fríggjadagur 12. september 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 175 - 12. september 2008
Soleiðis er støðan
hjá íbúgvunum
á Velbastað og í
Kirkjubø, tá talan
er um ókeypis
busssambandið
hjá Tórshavnar
kommunu. Bussurin
koyrir tríggjar
ferðir um tíman út á
Norðasta Horn, men
bara seks túrar um
dagin til Kirkjubøar,
og enn færri til
Velbastaðar
BusssamBand
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Síðan 1. januar 2007 hevur
bussleiðin hjá Tórshavnar
kommunu koyrt ókeypis, og í
eitt tíðarskeið hava bussarnir
eisini koyrt oftari enn áðrenn.
Men hetta er ikki nakað
íbúgvarnir á Velbastað og
í Kirkjubø merkja á nakran
hátt. Kommunan skipar fyri
bussum til og frá skúla, og
hevur ein túr seinnapart,
umframt ein túr á kvøldið,
ið skal tilkallast.
Hetta eru íbúgvarnir á
Velbstað og í Kirkjubø nú
so ónøgdir við, at tey hava
gingið
húsagongd
eftir
undirskriftum at senda sam
an við skrivið til Tórshavnar
kommunu við ynski um
betrað busssamband. Fólkið
í bygdunum tóku sera væl
undir við hesum, og av
teimum 256, sum búgva í
bygdunum, skrivaðu heili
102 undir skrivið. Her má
eisini havast í huga at tey
256 eru samlaða fólkatalið,
og at tey 102 bert eru fólk
við valrætti.
Í skrivinum stendur mill
um annað at búfólkið á
Velbastað og í Kirkjubø
hava somu skyldur sum
fólkini í Havnini, men ikki
kenna seg hava somu rætt
indi tá talan er um buss
sambandið. Tey ungu verða
eisini nevnd, har áherðsla
verður lagd á skerdu møgu
leikarnar hjá børnunum í
samband við at vitja vinfólk
og við at luttaka í frítíðar
ítrivum.
Nógv fara enntá við
bussinum út á norðasta
horn og vóna at onkur tekur
tey við. Men hetta ber sjálv
andi ikki til tá mann skal til
havnar, sigur Turið Kjølbro
Óregluligt
Sambært skrivinum hjá
bygdafólkunum í Kirkjubø
og Velbastað er buss
sambandið ikki bara ov lítið,
men eisini ov óregluligt.
Hvønn dag, tá skúlarnir hava
frí er ongin bussur, og ongin
fær hetta at vita heldur.
Harafturat koyrir bussurin
øgiliga lítið í feriunum.
Men í veruleikanum skilir
bygdarfólkið
ikki
hví
bussurin so sjáldan koyrir
til bygdirnar, tí tað eru bert
fimm minuttir til Kirkjubøar
og Velbastað, frá Norðasta
Hornið har bussurin koyrir
tríggjar ferðir um tíman.
Samstundis sum Kaldbak til
dømis hevur nógv samband,
hóast fólkini har eru nógv
færri enn í bygdunum á
vestursíðuni.
Samband ávegis
Í trý ár hevur ein nevnd
úr Kirkjubø og Velbastað
arbeitt fyri at betra um hesi
viðurskiftir, og onki er hent.
Men tá Heðin Mortensen
verður spurdur um málið er
hann bjartskygdur, og sigur
at betraða busssambandið er
ávegis.
Í fjør avgjørdu vit at
bíða til fíggjarlógina fyri
2009 áðrenn vit skuldu seta
hetta mál í verk. Í løtuni
arbeiða vit við hesi, og eg
ivist onga løtu í at tað
verður tikið positivt upp,
sigur borgarstjórin í Tórs
havnar kommunu.
Hann leggur afturat, at
kanska verður ein royndartíð
gjørd áðrenn 1. januar
2009, men hann er í hvussu
so er øgiliga positivur um
málið, og metir tað vera
rætt, um búfólkið í Kirkjubø
og Velbastað fáa tað buss
samband, sum tørvur er á.
Eg vóni bara, at tey fara
at nýta leiðina, sigur ein
avgjørdur borgarstjóri.
Í gjárkvøldið um
hálvgum ellivu
tíðina fór ein
bilur av vegnum
í Gassadali ávegis
til Vestamanna.
Bilurin gjørdist
vrak, men bilførarin,
ið var einsamallur
í bilinum, er
innlagdur, men hevur
tað gott
Ferðsluóhapp
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Varasýslumaður í Vágum,
John Kruse, greiðir frá, at
maðurin var á veg til
Vestmanna tá hann misti
tamarhaldið á bilinum og
fór av vegnum í høgru síðu
í Gassadali. Bilurin fór
runt og endaði á takinum,
so hann er vrak.
Sløkkiliðini í Kvívík og
Vestmanna høvdu júst havt
eina venjing og komu av
tilvild fram á bilin. Eftir
stuttari tíð høvdu teir
funnið mannin, sum var
farin úr bilinum og til fjals.
Boð vóru send eftir hundi
úr Havn, fyri at finna
mannin, men tá hundurin
kom fram, varð maðurin
funnin.
Illgruni er um rúsdrekka
í málinum, men hetta er
ikki
váttað
enn,
tí
blóðroyndirnar, ið vóru
tiknar,
eru
enn
til
kanningar.
Maðurin í bilinum fekk
so mikið stórt mein, at
hann
var
innlagdur
á
Landssjúkrahúsið,
men
hagani vilja tey ikki siga
annað, enn at maðurin
hevur tað gott.
Tá maðurin kemur út
aftur av sjúkrahúsinum,
kann hann vænta at hoyra
frá løgregluni.
Ferðsluóhapp í Gassadali
Fimm minuttir ov langt burturi
Sløkkiliðini í Kvívík og Vestmanna høvdu júst havt eina
venjing og komu av tilvild fram á bilin, og eftir stuttari tíð
høvdu teir funnið mannin, sum var farin úr bilinum og til
fjals
Hóast tað bert eru fimm minuttir frá Norðasta Hornið til Velbastaðar og Kirkjubøar, hevur fólkið í bygdunum, ikki kent nakað til
betraða busssambandi í Tórshavnar Kommunu
Lena, Maria Guttesen og Guðrið Hansdóttir á JobMatch
Í samband við JobMatch starvsstevnuna á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn 26. og 27. september, verður skipað fyri Net
verkskvøldi í Føroyahúsinum fríggjakvøldið 26. september, við kjaki og tónleiki. Á Netverkskvøldinum í Føroyahúsinum fara
tríggir føroyingar úr vinnu og fyriseting at greiða frá, hví grasið er grønari í Føroyum. Hetta skilt á tann hátt, at tey fara at bera
fram sína áskoðan um fyrimunirnar við at virka og liva í Føroyum. Aftaná verður eisini politiskt kjak við føroysku fólka
tingslimunum Edmund Joensen og Anitu á Fríðriksmørk um framtíðarsamfelagið Føroyar.Aftaná spæla: Lena Anderssen, Maria
Guttesen & Guðrið Hansdóttir. Eisini verður eitt surprise navn á tónleikapallinum. Hesin er kendur fyri sínar útiseta sangir.
Hetta verður kunngjørt beint undan JobMatch stevnuni. Meira fæst at vita á www.jobmatch.fo, tiltakið er ókeypis.