Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 172 - 9. september 2008 viðmerkingar Tórshavnar komm­ una er størsti arbeiðs­ gevari í landinum, og í dag helt býráðið temadag fyri øllum teimum umleið 1300 starvsfólkunum í kommununi TEMADAGUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er langt frá ókent, at fyritøkur halda skeið fyri starvsfólkum sínum. Men tá fyritøkan er so stór sum at telja umleið1300 starvs­ fólk, so er tað ikki bara sum at siga tað. ­ Vit hava í eina tíð fyrireikað hendan dagin saman við Copenhagen Coaching Center, og temaið fyri dagin er virðir, sigur Jens Marius Poulsen, kommunustjóri. Tey umleið 120 fólkini í miðfyrisitingini møttu í N o r ð u r l a n d s h ú s in u m klokkan 09.00 í morgun, og eftir at boðið var vælkomin og greitt frá skránni fyri dagin, varð farið undir bólkarbeiði. Arbeitt varð saman í bólkum upp á fýra fólk, har ein skuldi siga frá onkrum positivum um virðir, sum hann ella hon høvdu verið úti fyri, ein annar skuldi spyrja, meðan tey tvey seinastu skuldu notera. Soleiðis gekk hetta upp á skift, til øll høvdu sagt sína søgu. Eftir hetta varð alt saman­ kókað og kjakast um. ­ Vit skulu minnast til, at hjá kommununi er talan um eina einarfyrisiting, og ikki sum hjá landsstýrinum, har fyrisitingin er býtt upp í átta ymisk stýrir. Talan er um tvørfakligt arbeiði, sum fer út í hvønn krók í komm­ ununi, sigur Jens Marius Poulsen. Arbeiðsgleði ­ Tað er klárt, at á vit skipa fyri einum slíkum degi, so er endamálið at skapa samanhald og arbeiðsgleði, og hetta skal so síggjast aftur í einari betri tænastu til borgaran, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Og tað er ikki bert miðfyrisitingin, sum hevur temadag í dag. Runt um á stovnum og býlum í kommununi sita starvsfólk og viðgerða evnið virðir. ­ Tað veri seg barnagarðar, ellisheim, sløkkiliðsstøð og brennistøð. Snøgt sagt allir kommunalir stovnar viðgera evni fyri evnisdagin, sigur Heðin Mortensen. Klokkan 11.30 verður ein fyrilestur um virðir, og eftir døgurða verður ein sonevnd virðiscafé. Klokkan 15.20 verður tikið saman um, áðrenn temadagurin endar klokkan 16. »Í innanhýsis skrivi sigur býráðið um, hvørji úrslit stjórnin ynskir av degnum: Umframt eitt felags stýr­ ingsamboð, ynskja vit fyrst og fremst, at arbeiðið við at fáa virðini fram fer at geva størri arbeiðsgleði. At vit fáa eina betri fatan av at hava somu kós og arbeiða sum ein heild, og at hvør einstakur fær eina uppliving av betri samlagi og størri ávirkan«. Bæði borgarstjórin og kommunustjórin vóna, at dagurin fer at enda við størri samanhaldi, størri arbeiðsgleði og betri før­ leika hjá starvsfólkunum at veita borgarunum eina enn betri tænastu. Tórshavnar kommuna temadag Eg fái ikki lagt meg út í, hvussu tingfólk nýta teirra frítíð ella teirra arbeiðstíð. Eg má bara staðfesta, at tingfólk vantaðu til tingfundikn í dag, sigur Hergeir Nielsen, tingformaður TINGARBEIÐI Leo Poulsen, Sosialurin leo@sosialurin.fo Kári Mikkelsen, Rás2 karim@sosialurin.fo Tá tingfundurin í morgun varð settur, var fyrsta mál á skránni val av løgtings­ nevndum. Men av tí at tríggir løgtingslimir hjá samgonguni ikki vóru møttir, bað ein av upp­ skotsstillarunum, Kári P. Højgaard, um, at málið varð útsett. Hesum játtaði tingfor­ maðurin, Hergeir Nielsen. ­ Eg fái illa sagt hví hesir tingmenninir ikki vóru til staðar. Eg ætli ikki at leggja meg út í, hvat tingfólk gera í síni frítíð, ella í teirra arbeiðstíð. Eg má bara staðfesta, at vit byrjaðu tingfundin í morgun sum so mangar aðrar, nevniliga við at tingið ikki var fullmannað, segði Hergir Nielsen við Rás2 á miðdegi. Hann segði, at skráin var lýst í góðari tíð, so tingfólk hava havt góðar stundir at leggja bæði frítíð og annað til rættis. Og í hesum førinum var ikki talan um eitt vanligt tingmál. ­ Her var støðan hon, at ein av uppskotsstillarunum bað um at málið varð útsett. Hevði talan verið um eitt­ hvørt annað tingmál, sum skuldi til atkvøðugreiðslu, so hevði ikki borið til at biðið um útseting. Men her var talan um eitt mál í sær sjálvum, har fýra floks­ formenn leggja fram eitt uppskot um val av løg­ tingsnevndum av nýggjum, segði Hergeir Nielsen. Clearingskipan Hann harmast um, at tingfólk fara í feriu uttan at kalla inn eykafólk, men tað er upp til hvørt einstakt tingfólk at gera av. ­ Tingfólk eru vald fyri fýra ár, og tey kunnu í prinsippinum verða í far­ loyvi øll fýra árini, uttan at biða eykafólk fyri seg, segði Hergeir Nielsen. Hann segði, at hann ikki kundi leggja seg út í, hvussu tingfólk disponera. ­ Einki krav er um, hvussu leingi tingfólk kunnu vera burturstødd, uttan at kalla inn eykafólk fyri seg, segði Hergeir Nielsen. Hann vísti til ta sonevndu »clearing«­skipanina, sum er vanlig í tingarbeiði í lond­ unum uttan um okkum. ­ Tað er vanligt í øðrum tingum, at samgonga og andstøða hava eina so­ nevnda clearingskipan so­ leiðis, at tá ein limur í samgongu er burturstaddur, er ein standandi avtala, at ein limur í andstøðuni so ikki er við í atkvøðuni og øvugt. Og tað er neyðugt, at vit fáa eina líknandi skipan, so vit sleppa undan at leggja tingmál niður, segði Hergeir Nielsen. Hann segði tó, at enn ber til at fáa avgreitt val av løgtingsnevndarlimum. ­ Um tinglimir taka ting­ arbeiðið í álvara, ber til at fáa avgreitt val av løg­ tingsnevndum í dag, segði Hergeir Nielsen við Rás2. Neyðugt við clearingskipan Hergeir Nielsen mælit til eina clearingskipan í tinginum Mynd: Jens Kristian Vang Nevndarvalið útsett Tá løgtingið í morgun sum fyrsta mál á skránni skuldi fara at velja løgtingsnevndirnar av nýggjum, bað ein av uppskotsstillarunum, Kári P. Højgaard (myndin), um, at málið varð útsett. Í samráð við hinar floksformenninar í samgonguni legði Kári P. Højgaard uppskot fram um at broyta býtið av nevndarsessunum, men tað víst seg, at tríggir av samgongulimunum ikki vóru til staðar, tá tingfundurin varð settur. Bæði Kári á Rógvu og Sjúrður Skaale, sum annars skuldi møta aftur á tingi fyri fyrstu ferð síðani hann tók sæti á fólkatingi, og John Johannesen, sum hevði valt at leggja sær summarfrítíðina í september, vóru til staðar, og tí var ógjørligt at fáa uppskotið ígjøgnum. Málið er tí útsett í óásetta tíð. Temaið fyri dagin var virði. Arbeitt var í bólkum fyrrapartin, og seinnapartin var en sonevnd virðiscafé. Mynd: Jens Kristian Vang