hósdagur 11. september 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 174 - 11. september 2008
39
Jens
Andreas
Jensen,
Sandoyar
Andreas,
var
føddur 1866 undir Kvíggj
um á Sandi, sonur Jens
Samuelsen og Elsu Sofíu f.
Joensen. Andreas kom í
1886 til Havnar at búgva
hjá Onnu Elisabeth og
Andreas Andreassen í Dali.
Tey vóru skyldfólk av
Sandi. Hetta endaði við, at
Andreas giftist við Tominu,
dóttir skraddarin. Andreas
var beiggi Marius, sum var
seinni
maður
systrina
Johannu.
Sum ungur hevur Andreas
helst fiskað við Jens í Dali,
sum gjørdist svágur hans
ara. Í 1893 tók Sandoyar
Andreas stýrimansprógv á
Bogø. Andreas førdi Dart
til fiskarí eitt skifti í 1894.
Tann 22. oktober 1894 kom
Andreas úr Grimsby við
sluppini Confidence. Hon
fekk navnið Svanen, og
Andreas førdi hana í 1895
og 1896.
Í 1899 fór Andreas at føra
Helenu, sum hann førdi
fram til 1901. Á heysti
1899 fóru teir niður til
Danmarkar at selja livandi
fisk í dammi. Hetta var ein
ringur ísvetur, so teir blivu
liggjandi niðri jól og nýggár
og komu ikki heim fyrr enn
til føstulávint árið eftir.
Á heysti 1900 fór Andreas
við Helenu til Vlaardingen
í Hollandi við fiskinum,
sum var lakasaltaður í tunn
ir. Hetta var ein nýhugsan
hjá Pola og Jens í Dali, sum
eina tíð gav betri prís.
Í 1903 og 1904 førdi Andr
eas hvalabátarnar Nordkyn
og Nordkap, sum p/f Verd
andi í Havn átti. Hvalastøðin
var í Kollafirði.
Í 1906 var Andreas við
Karen royndartúrin í Grøn
landi við svágrinum Pola í
Dali. Hetta var fyrsta veru
liga royndin hjá føroyingum
í Grønlandi.
Á heysti 1906 førdi hann
Karina í farmasigling mill
um Føroyar og Leith. Í
1907
førdi
hann
aftur
hvalabátar, Selvík og Nord
deple.
Norddeple
førdi
hann aftur í 1908, og
Andreas legðist tá uppi.
Gjørdist klubbavertur
Hóast limur í Thorshavns
Totalafholdsforening, varð
Andreas vertur í Havnar
Klubba. Hann skuldi vera
sterkur maður. Tað sigst um
Andreas, at hann, tá ið
menn komu til ilnar, kundi
taka teir og bera teir út tveir
í senn, ein undir hvørja
hond.
Sandoyar Andreas
og
Mina giftust í 1895. Tey
búðu fyrst á Reynagarði og
fingu tríggjar synir: Jens í
1896, Andreas (nevndur
Dia) í 1898 og Ernst í 1900.
Jens fekk sær seinni navnið
Janus Øssurson og hinir
báðir brøðurnir fingu sær
Sondum. Sum tey fyrstu
bygdu tey nýggj hús á eini
útstykking omanfyri býin,
sum seinni fekk navnið
Niels Finsensgøta.
Mina og Andreas fingu
eisini eina dóttur, Elsa, í
1908. Hon fekk tuberklar
og doyði 18 ára gomul.
Umframt húskið, sum taldi
seks, búði Kristian, bróður
Andreas,
hjá
teimum.
Kristian kom til Havnar í
1901 og doyði í 1944. Hann
var ógiftur. Kristian avloysti
beiggjan sum klubbvertur.
Tá ið Kristian hevði 25ára
jubileum sum vertur í
Klubanum, ætlaðu teir at
geva honum eitt gullur, men
Kristian doyði um somu
tíð. Klubbin reisti honum
gravstein ístaðin í nýggja
kirkjugarði.
Fingu pensjonat
Í 1914 lótu Andreas og
Mina upp pensjonat í heimi
sínum í Niels Finsensgøtu.
Eftir at Andreas var deyður
helt Mina fram við tí inntil
1929.
Mina hýsti millum øðrum
brøðrunum Jacob Dahl og
Thomas Paula Dahl, seinni
yvirlækni, ta tíðina, teir
gingu í realskúla í Havn.
Teir komu til Havnar í
1910. Dia og Pauli Dahl
vóru javngamlir, tað vóru
bara dagar ímillum teir.
Janus og Pauli Dahl fylgdust
í ungdómsárum í real
skúlanum, síðan á Sorø og
báðir fóru undir lestur á
lærda háskúlanum. Báðir
vóru teir saman við øðrum
við til at gera føroyska
flaggið. Janus las teologi,
men gavst og virkaði alt sítt
lív sum kórdeknur í Luther
kirkjuni í Keypmannahavn.
Hann giftist við norsku
Margit Nygård. Ein sonur
er kendi tónleikarin Brandur
Øssurson.
Mina og flaggið
Janus segði altíð, at mamma
hansara, Mina, setti litirnar
saman til føroyska flaggið,
sum eisini skuldi vera
krossmerki eins og í hinum
Norðurlondum. Mina og
Andreas fingu sær flagg
stong og flagg. Tey vóru tey
fyrstu, sum flaggaðu við
nýggja føroyska flagginum
í Havnini. Flaggstongin
stóð í trappusteininum út
ímóti Niels Finsensgøtu.
Hetta hevur verið fyrst í
tjúgunum. Lítið visti Mina
tá, at hon í einum góðum
10ára skeiði, frá 1925 –
1936, fór at flagga fýra
ferðir í hálvari stong fyri
sínum allarnærmastu.
Næstelstur var Andreas,
sum búi í Havn. Aftaná mill
umskúlan fór hann í timbur
læru hjá H.C. Andreassen,
Hans á Reyni. Dia fór niður
á handverkaraskúla í Haslev
í 1920. Afturat at arbeiða
sum timburmeistari í Havn,
var
hann
saman
við
Johannes
Johannesen
í
Mattalág sýnsmaður fyri
sparikassan í mong ár. Dia
giftist við Ragnhild Mørk
øre úr Havn. Hann spældi
fótbólt í fleiri ár við HB.
Sandoyar Andreas doyði
17. september 1925, bara
59 ára gamal. Tá skrivaði
Dimmalætting í minning
arorðum, at ”øll støð har J.
A. Jensen var í arbeiði kom
hann væl ásamt bæði við
yvirmenn og undirmenn.
Friðarligur, sum hann var á
allari síni ferð, kann tað
gott sigast um hann, at
sjáldan hevur sámuligari og
stillisligari maður staðið á
skipabunka. Hann var í
mong ár limur av Thors
havns Totalafholdsforening.
Hann var eisini limur í
nevndini fyri sjúkrakassan
og var við til at stovna
Sygeplejeforeningen, hvarí
hann var allar sínar dagar.
Hann var eisini fiskavrakari
til til tað síðsta.
At hann var nógv avhildin
sýndi best tann stóra manna
múgvan, sum fylgdi honum
á síðstu ferð hansara.”
Mina bleiv ikki spard.
Maðurin
doyr
í
1925,
einasta dóttur í 1926, ein
ommusonur í 1930 og
yngsti sonurin Ernst í 1936.
Hesi fýra liggja saman við
Minu í gamla kirkjugarði.
Kona Ernst varð eisini
jarðað har í 1989. Tá hevði
hon verið einkja í 53 ár.
Keldur:
Eyðfinn Sondum
Ingrið Sondum
Føroya Siglingarsøga
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Ættin hjá Elsu og Dímunar Jóannes er ein av teimum stóru í Føroyum. Hetta sæst eisini aftur í gamla kirkjugarði í
Havn. Vit hava umrøtt fleiri teirra. Nú fara vit at hava tríggjar frásagnur á rað um eina grein av hesi ættini. Triðja
greinin verður um dóttir Dímunar Jóannes, Onnu Elisabeth og mann hennara Andreas Andreassen, skraddaran í
Dali. Komandi grein verður um abbasonin Ernst Sondum. Hesa ferð verður umrøðan av dóttir skraddaran Tominu
og mann hennara Sandoyar Andreas
Komandi partur
Í komandi parti verður
greitt frá Ernst Sondum,
sum var fyrsti blaðstjóri
á Dagblaðnum
JENS ANDREAS JENSEN
SKIPARI
F. 10-9 1866
D. 17-9 1925
THOMINA JENSEN
F. ANDREASSEN
F. 2-5 1870
D. 6-10 1943
ELSA ELISABETH JENSEN
F. 2-4 1908
D. 5-8 1926
HVÍLIÐ Í FRIÐI
Andreas og Mina
Aftanfyri f.v. Andreas og Janus
Frammanfyri: Mina, Elsa, Ernst og Sandoyar Andreas
Elsa doyði bert 18 ára gomul
Húsini vóru tá uttanfyri býin, núverandi Niels Finsensgøta
Sandoyar Andreas:
Skipari og klubbavertur