Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 172 - 9. september 2008 SAMBAND kári MikkelSeN kAriM@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Føroyingar eru við í norðurlendskari avtalu um at royna at bremsa barnaporno á alnetinum Barnaporno Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Alnetið kennir ikki landa­ mørk. Tað ger barnaporno á int­ ernetinum sostatt heldur ikki. Tí hava Føroyar gjørt av at vera við í einum felags norðurlendskum átaki í eini roynd at bremsa barnaporno á alnetinum. Tað er úrslitið av einum fundi í Svøríki ímillum løg­ málaráðharrarnar í Norður­ londum í farnu viku. Við á fundinum vóru eis­ ini politimeistararnir í Norð­ urlondum. Helena Dam Neystabø, landsstýriskvinna í lógar­ málum, var við á fundinum og hon sigur, at evnið á fund­ inum, var at sameina eitt fel­ ags norðurlendskt átak ímóti barnaporno og øðrum yvir­ gangi ímóti børnum á alnet­ inum. Hon sigur, at hóast tað er ógvuliga harmiligt, mugu vit tíverri ásanna, at barna­ pornografiskt virksemi á alnetinum er alsamt veks­ andi við risaferð. ­ Løgmálráðharrarnir ásan­ na, at tað er neyðugt við ein­ um felags átaki, tí alnetið verður ikki steðgað av landa­ mørkum og tí er neyðugt at londini samskipa tey átøk, sum skulu gerast ímóti lógar­ brotum á netinum. Tí hava løgmálaráðharrar­ nir í Norðurlondum avtalað at ganga saman um eitt átak. Felags teldubanki Ein høvuðstáttur í hesum arbeiðið verður at stovna ein felags ambætara við tekniskum upplýsingum um myndir, tí hvør mynd hevur eitt talgilt sereyð­ kenni, ella eina talgilta kotu og út frá hesi kotuni, kann myndin eyðmerkjast. ­ At savna allar hesar myndirnar í ein felags norðurlendskan teldubanka, ger tað munandi lættari at eyðmerkja tær ístaðin fyri at øll Norðurlondini skulu gera hetta arbeiði hvør í sínum lagi. ­Tann samskipanin er, at upplýsingar um myndir, sum eru parnapornografiskt eyðmerktar í felags teldu­ bankanum, verða spjaddar út til øll londini, so at mynd­ ugleikarnir í øllum londun­ um lættari fáa at vita, hvar ólógligar myndir liggja. Samstundis hava londini ment ymsar stopp­síður, sum senda ávaringar, tá ið ein brúkari er á veg inn á ólógligar heimasíður og sum eisini sálda ólógligar heimasíður frá, so at tað als ikki slepst inn á tær. ­ Støðan er eisini so, at tann, ið hyggur eftir slíkum myndum, er líka sekur sum tann, ið leggur tær á netið. Tippa hvønn annan Samstundis skal samstarvið ímillum løgregluna í teim­ um ymsu Norðurlondunum styrkjast við felags útbúgv­ ingum og skeiðum á hesum øki og samstarvið ímillum londunum um at menna for­ rit at finna og forða barna­ porno skal eisini mennast. ­ Men norðurlond eru eis­ ini samd um at tippa hvønn annan, soleiðis, at varnast tey í einum norðurlandi nak­ að ólógligt á hesum øki, kun­ na tey hini londini um tað. Í hesum sambandi eru Føroyar í eini serstøðu, tí okkara løgregla er donsk og tað ásannar Helena Dam á Neystabø eisini ­ Føroyskir myndugleikar eru mest sum bara eygleið­ arar á einum fundi sum hes­ um, uttan at hava avgerðar­ myndugleikar. Men fyri egnu rokning kann eg so bara siga, at eg vóni, at vit yvirtaka løg­ regluna skjótt. ­ Hinvegin er hetta so markbrótandi lógarbrot, bæði etiskt og moralskt, at hvørki vit, sum almennur myndugleiki, ella nakar ann­ ar, kunnu loyva okkum at lata eyguni aftur. Tí mugu eisini vit fylgja við og vita, um tað er nøkur fyrisitingar­ lig tiltøk, sum vit kunnu seta í verk fyri at steðga hesum virkseminum, um so løg­ reglan er førosk ella donsk, sigur Helena Dam á Neystabø afturat. Føroyingar við í átaki at bremsa barnaporno Føroyar eru nú farnar saman við hinum Norðurlondunum um eitt felags átak at steðga barnaporno og ágani ímóti børnum á alnetinum. Barnbaporno og yvirgangur ímóti børnum er so markbrótandi, at ongin kann lata eyguni aftur, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í lógarmálum Modelmynd Prep-samskiftis skeið fyri foreldrum at børnum við breki verður 19.-21. september. Seinasta freist at tekna seg er 12. september. Sí heimasíðu felagsins www.javni.fo ella ring 31 48 27 ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! sera góðir prísir á dekkum 175/65-14 ........................... úr 620,- 195/55-15 ........................... úr 775,- 195/65-15 ........................... úr 795,- 205/55-16 ........................... úr 890,- 205/40-17 ........................... úr 965,- 225/45-17 ........................... úr 995,- 225/40-18 .......................úr 1.290,- 235/35-19........................úr 1.710,- Prísdømi