Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 174 - 11. september 2008 SAMBAND kári MikkelSeN kAriM@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Vælvitandi keldur vilja vera við, at rættilig gøla tók seg upp í samgonguni fyrr í vikuni, eftir at Høgni Hoydal skal hava gjørt seg inn á eina skrivstovu í Tinganesi SamgonguStev Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Um talan er um eina før­ oyska Watergate gølu, ella um talan bara var um kland­ ur um eina skrivstovu, vita vit ikki. Men í øllum førum vilja vælvitandi keldur vera við, at rættilig gøla tók seg upp í Tinganesi fyrr í hesi vik­ uni. Upprunin til gøluna er, at Høgni Hoydal, landsstýris­ maður og varaløgmaður, er rættiliga ónøgdur við hølis­ viðurskiftini hjá sær sjálv­ um og Uttanríkisráðnum í Tinganesi. Hann skal hava verið so ónøgdur, at hann skal hava kravt fleiri skrivstovur. Men hetta fekk hann ikki undirtøku fyri. Ósemjan kom í hæddina fyrr í vikuni, tá ið keldur okkara vilja vera við, at Høgni Hoydal fór so langt sum at bora lásið í eini skrivstovu út fyri at fáa hana til taks til sín sjálvs og til sítt egna ráð. Men hetta gekk ikki, tí hesum vildi løgmaður ikki finna seg í. Men sjógvurin slætnaði so hvørt, men okkum er óvist, hvørja lagnu, skriv­ stovumálið fekk. Hinvegin skilst, at sam­ gongan hekk í einum ógvu­ liga klønum tráð hendan dagin og at tað var hetta, sum var veruliga orsøkin til, at málið um at velja tingnevndirnar av nýggjum týsdagin, varð útsett, tí stórur vandi var fyri, at sam­ gongan reyk. Høgni Hoydal hevur onga viðmerking til málið og hann vil hvørki vátta ella avsanna søguna. Hinvegin staðfestir hann, at talan er ikki um eitt politiskt mál, og at tað sostatt er fyrisitingin, sum má svara spurningin um hetta. Vit hava í allan morgun roynt at fingið fatur á løgmanni, men hann hevur ikki verið at hitt, hóast vit hava lagt boð til hansara, hann tók heldur ikki fartelefonina. Kontroversir um hølisnýtslu Vit hava tosað við Marjuna Hanusardóttir, stjóra á løg­ mansskrivstovuni, men hon er ógvuliga fáorðað um málið. Hon var týðiliga tikin á bóli, tá ið vit ringdu til hana at fregnast um málið, og eftir at hava tugt uppá tað eina góða løtu, segði hon, at hon vildi ikki svara, fyrrenn hon hevði hugsað seg um. Nakað seinni høvdu vit aftur samband við hana, men hon var framvegis ikki serliga tíðindafróð. Men hon viðgongur, at tey hava havt eina ósemju um hølisviðurskiftini í Tinganesi. ­ Vit hava havt onkrar »kontroversir« um ymsa hølisnýtslu, sigur hon. Men hetta er samstundis tað einasta, hon fæst at siga um málið. ­ Eg fari ikki í smálutir við hesum og eg havi ikki hug at lýsa tað nærri í fjølmiðlunum, sigur hon. Hon sigur, at hon metir hetta sum eitt innanhýsis mál, sum hon ikki heldur, hóskar seg til fjølmiðl­ arnar. Vit spurdu hana eisini um málið er meldað til løgregl­ una. Men tað einasta, hon svarar, er at tey hava onki mál lagt fyri løgregluna. Á kriminaldeildini hjá løgregluni siga tey seg ikki hava fingið nakra fráboðan um hetta. Nærri koma vit ikki mál­ inum í dag, men Sosialurin hevur biðið um alment innlit í, hvørjir handverkarar og lásasmiðir hava verið á løgmansskrivstovuni og í uttanríkisráðnum hesa síðstu vikuna og vit hava samstundis biðið um innlit í, hvat innbúgv er keypt til báðar skrivstovurnar. Keypssamtøkan í Hoyvík Slaktarin í Hoyvík sóknast eftir Fólki at pakka at byrja skjótast gjørligt ella eftir avtalu Vit eru deild í einum størri virki, sum er í støðugari menning. Vit sóknast eftir einum kvikum og álítandi fólki, sum er lætt at vera saman við, at pakka vørur í slaktaradeildini Arbeiðstíð: 25 tímar um vikuna, frá kl.13.00 til 17.00 mán.-frí., frí annan hvønn leygardag Hevur hetta tín áhuga, hoyra vit fegin frá tær Løn: Sambært sáttmálan við S & K Nærri fæst at vita við at venda sær til Lars Hansen, tel 314149 el. 281990 FK Hoyvík Brekkutúni 9 FO 188 Hoyvík att: Lars Hansen Klandur um skriv­ stovur í Tinganesi Vælvitandi keldur vilja vera við, at Høgni Hoydal fór so langt sum at bora eitt lás út í eini skrivstovu í Tinganesi, men hetta loypti slíka øði í løgmann, at hann var til reiðar at siga hann upp sum landsstýrismann. Samgongan hevur ongantíð hingið í einum so klønum tráði, men sjógvur slætnaði aftur Lesið - so eru tit við