Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 172 - 9. september 2008 Fríggjadagin varð tíðindaskriv sent til fjølmiðlarnar um, at felagið sp/f Blábjørg hevur keypt øll partabrøvini hjá P/F Skrínið í Føroya Banka. Peter Holm er eigur saman við konuni felagið sp/f H-Holding, sum nú eigur helvtina av sp/f Blábjørg Bankavirksemi Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Fríggjadagin kom fram, at nýstovnaða sp/f Blábjørg hevur keypt øll partabrøvini hjá P/F Skrínið í Føroya Banka. Felagið P/F Tjaldur, sum er gamla Skipafelagið, átti øll partabrøvini í P/F Skrínið. Men nú er Peter Holm komin við upp í leikin. Felagið hjá honum og konuni – sp/f H-Holding – eigur nú helvtina av partabrøvunum í nýstovnaða sp/f Blábjørg, har P/F Tjaldur eigur hina helvtina. Í avtaluni stendur eisini, at sp/f H-Holding hevur rætt at keypa restina av parta- brøvunum í sp/f Blábjørg. Í reinum tølum eigur sp/f Blábjørg 973.151 partabrøv, sum svarar til 9,73 prosent av partapeninginum í Før- oya Banka, og tað ger sp/f Blábjørg til størsta privata partaeigaran í bankanum. Velur Peter Holm, við sp/f H-Holding, at keypa hina helvtina av sp/f Blábjørg, eigur hann einsamallur næstan ein tíggjundapart av Føroya Banka. Peter Holm hevur fyrr verið stjóri í Kaupting Føroyar og fíggjarleiðari hjá Føroya Banka, so talan er ikki um nakran ársunga innan føroyska bankaheim- in, sum nú aftur er uppi í leikinum. Áhugaverd íløga Sambært Peter Holm er tað fyri hansara viðkomandi ein áhugaverd íløga, hann hevur gjørt, tí samstundis sum tað hevur gingið afturá í bankaheiminum, hevur Føroya Banki ikki verið so aktivur sum nógvir av hinum bankunum. - Av tí at bankin ikki hevur verið so aktivur, er hann fíggjarliga nógv sterkari enn nógvir av hin- um bankunum. Hetta ger hann til eina áhugaverda íløgu í bankaheiminum í dag og skapar eina rúgvu av møguleikum, sum aðrir bankar ikki hava, sigur Peter Holm. Hinvegin sigur Peter Holm, at hann onga avgerð hevur tikið viðvíkjandi at keypa hina helvtina av partabrøvunum í sp/f Blá- bjørg, har hann sjálvur er settur sum stjóri. Tá bankarnir kring allan heim hava tað lufalsliga trupult er nærliggjandi at spyrja, hví Peter Holm ger eina so stóra íløgu í ein banka. - Eg havi valt at gera íløgu í banka, tí tað er nak- að eg meti meg hava skil fyri, sigur nýggi partaeigarin í Føroya Banka. Onki konkret Peter Holm sigur seg ikki enn vita nakrar konkretar ætlanir viðvíkjandi bankan- um, men hann fortelur at sp/f Blábjørg skal vera ein aktivur partaeigari. Heldur ikki nakað er fastlagt viðvíkjandi nevnd og nevndarsessum, tí hóast Peter Holm er ein stórur partaeigari og hevur eina ríka søgu innan bankaheimin, metir hann ikki sessin sum nevndar- formaður sum nakað, ið skal fella í hansara lut. - Tað liggur als ikki í kortinum á nakran hátt og er als ikki relevant í hesum sambandið, sigur fyrrver- andi Kaupting stjórin. Ivast í at keypa meira Í reglugerðini í Føroya Banka stendur, at fólk uttan trupul- leikar kunnu eiga so nógv teimum lystir, men at atkvøð- ast kann bert við 10 prosent- um av samlaða partapening- inum í bankanum. - Av tí at mann ikki kann atkvøða við meira enn 10 prosentum av partapening- inum í bankanum, verður tað alt fyri eitt minni áhuga- vert at eiga fleiri partabrøv enn vit longu hava, greiðir nýggi partaeigarin frá. Spurdur hvørjar ætlanir- nar eru við partabrøvunum, sigur Peter Holm, at onki er endaliga avgjørt enn, og av tí hann ikki kennir bankan innanífrá longur, má eitt ávíst kanningarvirksemi gerast, áðrenn nakað fast verður lagt út í kortið. - Eg havi valt at gera íløgu í banka, tí tað er nakað eg meti meg hava skil fyri, sigur Peter Holm, stjóri í nýstovnaða sp/f Blábjørg, sum eigur 9,73 prosent av Føroya Banka Peter Holm stendur fyri einum tíggjundaparti av Føroya Banka Tailendski forsætisráðharrin noyðist frá Tailendski forsætisráðharrin, Samak Sundaravej, hevur nú fingið boð um at taka seg úr starvinum, eftir at hann er funnin sekur í broti á stjórnarskipanarlógina orsakað av at hann var við í eini kokkasending í sjónvarpinum. Øll starvsfólkini hjá honum eru somuleiðis biðin um at taka seg úr starvinum. Samak Sundaravej varð funnin sekur í at hava brotið eitt forboð móti at ráðharrar hava privat áhugamál uttanfyri stjórnina við at taka móti peningi frá einari privatari sjónvarpsstøð fyri at verða vertur á einari sending í sjónvarpinum. Trygdin í lagi á CERN Á CERN, sum er evropeiski felagsskapurin fyri kjarnorkugransking, fara tey í morgin undir eina stóra roynd, har tey fara at royna at endurskapa eina líknandi støðu sum hana, sum var umleið eitt nanosekund eftir at Big Bang fór fram. Einasti vansin, vilja fleiri verða við, er at ein lítil møguleiki er fyri at heimurin kann ganga undir, tá henda orkan verður leysgivin. Hesum vísa tey á CERN nú aftur í einari nýggjari trygdarkanning, har tað verður sligið fast við tólvtumma- seymi, at trygdin er í lagi undan royndini. SPC (Scientific Policy Committee), sum er ein óheftur bólkur av granskarum, hevur eisini góðtikið frágreiðingina, og slær fast at trygdin er í lagi.Royndin fer í gongd tíðliga í morgin.