týsdagur 9. september 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 172 - 9. september 2008
heilsanir
Góði Hans Jacob
Tillukku við tí stóra degnum.
Heilsan frá okkum á Bóndaheygi
Ein heilsan til mammu mína, Johild á Løgmansbø,
á hennara 80 ára føðingardegi
Hendur ei sleptu
Hendur, sum bóru meg bróstinum at,
hendur, sum turkaðu tár, tá eg græt,
ballaðu, kíndu, signaðu meg,
alt hetta, mamma, enn minnist eg.
Hendur, sum seymaðu klæðir til mín,
vaskaðu, struku tað hvíta lín,
hendur, sum knoðaðu deiggið til breyð,
minnini bestu, tá vit vóru sjey.
Hendur, sum bundu pløggini nógv,
tá ið vit, dreingir, vandust við sjógv,
troyggjur og hosir bant tú so lætt,
skjótt lærdu vit alt um rangt og um rætt.
Tú seymaði kjólar, nógvar á rað,
“til mínar prinsessur”, segði tú glað,
og hvør ein løta, tú tók tær lætt,
fór til at bøta tað, sum var skrætt.
Tíðin skjótt stjelur alt tað, sum var,
men, góða mamma, tolin tú bar,
minnini bestu gerast skjótt bleik,
eitt minnast vit tó, aldri tú sveik.
Hendur ei sleptu, røkka væl enn,
tíni børn eru nú kvinnur og menn,
elskaða mamma, nú sól fer í kav,
takk fyri lívið, tú okkum gav.
V.á. L. 6/8-08
Góða fitta Flykra
Hjartaliga tillukku á 3 ára
føðingardegnum.
Ynskja Alda, Tinna og Rókur
Góða Flykra
Hjartaliga tillukku á 3 ára degnum.
Ynskja omma og abbi í Nólsoy
Góði fitti abbi
Vit báðir senda tær eina heilsan úr Århus. Hjartaliga tillukku við 60 ára degnum og
1000 takk fyri seinast! Hopa tú og omma hava tað gott og at vit síggjast skjótt aftur.
Mamma og babba siga eisini tillukku.
Alt tað besta Tristan og Elliott
Ja takk! Eg ynski at
tekna meg sum haldara av
Sosialinum, og fái blaðið
borið út 5 ferðir um vikuna
Navn:
Bústaður:
Bygd / býur:
Telefon:
Undirskrift:
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
altíð við tí nýggjasta!
Send til: Sosialurin · Boks 76 · FO-110 Tórshavn
495,- um ársfjórðingin