Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 ára gamli Finnur Hansson, sum leygardagin í farnu viku var við Neistanum í Montenegro, hevur fingið hondbóltin við móðurmjólkini, tí pápi, mamma, abbi og omma hansara eru kend hondbóltsfólk í Íslandi 1. manslið hjá Neistanum spældi leygardagin í farnu viku Europa- cup dyst ímóti liðnum Lovcen úr býnum Centinje í Montenegro. Hetta var spennandi avbjóðing hjá føroysku spælarunum, tí tað eru 30 ár liðin, síðan neistamenn seinast spældu Europa-cup dystir. Hetta var í 1978. Tá ið Neistin vann meistaraheitið í vár, var beinan- vegin gjørt av, at felagið vildi geva spælarunum nýggjar avbjóðingar. Øll vóru samd um, at sjálvandi meldaði felagið mans- liðið til Europa-cup kappingina. Liðið hevur fyrireikað seg væl til kappingina, og ein av nýggju spælarunum í bólkinum er 29 ára gamli Finnur Hansson, sum áður hevur spælt við H71, Kyndli og StÍF. Vit hava hitt Finn Hansson, sum var so óheppin at keikja sær annan fótin í Europa-cup dystinum. Finnur er sonur kenda fyrr- verandi íslendska hondbóltsspæl- aran Hans Gudmundsson, sum var fyrsti íslendingur, sum veru- liga gjørdi seg galdandi uttan- lands. Mamma Finn er fyrrver- andi hondbóltskvinnan Solveig Birgirsdóttir, sum júst er komin til Føroya at venja kvinnuliðið hjá Søljuni í Sandavági. Abbi Finn Hansson er eisini kendur hondbóltsspælari. Umframt at hava spælt á íslendska landslið- num og besta liðnum hjá FH, so vandi hann eisini íslendska landsliðið. Ja, og skal tað ikki vera lygn, so spældi omma Finn við 1. deildarliðnum Drátti úr Reykjavík, so Finnur Hansson hevur fingið hondbóltin inn við móðurmjólkini og óivað eisini nógv at liva upp til í hondbóltinum. – Sum smádrongur bleiv eg sjálvandi ógvuliga bitin av hondbólti, eg elskaði at spæla hondbólt. Tað var í Hafnafirði tikið sum ein sjálvfylgja, at eg skuldi blíva ein góður hondbóltsspælari, tí í familjuni vóru so nógvir kendir hondbóltsspælarar. Fólk á síðulinjuni sammettu meg við pápa mín longu, tá ið eg var eini trettan ára gamal, og tað var eisini mótgangur fyri meg. – Í 1996 misti eg hugin og gleðina at spæla hondbólt, ætlaði mær bara at arbeiða og hava frið. Pápi mín fekk í 1998 starv sum venjari hjá H71 í Hoyvík, og vildi hann hava meg við sær til Føroy- ar. Í fyrsta umfari segði eg nei takk. Men tá ið pápi kom til Íslands í jólafrí, bað hann meg enn einaferð koma til Føroya at spæla við H71 í tríggjar mánaðir sum eina royndartíð. Eg játtaði, og hetta var ein góð avgerð at taka. – Í Føroyum fann eg aftur gleðina at spæla hondbólt, saman- haldið var gott í Hoyvík, og vit vunnu eisini steypakappingina hetta árið. Ja, og var eg ikki komin til Føroya, so ivist eg í, um eg nakrantíð koma at spæla hondbólt aftur. Tó skal sigast, at einastaðni í sálini vildi eg so fegin sleppa at spæla á besta liðnum hjá FH í Hafnafirði. Skuldi prógva eitthvørt fyri mær sjálvum. – Í 2001 fór eg so aftur til Íslands og kom eisini á besta liðið hjá FH, men fekk ikki tað besta burturúr, tí eg fekk skaða at dragast við, og beit meg tí ongan- tíð fastan í 1. liðsbólkin. Tá ið eg spældi við Kyndli í 2003 fekk eg skaða í økslina, so eg ikki fekk skotið við fullari megi. Í 2006 kom eg aftur til Íslands, fekk viðgerð og økslina í lagi, og eg má siga, at tað var eitt stórt upplivilsi hjá mær at vera ein av lyklaspælarunum hjá besta liðnum hjá FH. Felagið, sum hevur so stórt pláss í hjarta mínum, sigur Finnur. Finnur Hansson býr í Miðvági við konu og tveimum børnum, eisini eigur hann eitt barn í Havn. Hann arbeiðir hjá P/F Poul Michelsen, og hugurin at spæla og venja hondbólt hevur ongantíð verið størri enn júst nú. – Eg eri veruliga motiveraður í løtuni, vil venja meira og gerast enn betri. Tíverri keikti eg annan fótin tíðliga í Europa-cup dystin- um í Montenegro. Keðiligt, tí eg hevði skotið fýra mál og føldi, at nú var eg veruliga komin inn í dystin. Var so óheppin at lenda á fótinum á einum mótspælara, og tað var tungt at sita uttanfyri við skaða. Annars høvdu vit frálíka ferð í Montonegro, sigur Finnur. At enda í samrøðuni spyrja vit Finn Hansson, hvussu tað ber til, at ein so lítil tjóð sum Ísland stendur seg so væl í altjóða hondbólti. Ísland spældi seg í finaluna í OL-kappingini í Kina, og úr teimum 300 000 íslending- unum megnar tjóðin ár eftir ár at fostra nógvar altjóða hondbólts- spælarar. Hvør er uppskriftin? – Íslendski hondbóltsspælarin hevur viljan og styrkina at vera bestur. Teir eru ikki nøgdir bara at vera bestir í Íslandi, teirra størsta ynski er at gerast yrkisspælarar uttanlands og liva av ítróttinum. Mestsum allir spælararnir, sum spældu á íslendska landsliðnum í Kina, spæla uttanlands. Tað er ein stoltleiki at gerast betri og sleppa at spæla á íslendska landsliðnum. – Ja, so venja íslendingar nógv meira enn føroysku spælararnir. Longu frá 12-14 ára aldri venja spælarar styrkivenjing og venja mestum hvønn dag í viku. Føroyski spælarin er nøgdur bara hann er góður í Føroyum, vil ikki brúka so nógva tíð til hondbóltin. Mestsum eingin føroyskur spælari spælir á høgum støði uttanlands. Her má ein hugburðsbroyting fara fram, skal føroyskur hondbóltur náa longur í altjóða høpi, sigur Finnur Hansson at enda í samrøðuni. Leygardagin spælir Neistin seinna Europa-cup dystin ímóti Lovcen úr Montenegro. Vónandi er Finnur Hansson frískur í fótinum, so hann kann spæla. Neistin tapti fyrra dystin 35-21, men eingin ivi er um, at liðið fær betri úrslit leygardagin. Góða eydnu og góðan dyst Vagnur Michelsen Íslendingar venja meira enn føroyingar www.faroeyard.fo Neistaleikarin Finnur Hansson Mynd: Helena Dam Poulsen