hósdagur 11. september 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað var tann tíð, tá
føroysku hondbóltsfeløgini
vóru ófør at senda lið
síni út til tær europeisku
kappingarnar, men
seinnu árini hevur verið
heldur soltið við tí. Men
nú bjóða menninir hjá
Neistanum – sum ráðandi
føroyameistarar – aftur
Europa av.
Ikki kann sigast annað, enn at tað
er stak hugaligt, at hondbóltsfelag
ið Neistin aftur ger eina roynd at
seta Føroyar og Havnina á
hondbóltsliga europakortið, nú
menninir hjá Neistanum, sum í
vár gjørdust føroyameistarar, í
EHFCkappingini spæla ímóti
felagnum HC Lovcen, sum er úr
»hondbóltshøvuðsstaðnum«
Cetinje í Montenegro.
Í mun til Neistan er HC
Lovcen eitt felag, sum regluliga
hevur verið við í europeisku
kappingunum seinnu árini, og
besta úrslitið var kappingarárið
2000/2001, tá HC Lovcen gjørd
ist nummar fimm í Champions
Leaguekappingini, og árini
síðani hevur HC Lovcen verið
skiftivís við í Champions Lea
gue, EHF Cup and City Cup
kappingunum.
Heimahoyrandi í Montenegro,
hevur HC Lovcen fyrr verið við í
kappingini í gamla Jugoslavia, og
árið fyri besta Champions
Leagueúrslitið var felagið
jugoslaviskur meistari. Sum skilst
á lagnum, hevur HC Lovcen verið
meistari í Montenegro síðstu tvey
kappingarárini, so hetta má metast
sum eitt sterkt mótstøðulið,
Neistin hevur fingið.
Av tí sama var tað kanska ikki
óvæntað, at Neistin tapti fyrra
dystin ímóti HC Lovcen niðri í
Montenegro, men nú er ein annar
og nýggjur dystur, so tað er við
opnum sinni, at farið verður á
vøllin í heimadystinum. Kann
vera, at HC Lovcen hevur
tiltiknar heimaáskoðarar, men
stuðulin til Neistan í seinna
dystinum man ikki fara at tróta!
Stuðla hvønnannan
Hetta er ikki løtan, tá gitast skal
um úrslit, tí tað má dysturin bara
vísa. Men vit vita av royndum, at
fyrireikingarnar hjá Neistanum
plaga at vera fyrimyndarligar, tá
stórar uppgávur standa fyri
framman og tøk skulu takast. Alt
er væl skipað og í góðum
hondum, og eingin ivi er um, at
menninir hjá Neistanum fara at
gera sítt besta.
Sum nevnt, hevur verið smáligt
við føroyskum feløgum í
europeisku kappingunum seinnu
árini, men tó hava kvinnurnar hjá
Stjørnuni verið eitt undantak.
Júst tí er tað eisini hugaligt, at
Havnin tekur dystin upp við
Klaksvíkina og sendir sínar bestu
hondbóltsmenn til EHFC
kappingina, tí okkum nýtist ikki
at smæðast burtur.
Tá tað snýr seg um slíkar dystir,
hevur tað heldur ikki so nógv at
siga, hvaðani liðini eru, sum velja
at umboða føroyskan hondbólt í
Europa, tí tá bakka vit øll upp.
Slík átøk eru sameinandi og í
besta ítróttaranda, og feløgini eru
í slíkum førum sum landslið, so
vit taka sjálvsagt lógvatak og
stuðla hvørjumøðrum.
Samstundis sum eg ynski Neist
anum alt tað besta í dystinum
leygardagin, vil eg eisini ynskja
kvinnunum hjá Stjørnuni góða
eydnu í sínum báðum dystum
ímóti HK Slovan Duslo Šaca úr
Slovakia. Teir báðir dystirnir, sum
eisini eru um vikuskiftið, verða
báðir spældir í Klaksvík, so vit
fara eisini spent at fylgja við
teimum.
Hava arbeitt miðvíst
Eitt annað, sum er stak
hugaligt í sambandi við
avbjóðingina, Neistin nú hevur
tikið á seg og er farið undir við
góðum treysti, er miðvísa
ungdómsarbeiðið, sum í mong ár
hevur verið fyrimyndarliga væl
gjørt í felagnum. Børnini og tey
ungu fáa nakað at síggja fram og
upp til, tá vaksnamannaliðini
vilja royna seg.
Bestu kvinnu og mansliðini
eru aloftast at rokna sum
flaggskip hjá feløgunum, og
soleiðis man tað eisini vera hjá
Neistanum. Men flaggskipini
kunnu ikki avrika nógv, uttan at
forarbeiðið hevur verið í lagi í
fleiri ár frammanundan, tí øll
framgongd hjá teimum vaksnu
má vera ávøkstur av tí,
spælararnir hava fingið í beinið á
yngri árum.
Hetta er vorðið sum byrjan upp
á eitt nýtt kappingarár, tí eingin
man ivast í, at eisini í hesum
seinna dystinum ímóti HC
Lovćen verður neyðugt hjá
Neistamonnum at spíla seg út,
sum á pappírinum má sigast at
vera stórfavorittur. Men hví
skuldi »Dávid ímóti Goliat« ikki
endurtikið seg – eisini í
europeiskum manshondbólti?
Sum borgarstjóri fyri
høvuðsstaðin eri eg errin av, at
Neistin hevur tikið hesa
avbjóðing á seg, og mítt ynski
skal vera, at úrslitið verður so
gott sum gjørligt. Vit verða
mong, sum fara at taka á við
Neistanum, tá dysturin verður
bríkslaður í gongd, tí slíkt áræði
til at bjóða Europa av, hevur
allan góðan stuðul uppibornan!
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Tórshavnar kommuna
H a v n i n – a l t í ð e i n s e r l i g u p p l i v i n g
www.torshavn.fo
Neistin aftur úti í Europa
Útgevari:
Neistin
Uppseting:
Sosialurin
Prent:
Prentmiðstøðin
Lýsingar:
Neistin
Heðin Mortensen