fríggjadagur 12. september 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 175 - 12. september 2008
Tórshavnar Býráð
hevur nú samtykt at
lata kirkjuráðnum á
Argjum eitt stykkið
omanfyri Spinnaríið
at byggja nýggja
kirkju á
KirKjubygging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ætlanin er nú at byggja
nýggja kirkju á Argjum.
Fyrsta stigið á leiðini
varð tikið í gjárkvøldið, tá
ið Tórshavnar Býráð sam
tykti at lata kirkjuráðið á
Argjum fáa eitt grundstykki
ímillum
Støðlagøtu
og
Sandá, omanfyri Spinnaríið,
at byggja nýggja kirkju á.
Tað er kirkjuráðið á Argj
um, sum hevur vent sær til
býráðið at spyrja seg fyri
um møguleikarnar at byggja
kirkjuna á Argjum út, ella at
fáa grundstykki at byggja
nýggja kirkju á og tað er so
endað við, at býráðið sam
tykti at lata tey fáa eitt grund
stykki upp á 4000 fermetrar
til eina nýggja kirkju
Av tí at økið liggur oman
ímóti Sandá, var neyðugt at
søkja friðingarmyndugleik
arnar um undantaksloyvi
frá náttúruverndarlógini til
at byggja kirkjuna.
Eftir at hava viðgjørt
málið, góvu friðingarmynd
ugleikunum loyvi til at
kirkjan kann byggjast á
økinum.
Á býráðsfundinum í gjár
kvøldið varð upplýst, at
Hoyvíkar kirkja og Sam
koman Lívdin keyptu síni
grundstykki frá Tórshavnar
kommunu fyri kr. 156 krón
ur fyri fermeturin og tí sam
tykti býráðið, at grundstykk
ið til nýggju kirkjuna á Argj
um skal kosta tað sama.
Nýggj kirkja
byggjast
á Argjum
Tórshavnar býráð
samtykti í gjárkvøldið
at gera eina útstykk
ing til sethús í Nólsoy
og tey fyrstu 68
grundstykkini verða
klár heilt skjótt
ÚtstyKKing
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú verður farið undir at
gera eina útstykking til set
hús í Nólsoy.
Tað samtykti Tórshavnar
Kommuna í gjárkvøldið.
Á býráðsfundinum varð
upplýst, at tey fyrstu 68
grundstykkini kunnu verða
klár at byggja á heilt skjótt.
Tað
vóru
nólsoyingar
sjálvir sum hava fregnast
eftir grundstykkjum í bygd
ini og tí hevur nólsoyar
nevndin mælt til at gera
eina útstykking á økinum
omanfyri barnagarðin og
tað er nú samtykt.
Men
nólsoyarnevndin
metti,
at
grundstykkini
blivu ov dýr eftir tí, sum
upprunaliga lá í kortunum
og at ongin peningastovnur
fer at fíggja bygging í
Nólsoy, blivu grundstykkini
ikki bíligari.
Sostatt hevur verið roynt
at minka um kostnaðin við
at taka gongubreytina burt
ur úr ætlanini og við at býta
útreiðslurnar út á fleiri
útstykkingar og á økið sum
er lagt av til stovnar og
svimjihøll. Samstundis skal
íbindingin í vegin fíggjast
av eini aðrari kontu.
Tá ið alt hetta er skarvað
av, fara grundstykkini í
Nólsoy at kosta einar 560
krónur fyri fermeturin.
Avtalu um grót
Men skal útstykking gerast,
krevst bæði grót og pláss at
tyrva avgrevstur í og Tórs
havnar Býráð samtykti tí
eisini í gjárkvøldið, at royna
at fáa avtalu við hagapartin
Heimaru Helvt um at sleppa
at halda fram í grótbrotinum
í Nólsoy og at fáa meiri
grót haðani.
Hagastýrið er sinnað at
gera sáttmála, har Tórshavn
ar kommuna kann brúka
grótbrotið til fráleggingar
tilfar av ymsum slagi fyri
4000 krónur um árið.
Hagastýrið er harumframt
sinnað at selja Tórshavnar
kommunu 4.500 fermetrar
av leysum gróti, sum í dag
liggur í grótbrotinum, fyri
tríggjar krónur rúmmeturin.
Tey, sum halda veg
vera villleidd av
Tórshavnar Býráði
og tískil vilja sleppa
at lata grundstykkini
við Myllutjørn
inn aftur, fáa nú
pengnarnar aftur
ÚtstyKKing
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nógv av teimum húskjun
um, sum nakað síðani
fingið grundstykki við
Myllutjørn, hava følt seg
villeidd av Tórshavnar
Býráði, tí tey siga, at
grundstykkini blivu væl
dýrari
enn
kommunan
hevði lovað teimum.
Men tað er nú greitt, at
tey, sum vilja sleppa at
lata grundstykkini inn aft
ur, fáa nú pengarnar aftur.
Á býráðsfundi í Havn í
gjárkvøldið, varð samtykt
at gera frávik frá reglun
um.
Sostatt fáa tey, sum vilja
sleppa av aftur við grund
stykkið við Myllutjørn,
pengarnar aftur samstundis
sum tey koma aftur á bíð
listan á sama stað, har tey
stóðu frammaundan.
Sum reglarnar eru nú,
hevði hetta ikki borið til
og tey høvdu heldur ikki
fingið
pengarnar
fyri
stykkið
aftur,
fyrrenn
annar keypari er funnin.
Men nú fáa fáa tey bæði
pengarnar aftur og koma
aftur á bíðilista á sama
stað sum tey stóðu á áðr
enn.
Men hetta er so bara
galdandi fyri tey sum
longu hava keypt grund
stykki.
Við Myllutjørn eru 63
grundstykki og tey flestu
boðin út.
Higartil hevur býráðið
fingið boð um, at eini 14
15 ætla at lata stykkini inn
aftur, tí tey halda seg hava
fingið skeiva kunning frá
býráðnum.
Kortini vóru tað fleiri bý
ráðslimir, sum ivaðust í
hesum, tí tey væntaðu, at
tá ið avtornar, fara tey allar
flestu at lata stykkini inn
aftur.
Annars væntar býráðið
ikki, at tað verður tórført
at sleppa av aftur við
stykkin, tí í løtuni standa
1787 umsøkjarar á bíði
lista og við hesi útstykk
ingini er kommunan kom
in til nummar 135.
Fáa nu peng-
arnar aftur
Nú er bíðitíðin hjá
nólsoyingum av
Í Nólsoy verða nú aftur grund
stykki at fáa og tey fyrstu
ferða klár at byggja á heilt
skjótt
Kirkjuliðið á Argjum vil hava betri umstøður til sítt kirkjulív, men heldur enn at byggja upp í
kirkjuna, er ætlanin at byggja nýggja kirkju
Gospelkórið hjá Lindu Andrews
í Talent 2008 í kvøld
Linda Andrews stjórnar Gentofte Gospel, sum er við í Talent 2008 fríggjakvølðið 12/092008.
Linda Andrews sum er aktuel vid fløguni „Revelation“, sum á fimtu viku liggur á ”15 teimum
Bestu” í ÚF, og sum liggur nr. 1 á tónleikalistanum hjá Lindini. Linda er nú við í Talent
showinum hjá DR. Linda Andrews stjórnar Gentofte Gospel, og kórið hevdur stillað upp í
showinum, og skal dystast ímóti einum øðrum sera góðum gospelkórid, „Sound of Gospel“.
Afturvið sær hevur Linda Andrews tveir hjálpar dirigentar, Claus Christensen og Nellie Ettison!
Gentofte Gospel var á koncertferð vid Lindu Andrews í Føroyum í 2006 og kórið hevði konsert í
Havn og í Klaksvík.
-do
Barnadeyðin minkar ov lítið
Sambært kanningum er barnadeyðin minkaður við 28 prosentum seinastu
síðani 1990, men UNICEF eru bangin fyri, at tað verður torført at liva
upp til málið til 2012, um at barnadeyðin skal skerjast niður við t veimum
triðingum. Serliga er trupulleikin stórur í afrikansku londunum sunnanfyri
Sahara og í Asia. Ringast er støðan í Sierra Leone, har 262 av hvørjum
1000 børnum, ið verða fødd, doyggja áðrenn tey gerast fimm ára gomul.
Størsta orsøkin til barnadeyðan í Heiminum eru at børnini ikki at nóg
nógv og ikki nóg rætt.