsti har um vegir síð­ani mið­skeið­is í nítiárunum, men røddir eru longu frammi um at gera tveir tunlar afturat. Grønland úr IWC Grønlendski fiski­ og veið­imálaráð­harrin, Finn Karlsen, vil hava donsku stjórnina at taka Grønland úr altjóð­a hvalaveið­inevndini IWC. Finn Karlsen vísir á, at tað­ hevur víst seg at vera vónleyst at fáa IWC at loyva grønlendingum at veið­a nakrar kúlubøkur, hóast NAMMCO hevur við­mælt grønlendsku umsóknini. Finn Karlsen hevur sendt Per Stig Møller, uttanríkisráð­harra, bræv við­ áheitan um at taka Grønland úr hvalaveið­inevndini. Í brævinum skrivar landsstýrismað­urin, at vanliga stuð­lar Danmark Grønlandi í IWC, men at í veruleikanum er danska atkvøð­an ein ES­atkvøð­a. Finn Karlsen sigur, at NAMMCO styð­jar grønlendsku áheitanina. Sjálvt um tað kann síggja soleiðis út, er provokatørurin Leif Sylvester ikki vorðin mjúkari við árunum í síni list