Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 173 - 10. september 2008 SAMBAND kári MikkelSeN kAriM@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Tónalagið í set­an­ ar­r­øðuni var­ fyr­i­ komandi, ja næst­an fr­ynt­ligt­ og í hvussu so er­ r­æt­t­iliga gr­eit­t­, t­á ið Annit­a á Fr­íðr­iksmør­k fyr­i Tjóðveldi t­ók sæt­i á Fólkat­ingi í gjár­ POLITIKKUR Føroyska Tíðindastovan faroenews@faroenews.com Klokkan var farin av fimm seinnapartin í gjár, tá ið Annita á Fríðriksmørk, endi­ liga kundi fara á røðarapallin í danska fólkatingssalinum og halda fyrstu setanarrøðu sína. Annita á Fríðriksmørk tekur sæti sum fólkatingslim­ ur eftir Høgna Hoydal. Sjúrð­ ur Skaale hevur sum triði maður røkt sessin, meðan Annita á Fríðriksmørk hevur verið í barnsburðarfarloyvi. Fyrsta viðgerð av donsku fíggjarlógini 2009 var á skránni í fólkatingssalinum í gjár. Sum vanligt er í Fólka­ tinginum var salurin at kalla tómur. Bert mannaður við framsøgufólkunum úr ymsu flokkunum og so Annita á Fríðriksmørk og Lars Emil Johansen fyri grønlendingar. Hin grønlendski fólkatings­ limurin, Juliane Henningsen var burturstødd. Eftir øllum at døma heima í Grønlandi at føra valstríð til komandi fólkaatkvøðuna í Grønlandi um nýggja sjálvstýrislóg. Annita á Fríðriksmørk hevði nemliga eina heilsan við sær frá Juliane. Annita á Fríðriksmørk legði í jomfrú­røðuni til danska Fólkatingið beinan­ vegin upp til samstarv. Hon vísti á týdningin fyri góðum samstarvi millum allar partar og øllum pørtum at gagni. Men harafturat gjørdi hon so eisini greitt, hvat hennara hjartamál var: at vinna Før­ oyum frælsi og sjálvstýri. Sum áhoyrari tulkaði tú tónan og orðalagið í setanar­ røðuni sum meira prag­ matiskt og real­politiskt enn hjá undanmonnum hennara. Helt meg ikki síggja so nógv himmalvend eygu ella fólk yppa øksl í salinum, sum tað kann koma fyri, tá ið før­ oyskir fólkatingslimir tala í salinum. Livst so spyrst. Annita á Fríðriksmørk nevndi í samband við fyrstu viðgerð av donsku fíggjar­ lógina 2009, at føroyska landsstýrið hevði ætlanir um at yvirtaka serforsorgina og við hesum eisini minka um útreiðslurnar fyri danska statskassan, við tað at blokk­ stuðulin sostatt minkar við 117 milliónum krónum. Eisini tók Annita á Fríðr­ iksmørk tankarnar um at yvirtaka ábyrgdina fyri fíggjareftirliti av peninga­ stovnunum í Føroyum fram­ aftur. Hetta er djarvt og má hóast alt sigast at vera sera viðkomandi í hesum tíðum, har stórur ófriður herjar í fíggjarheiminum um allan heim og ikki minst í Dan­ mark við gøluni um Ros­ kilde Bank. Altavgerandi er at fáa relevantar upplýs­ ingar til røttu tíð í slíkum tíðum. Men so stingur spurningurin um trúvirði seg eisini upp. Hvat er betri: eitt lítið, men útliciterað fíggjareftirlit ella eitt størri, men ivasamt? Kjakið er viðkomandi! Annita á Fríðriksmørk bar eisini fram eina heilsan frá Juliane Henningsen, øðrum fólktingsliminum úr Grønlandi. Tað ljóðaði, sum at tær báðar fara undir veru­ ligt umhvørvisátak í sam­ band við ST­veðurlagsráð­ stevnuni, ið verður í Keyp­ mannahavn næsta heyst. Annita á Fríðriksmørk fanst at donsku stjórnini fyri ikki at seta nóg nógvar pengar av til rástevnuna. Og so fanst Annita á Fríðriksmørk eisini at fíggingarháttinum, har pengar vóru tiknir frá donsku menningarhjálpini og brúktir til ráðstevnuna. Sum siður er í danska Fólkatinginum, fær nýggjur fólkatingslimur handað 25 oyru frá framsøgufólkunum úr hinum flokkunum í samband við jomfrú­taluni. Men nú hevur danski Tjóð­ bankin gjørt av at avtaka danska 25 oyrað frá 1. okto­ ber í ár. Veit tí ikki um Ann­ ita á Fríðriksmørk eisini fekk hendan heiður seinna­ partin í gjár. Keypssamtøkan í Hoyvík Slaktarin í Hoyvík sóknast eftir Fólki at pakka at byrja skjótast gjørligt ella eftir avtalu Vit eru deild í einum størri virki, sum er í støðugari menning. Vit sóknast eftir einum kvikum og álítandi fólki, sum er lætt at vera saman við, at pakka vørur í slaktaradeildini Arbeiðstíð: 25 tímar um vikuna, frá kl.13.00 til 17.00 mán.-frí., frí annan hvønn leygardag Hevur hetta tín áhuga, hoyra vit fegin frá tær Løn: Sambært sáttmálan við S & K Nærri fæst at vita við at venda sær til Lars Hansen, tel 314149 el. 281990 FK Hoyvík Brekkutúni 9 FO 188 Hoyvík att: Lars Hansen Blíðari og greiðari tónar á Christianborg