Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-08, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. september 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 tíðindi Nr. 171 - 8. september 2008 Leygardagin fingu nógvir nátabátar lítlan fugl, meðan fáir bátar fingu nógvan fugl. Best royndist dagurin hjá teimum, sum vóru norðanfyri Heyst Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nátungatíðin er nú av álvara farin at styttast. Í dag skriva vit 8. september, og tað merkir, at vertíðin er við at ganga undan. Um viðrar, kunnu enn nakrir fuglar fáast á sjónum, men frískar hann lotið, gerst einki, tí tá fer alt, sum enn er eftir á sjónum, á flog. Leygardagurin royndist misjavnur hjá bátum, sum tóku náta, men yvirhøvur royndist hann slakur. Bátar, sum vóru eystan­ fyri, fingu ikki tað stóra gjøgnum dagin, meðan onk­ ur bátur, sum var norðanfyri, hevði góða veiði. Sosialurin hevur frætt, at bátar hendan dagin lógu heilt úr 4 fuglum upp í 350. Onkur bátur, sum var byrjaður eystanfyri, gavst at taka, tí morgunin ikki royndist. Teir riggaðu av og fóru heldur á marknaðinum í Vágsbotni við fugli, teir høvdu fingið fyrr í vikuni. Slakur marknaður Tað hevur viðrað hampiligt í nátungatíðini í heyst. Fleiri dagar hevur verið roynandi, tó at líkindini ikki vóru tey allar bestu. Í síðstu viku lotaði hann fleiri dagar av landnyrðingi, og tá kem­ ur alda í sjógvin eystanfyri. Líkt er tó til, at rímiliga nógvur náti er tikin á báti, og dúgliga hevur verið selt á nýggja marknaðarpláss­ inum í Vágsbotni, sum í nátungatíðini rættiliga er komið til sín rætt. Teir fyrstu á marknaðin­ um byrjaðu at selja fuglin fyri 100 krónur fyri hvønn, men skjótt fall prísurin niður á 70 krónur, har hann síðan hevur hildið sær. Væntandi er, at menn fara at síggjast á marknaðar­ plássinum í Vágsbotni við nátunga tað mest av hesi vikuni, men tá vikan er úti, fæst neyvan nátungi til keyps aftur. - Kanska hava vit gjørt ov lítið við at afturvísa pástandinum um, at nótaskip, sum fiska í føroyskum sjógvi, hava eitt ov høgt hjáveiðiprosent. Okkara kanningar vísa, at tað eru ikki nótaskipini, sum eru orsøkin til, at tað er so lítil fiskur í føroyskum sjógvi í løtuni, sigur Martin Kruse á Fiskiveiðieftirlitinum Hjáveiða Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sum tíðindamaður ert tú ikki so sjáldan ringdur upp av monnum sum halda, at tað hevur gingið ov »vilt« fyri seg úti á fiskifeltinum hjá nótaskipunum. Felags fyri hesar menn er, at teir ikki eru í uppisjóvarvinn­ uni, og tí hevur talan verið um gitingar og kanska serliga illgitingar. Orsøkin til, at hetta kjak hevur tikið seg upp og eftirhondini hevur vart í nøkur ár, er, at eingin hevur afturvíst pástandinum um hjáveiði. Nøgdirnar, sum pelagisku skipini fiska, eru velduga stórar, og tí skal ikki nógv hjáveiða til, áðr­ enn talan kann gerast um stórar nøgdir av matfiski uppi í veiðini. Í síðstu viku kom Felagið Nótaskip við einum tíðinda­ skrivi, har pástandurin um ov nógva hjáveiði staðiliga varð afturvístur. ­ Kanningar seinastu árini vísa, at hjáveiðan hevur verið langt undir tey tvey prosentini, ið er mest loyvda hjáveiða sambært kunngerð­ ini um veiði eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi. Í skrivinum vísir Felagið Nótaskip til kanningarnar hjá Fiskiveiðieftirlitinum, sum bæði verða gjørdar við bryggjukantin og umborð á skipunum, umframt at stovnurin hevur havt eyg­ leiðarar umborð á svart­ kjaftaskipunum. Kanningarnar hjá Fiski­ veiðieftirlitinum vísa nevni­ liga, at miðaltalið av hjá­ veiði í 2005 var 0,90%, miðaltalið í 2006 0,35%, og í 2007 var miðaltalið av hjáveiði 1,25%. Eftirlitið váttar Sosialurin hevur spurt Fiski­ veiðieftirlitið, um stovnurin kann staðfesta hesi prosent­ tøl, sum Felagið Nótaskip hevur lagt fyri dagin. Leiðarin, Elmar Højgaard, er í løtuni í feriu og Jóhan Simonsen, sum eisini tekur sær av hjáveiði, er uttan­ lands. Martin Kruse, sum í løt­ uni er næsti maður leiðar­ ans, sigur, at tølini hjá Felagnum Nótaskipum iva­ leyst eru somu tøl, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur. ­ Eg haldi meg hava sæð hesi tøl áður her í húsinum, og eg ivist onga løtu í, at Fiskiveiðieftirlitið hevur »konfirmerað« hesi hjá­ veiðitøl, áðrenn tey vórðu almannakunngjørd. Spurdur um skipanina við eygleiðarum umborð á uppisjóvarskipum, sigur Martin Kruse, at Fiskiveiði­ eftirlitið hevur havt eyg­ leiðarar umborð av og á, men ikki permanent, tí tað hevur stovnurin ikki fíggjar­ liga orku til. ­ Tá vit eru umborð á skipunum, plaga vit at verða umborð ein túr í senn. Martin heldur, at kanska hevur Fiskiveiðieftirlitið gjørt ov lítið við at afturvísa gitingunum hjá hjáveiði hjá uppisjóvarskipum. ­ Tað vísir seg nevniliga, at gitingar, sum verða reistar aftur og aftur, blíva við at hanga við. Sambært okkara eftirlitsfólkum og teimum kanningum, sum vit annars hava gjørt av hjá­ veiðini, hava vit ikki var­ hugan av, at uppisjóvar­ skipini hava ov stóra hjá­ veiði. Hann heldur tískil ikki, at vánaliga toska­ og hýsu­ veiðan í føroyskum sjógvi í løtuni skyldast ov stóra hjáveiði av matfiski hjá uppisjóvarskipum. ­ Uppisjóvarskip veiða stórar nøgdir, og tí skulu vit sjálvsagt hava eitt vakið eygað við møguligari hjá­ veiði, men tølini yvir undan­ farin ár benda sum nevnt ikki á, at hetta er ein trupul­ leiki í føroyskum sjógvi, sigur Martin Kruse á Fiskiveiðieftirlitinum. Órógva ikki Felagið Nótaskip sigur í sínum tíðindaskrivi, at tað heldur ikki er rætt, at svart­ kjaftafiskiskapurin órógvar upsaleiðirnar. ­ Føroyska svartkjafta­ kvotan er minkað næstan niður í eina helvt síðan strandalandakvoturnar vórðu ásettar í 2006, og í ár varð kvotan mest sum upp­ fiskað, áðrenn skipini nærkaðust teimum leiðum, har upsi verður fiskaður, sigur felagið. Hjáveiða hjá nótaskipum er afturvíst Brimil sleipaði Jens Leon Tað var klokkan 05.30 leygarmorgunin, at vaktarskipið Brimil var hjá trolbátinum, Jens Leon (FD 830), tí hesin hevði fingið maskin­ skaða, meðan teir vóru til fiskiskap norðanfyri. Brimil var á Runa­ vík við trolbátinum leygardagin klokkan 13.30. Jens Leon er heima­ hoyrandi í Saltangará, og kallaðist áður Sæborg. Trolbáturin er smíðaður í Íslandi í ár 2003. Tað er Jónsvein Knudsen, útgerðar­ maður, ið eigur Jens Leon, sum er uppkallaður eftir pápa hansara. Teir eru komnir inn um Raktanga, og nú er stuttur vegur til lands við trolbátinum Jens Leon - Uppisjóvarskip veiða stórar nøgdir, og tí skulu vit sjálvsagt hava eitt vakið eygað við møguligari hjáveiði, sigur Martin Kruse á Fiskiveiðieftirlitinum Seinasti nátadagurin royndist misjavnur Fríggjadagin var lív í Vágsbotni, tá eitt nú bátar við monnum úr Nólsoy seldu til »marked«, sum tey rópa tað Myndir: Vilmund Jacobsen