fríggjadagur 12. september 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 175 - 12. september 2008
tíðindi
Hvat skuldi tann 500
GB stóri harðdiskurin
nýtast til: At kopiera
teir nýggjastu spæli
filmarnar uppá? Ella
var ætlanin hjá fyrr
verandi stjóranum í
Team 85 veruliga at
fáa fatur á arbeiðs
uppgávum og øðrum
týðandi upplýsingum
um kundar og onnur
innanhýsis viðurskifti
hjá fyritøkuni? Hetta
eru tveir av spurning
unum, sum Føroya
Rættur viðger í hesum
døgum í helst fyrsta
málinum um ídnaðar
njósning her á landi
RættaRmál
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: - Ja, tað var ótrúliga
býtt gjørt. Hetta var ikki tað
smartasta sum eg havi gjørt,
men tað hugsaði eg ikki um
fyrrenn aftaná!
Tað segði ein nú 19 ára
gamal maður, sum er ákærd-
ur fyri at hava útint vinnu-
stuldur í fyritøkuni hann
arbeiddi fyri í mai mánaði
2006.
Boðini um at fremja
henda stuldurin fekk tann
tá 17 ára gamli drongurin
frá fyrrverandi stjóranum í
fyritøkuni, og sum var farin
úr fyritøkuni 9 mánaðir
frammanundan.
Ungi maðurin hevði bæði
atgongd og kunnleika um,
hvat hann skuldi kopiera:
Líkt var nevniliga til, at
fyrrverandi stjórin serliga
var áhugaður í ávísum og
sera týðandi mappum á ser-
varanum hjá fyritøkuni, m.
a. tveimum við heitinum ”Í
gerð” og eini við heitinum
”Búmerki”.
Fyrrverandi stjórin segði
seg hinvegin einki kenna til
hesa kopieringina. Hann
hevði einans biðið unga
mannin um at útvega sær
nakar filmar, sum hann visti
at hesin átti. Einki annað.
Tað er henda spurning
sum ákæruvaldið nú ynskir
at fáa svar uppá. Líkt er til,
at her kemur orð at standa
ímóti orði, tí hvør heldur
uppá sítt: Fyrrverandi stjór-
in um kopiering bert av
filmum, og ungi maðurin
um at hin bað hann um at
kopiera fílurnar hjá fyritøk-
uni. Men ein dómur má í
øllum førum fellast, soleiðis
at hetta málið kann fáa ein
enda.
Eingin orsøk verður held-
ur givin til, hví tað skuldi
taka soo langa tíð sum hálvt-
triðja ár at avgreiða hetta
málið í rættinum. Men lítil
ivi er um, at allir partar í
málinum hava longst eftir
eini loysn á sakarmálinum,
soleiðis at arbeiðsfriður
aftur kann fáast.
Enn er óvist nær dómur
fellur í málinum. Tað varð
ikki greitt, áðrenn evstamark
okkara í dag.
Bæði tann fyrrverandi
stjórin og ungi maðurin
nokta seg sekar.
Bad joke
Klokkan var ikki fýra
fríggjadagin 5. mai 2006, tá
tann ungi maðurin fór innar
í teldurúmið við einum
eksternum harðdiski.
Hann hevði starvast í fyri-
tøkuni í eina ávísa tíð, og
hevði bæði lyklar og loyni-
orð til telduskipanina í fyri-
tøkuni. Hann hevði tó ikki
beinleiðis samband við við-
skiftafólkini, men arbeiddi
við avgreiðslu av teimum
uppgávunum, honum vórðu
álagdar. Hann visti hinveg-
in,
hvar
upplýsingarnir,
sum fyrrverandi stjórin bað
um, lógu og visti haraftrat,
hvat og hvussu hann skuldi
gera:
At kopiera tilfar úr trimum
ávísum mappum, hvørs inni-
hald vóru upplýsingar um
kundar hjá fyritøkuni, arbeiðs-
uppgávur og ikki minst ein
hóp av lidnum verkum, t.d.
búmerki hjá ymiskum fyri-
tøkum, sum Team 85 hevði
brúkt í arbeiðum sínum.
Í rættinum greiddi fyrrver-
andi stjórin frá, at hann
gjørdist sera illa við, tá hann
tíðliga sunnumorgin 7. mai
klokkan 03:49, varð upp-
ringdur av einum starvsfólki
á Team 85, sum greiddi
honum frá stuldrinum.
- Eg skilti einki av hesum,
og helt tað vera eina »bad
joke«, sum hann tók til.
Hann hevði í øllum førum
ikki biðið unga mannin um
at kopiera nakað fyri seg á
fyrrverandi
arbeiðsplássi
sínum.
Ungi maðurin helt hinveg-
in uppá, at tann eldri hevði
útnyttað hann, men at hann
ikki hugsaði um tað beint
tá. Ikki fyrrenn stuldurin
var uppdagaður og løgregl-
an kom upp í málið, skilti
hann álvaran í gerð síni.
- Men eg var ikki vaks
nokk til at siga nei, segði
hann harmur á málinum.
Hóast nógv var at gera
hetta umrødda stuldurs-viku-
skiftið, fekk ungi maðurin
boð um, at honum ikki nýttist
at koma til arbeiðis dagin
eftir. Bæði lykil, harðdiskur
og arbeiði vórðu tikin frá
honum í eini og somu løtu.
Flogskipari
Fyrrverandi stjórin í Team
85 og ungi maðurin kendust
rættiliga væl. Stjórin helt um
hetta mundið saman við
mostur dreingin, og teir sóust
javnan uttan fyri arbeiðstíð.
Ungi maðurin hevði við
millumbilum ansað eftir
børnunum hjá hinum, og
tað var við eitt slíkt høvið,
henda fyrsta týsdagin í mai
mánaði 2006, at spurningur-
in um kopieringina kom
fram: Um hesin kundi
hjálpa tí eldra við at fáa
ymiskt tilfar inn á nýggja
harðdiskin, ið varð keyptur
í somu viku, sum stuldurin
fór fram?
Undir avhoyringunum í
rættinum í gjár, komu tvær
frágreiðingar um, hvat tað í
roynd og veru var sum
skuldi kopierast á harðdisk-
in: Fyrrverandi stjórin segði
seg hava biðið hann kopiera
nakrar filmar, tí hann bert
sá føroyska sjónvarpið, men
vildi hava eitthvørt annað
at síggja enn tað. Hann
visti, at ungi maðurin átti
nýggjar filmar heima við
hús, og tað var hesar hann
eisini vildi sleppa at síggja.
Ungi maðurin greiddi hin-
vegin og við sannføring frá,
at fyrrverandi stjórin í fyri-
tøkuni, og sum eisini hevði
verið við til at seta hann í
starv, hevði biðið hann um
heilt onnur ting at kopiera:
Tilfar úr trimum at teimum
mest týðandi mappunum í
fyritøkuni, sum hann hevði
verið stjóri á fram til 31.
august árið fyri.
Hvat hann skuldi brúka
allar hesar túsundtals fílir-
nar og mappurnar til, kom
ikki fram. Stutt eftir at hann
var farin frá sum stjóri í
Team 85 á heysti 2005
hevði hann verið í samband
við aðrar lýsingarfyritøkur
í Havn og spurt um sam-
starv, men hetta var ikki
vorðið til nakað.
Líkt var til, at hann hevði
slept øllum ætlanum um
framhaldandi at vera í hesi
vinnuni, tí á vári 2006 var
hann so smátt farin undir at
fyrireika seg til tað, sum
hann fæst við í dag, nevni-
liga at læra til flogskipara.
Men honum dámdi væl at
hyggja eftir filmum, og tí
ynskti hann sær enn fleiri
slíkar á harðdiskin, ið hann
keypti frá Farodane fyri
3000 krónur í vikuni, sum
stuldurin fór fram.
Upplýsingarnir,
sum
henda minniliga fríggjadag-
in vórðu kopieraðar á harð-
diskinum vóru so mikið týð-
andi, at teir kundu verið
honum so hentir, at hann
lættliga hevði kunnað byrja
eina fyritøku við hesum!
52.742 fílir
Um middagsleitið eina dag
í vikuni fekk 17 ára gamli
maðurin handaðan henda
500 GB stóra eksterna harð-
diskin í einum posa. Honum
vórðu ikki givnir ordrar
um, nær hann skuldi lata
hann aftur.
Hann arbeiddi vanliga mill-
um klokkan 8 og 17, men
henda dagin fór hann eitt
sindur fyrri til hús, tí hann
skuldi spæla fótbólt. Áðrenn
tað fór hann inn í teldurúmið,
fekk samband við telduna
hjá fyritøkuni, setti eksterna
harðdiskin til og byrjaði
síðani kopieringina.
Tað vóru ikki hissini fílir,
sum vórðu kopieraðir henda
dagin, vísti ein løgreglu-
maður frá kriminaltøkniligu
deildini hjá donsku løg-
regluni á: Sambært teirra
kanningum vóru ikki færri
enn 52.742 fílir og góðar
40.000 mappur kopieraðar,
áðrenn stuldurin var uppdag-
aður og steðgaður. Óhugs-
andi er ikki, at virðið av hes-
um fílunum var vert fleiri
milliónir krónur.
Hetta vikuskiftið var nevni-
liga fólk til arbeiðis alla-
tíðina, tí ein stór uppgáva
skuldi gerast liðug til mána-
dagin. Og var eitt av starvs-
fólkunum ikki komið fram á
henda posan við tí óynskta
innihaldinum í, hevði talan
uttan iva verið um munandi
fleiri fílir. Teldan byrjaði
nevniliga at kopiera mappur-
nar í øvugtari bókstavarøð og
var komin heilt upp til mapp-
urnar við bókstavinum M, tá
kopieringin varð uppdagað
og avbrotin.
Upptøkutól
Starvsfólkið kvettið streym-
in og sambandið millum
teldurnar. Síðani varð skip-
að soleiðis fyri, at eitt upp-
tøkutól varð sett við ekst-
erna harðdiskin, og tá ungi
maðurin nakað seinni kom
eftir honum, var eingin ivi
longur um, hvør hevði gjørt
hetta.
Hann fór við posanum
heim til hús, tveitti hann á
songina og skal, sambært
fyrrverandi stjóranum hava
ringt til sín seinni hesa nátt-
ina fyri at boða frá, at nú
vóru
data’ini
tryggjað.
Hetta mintist ungi maðurin
einki til.
Starvsfólkini á Team 85
fingu síðani fatur á unga
manninum og fingu bæði
lyklar og harðdisk frá hon-
um. Og seinni fekk so fyrr-
verandi stjórin boð um, at
svikaráð
hansara
vóru
avdúkað, og at hann verður
skuldsettur fyri vinnustuldur
ella ídnaðarnjósning, og
ungi maðurin fyri at hava
framt henda stuldurin.
Málið skuldi verða liðugt
viðgjørt í gjár, men tað dró
út, og helt fram klokkan 9 í
morgun. Tær seinastu av-
hoyringarnar vóru ikki lidn-
ar, tá farið var um evsta-
mark okkara.
»Bad joke« ella kopiering fyri milliónir
Óvanligt er stjala upplýsingar frá eini fyritøku. Í hesum døgum viðger Føroya Rættur eitt mál
um vinnustuldur, har upplýsingar eru kopieraðar frá eini teldu til eina aðra
(modellmynd)
Bjarti Mohr í farloyvi
Bjarti Mohr, býráðslimur í Havn, hevur biðið um farloyvi
frá Tórhavnar Býráð, har hann umboðar Fólkaflokkinum.
Upp undir býráðsfund í Havn í gjárkvøldið, boðaði Bjarti
Mohr frá, at honum berst frá at røkja starvið sum
býráðslimur í meiri enn samfullar 14 dagar. Sostatt eru
treytirnar fyri at kalla varamannin í býráðið fyri hann og
av tú sama hevur Vagnur Johannesen nú tikið sætið í
Tórshavnar Býráði fyri Bjarta Mohr.
Elin J. Smith í Oynni
Í dag klokkan 17 verður fernisering í Gallarí Oynni á
Tvøroyri. Elin J. Smith sýnir myndir og Kaj Klein spælir.
Gallarí Oyggin á Tvøroyri hevur fernisering 12.
September 2008, kl. 17.00, har Kaj Klein spælir og
syngur. Tað er Elin J. Smith, listakvinna, ið sýnir fram
málninar. Nógvar av myndunum eru málaðar í 2007 og
nakrar eldri myndir eru eisini við. Myndirnar hanga uppi
eina tíð framyvir, men enn er ikki avgjørt hvussu longi
framsýningin hongur uppi.
-do