mikudagur 10. september 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 173 - 10. september 2008
Íslendska Kristín
Helga Gunnarsdóttir
fekk í gjár Bókmenta
virðisløn Útnorður
ráðsins fyri bókina
Spøkilsisspor. Í upp
skoti úr Føroyum
var Apollonia eftir
Edward Fuglø
Virðisløn
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í gjár fekk vælumtókti íslend
ski rithøvundurin Kristín
Helga Gunnardóttir handað
Bókmentavirðisløn Útnorð
urráðsins á 60.000 krónur
fyri bókina Spøkilsisspor.
Bókin er týdd til bæði
føroyskt, danskt og grøn
lendskt og verður at fáa í
bókabúðunum í næstum.
Bók til ung
Í grundgevingini fyri at lata
íslendska
rithøvundanum
virðislønina fyri bókina
Spøkilsisspor varð millum
annað sagt:
Við bókini hevur Kristín
Helga Gunnarsdóttir gravað
í
gomlum
sagnum
og
skapað eina fiktiva søgu
um fornu støðini, sum ger
lesararn forvitnan eftir at
vita meir um tað, sum fer
fram á hesum støðum.
Harttil vísti dómsnevnin á,
at bókin eisini snýr seg um
vanligar trupulleikar, sum
ung ofta dragast við. Bókin
nemur eitt nú við, hvussu
torført tað kann vera at laga
seg til tær relgur, sum
foreldur og samfelagið seta,
og hvussu tað ávirkar børnini
og tey ungu, tá foreldrini fara
frá hvørjumøðrum.
Kristín Helga Gunnars
dóttir hevur skrivað fleiri
enn 10 barna og ungdóms
bøkur og er ein av mest
lisnu rithøvundunum mill
um ung í Íslandi.
Føroyar væl við
Hetta er fjóðru ferð, Bók
mentavirðisløn
Útnorður
ráðsins verður latin. Virðis
lønin verður latin annað
hvørt ár, og føroyskir høv
undar hava ikki smæðst
burtur millum uppskotini,
sum hava verið.
Í
2006
fekk
Bárður
Oskarsson virðislønina fyri
bókina Ein hundur, ein
ketta og ein mús.
Føroyska uppskotið hesu
ferð var bókin Apollonia
eftir Edward Fuglø, meðan
uppskotið úr Grønlandi var
bókin Abct eftir Julie Edel
Hardenberg.
Í dómsnevndini sita Odd
fríður Marni Rasmussen,
Føroyar, Vera Lise Rosing
Olsen, Grønland og Silja
Aðalsteinsdóttir, Ísland.
Ísland vann Bókmentavirðisløn
Útnorðurráðsins
Varðaformaður Útnorðurráðsins, Karl V. Matthíasson, handaði
íslendska rithøvundanum, Kirstín Helga Gunnarsdóttir,
Bókmentavirðisløn Útnorðurráðsins á hátíðarløtu í íslendska
Altinginum í gjár
Agnar Artúvertin
hevur givið út tríggjar
bøkur við egnum
týðingum av eini røð
av heimsklassikarum
Týðingar
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Týðarin og rithøvundurin
Agnar Artúvertin gevur nú
út bøkurnar Søgur úr Tús
und og einari nátt, Smetti
hjartað og aðrar søgur,
týðingar eftir Edgar Allan
Poe og Hálsketan og aðrar
søgur, týðingar eftir Guy
de Maupassant.
Ævintýr og
ræðusøgur
Í Søgur úr Túsund og einari
nátt eru týðingar av 15
undurfullum,
ótrúligum,
erotiskum og eksotiskum
ævintýrum.
Tey heimskendu ævintýr
ini úr Túsund og einari nátt
eru á tremur við ótrúligum
lýsingum, samrøðum, løgn
um hendingum, fáblum og
áminningum, sum kunnu
gera lesaran stórliga bilsnan
og hugtiknan, so at hann
gloymir alt rundan um seg
Tær 12 týðingarnar eftir
Edgar Allan Poe í bókini
Smettihjartað
og
aðar
søgur teljast millum tær
allarkendastu eftir Poe
harímillum eru Ligeia, The
Fall of the House of Usher
og ein spildurnýggj týðing
av The TellTale Heart.
Stuttsøgurnar hjá Poe eru
kendar um allan heim, og
eiga tær enn í dag evnini at
skaka og øta lesaran. Søga
hansara Smettihjartað er til
dømis ein ódeyðilig perla í
heimsbókmentunum.
Millum tær 10
týðingarnar eftir Guy de
Maupassant í Hálsketan og
aðrar søgur eru til dømis
Le Horla, Pierrot og Deux
Amis. Maupassant verður
sagdur at hava skrivað
bestu stuttsøgurnar á
fronskum yvirhøvur. Tær
eru málsliga fullkomnar og
speiskar. Tær flestu eru
sera stuttar og snúgva seg
um gerandishendingar,
men eru tó sálarfrøðiliga
gløggar og lata nógv vera
ósagt.
Agnar Artúvertin, sum
fyrr
hevði
eftirnavnið
Jógvansson, gevur bøkurnar
út á forlagnum Gwendalyn.
Agnar
Artúvertin
er
Bachelor of Arts í bók
mentum og heimspeki frá
Cambridge og virkin stutt
søguhøvundur og týðari.
Nýggju
bøkur
hansara
fáast í bókabúðunum ella við
at venda sær til forlagið á
forlagid.gwendalyn@gmail.
com
Nýggjar týðingar av heimsklassikarum
Hópin av heimskendum
ævintýrum og ræðusøgum
eru at finna millum nýggju
týðingarnar hjá Agnari
Artúvertin
Eftir at hava virkað
sum rithøvundur
og týðari í mong ár,
gevur Hanus Kamban
nú út sítt fyrsta
yrkingasavn
nýTT saVn
Hanus Kamban hevur fyrr
latið úr hondum stuttsøgu
søvn, ævisøgulig verk, greina
og
essaysøvn
umframt
týðingar eftir millum onnur
Graham Greene, William
Shakespeare og James Joyce.
Men Café Europa er høvund
sins
fyrsta
yrkingasavn,
skrivar
heimasíðan
hjá
Rithøvundafelagnum.
Europa sum hugtak
Heitið á savninum gevur
eina ábending um, at ikki
fáir av tekstunum peika á
Europa
sum
søguligt,
listarligt og fyrst og fremst
skaldskaparligt og mentan
arligt hugtak. Undir hesum
neti av tilsipingum eru
univers, sum lesarin sjálvur
verður boðin at fara á
rannsóknarferð í.
Bókin verður løgd fram á
almennari móttøku í Miðla
húsinum fríggjadagin tann
12. september frá kl. 16.00
til 17.30. Andrea Heindriks
dóttir spælir tvey verk á
tvørfloytu, og høvundurin
sigur nøkur orð um bókina
og lesur nakrar yrkingar.
Høvi verður til at ogna sær
bókina fyri ein lagaligan
prís og um fólk ynskja
við høvundsins signaturi.
Forlagið bjóðar vín, djus,
kaffi og sum tað sømir seg á
Café Europa ein kakubita til
tann kræsna góman. Øll eru
vælkomin, sigur forlagið.
Tað er Mentanargrunnur
Studentafelagsins, sum gev
ur út nýggja yrkingasavnið.
-ave-
Fyrsta yrkingasavnið eftir Hanus Kamban
Nýggja yrkingasavnið hjá
Hanusi Kamban, Cafe
Europa, verður lagt fram í
Miðlahúsinum fríggjadagin
Bókarøðin heldur fram
Onnur bókin í røðini um eldin er komin út. Tað er Eldsins
gáta eftir svian Henning Mankell. Fyrra, Eldsins loyndar
mál, kom út í vár. Bøkurnar eru grundaðar á veruligar
hendingar hjá gentuni Sofíu, sum býr í Mosambik. Í fyrru
bókini stríddist hon at koma fyri seg aftur, eftir at hava
stigið á eina minu og mist yngru systur sína. Í hesari er
onnur systir, Rósa, komin aftur úr Suðurafrika, og hon er
álvarsliga sjúk. Sofía roynir at skilja, hvat er áfatt, men
hon skilir ikki reiðiliga, bara hetta, at eldurin roynir at siga
frá einari stórari vanlukku. Jákup í Skemmuni hevur týtt úr
svenskum og Bókadeildin gevur út.
Nýggj bók um happing
Salmiakk og spøki er heitið á nýggjari bók til tey 1012 ára gomlu,
sum Bókadeildin júst hevur givið út. Salmiakk býr úti á bygd í
Norðnesi og verður altíð happaður, kanska serliga tí at hann er
komin úr býnum út á bygd at búgva. Tað ringasta er, at hann ongan
vin eigur at spæla við. Ein dagin flytur Spøki inn í kamarið hjá
Salmiakk, og síðan verður alt broytt, tí hann gevur Salmiakk dirvi
at standa ímóti ágangi. Mono NilssonBrännström, ið skrivað
hevur bókina, sigur her frá um happing, tunglyndi, skilnað, men
eisini um góðsku og tryggleika. Hóast evnið er álvarsamt, so er
bókin ikki syrgilig, men tvørturímóti er hon á tremur við skemti og
klikkaðum hugskotum. Bergur Rasmussen hevur týtt úr svenskum.