Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 175 - 12. september 2008 Eitt samfelag, sum missir sætta hvønn borgara, tí hann rýmir av landinum, er eitt samfelag í kreppu. Hetta segði Sjúrður Skaale sum innleiðing til framløguna av kanningini hjá Norðuratlants­ bólkium, sum var evnið á kjakfundi í Miðlahúsinum í gjár Heilaflýggjan Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Greiða niðurstøðan av kanningini hjá Norður­ atlantsbólkinum á Fólka­ tingi er, at Føroyar hava ein stóran trupulleika av brain­ drain, sum merkir, at vit útflyta teir bestu heilarnar, uttan at fáa nakað afturfyri. Hetta er ein trupulleiki av teirri orsøk, at góðir heilar eru besta rávøran, eitt nýmótans samfelag hevur, og at vit tískil avreiða okk­ ara bestu rávøru fyri einki. Endamálið við kjakfund­ inum var at viðgera kann­ ingina, og at fáa eitt orða­ skifti um orsøkirnar til at so nógvir føroyingar velja at fara og ikki koma aftur til Føroya. Til at viðgera kanningina og orsøkirnar til at før­ oyingar í Danmark ikki flyta heimaftur, hevði Norð­ uratlantsbólkurin fingið Jóan Paula Joensen, rektari á Fróðskaparsetur Føroya, Kristiannu Winther Poulsen, forkvinnu í javnstøðunevn­ dini og Ólavur Ellefsen, stjóra á Simprentis at siga nøkur væl vald orð. Ikki ein nýkomin trupulleiki Kanningin hjá Norður­ atlantsbólkinum tók støði í gransking av føroyingum í fyrsta ættarliði í aldrinum 20 til 45 ár, har 1022 fólk tóku lut. Tað gekk týðuliga fram av kanningini, at tað eru mest konufólk, ið flyta av landinum. Tað vísir seg soleiðs, at í fyrsta ættarliði eru 65 prosent av føroying­ unum í Danmark konufólk. Men hetta er nakað, ið altíð hevur verið. Kristianna Winther Poulsen segði, at í 80 ár eru kvinnur rýmdar av landinum, men at einasti munirin er, at nú hava politikararnir, og vit sum samfelag, latið eyguni upp fyri tí. Helst hevur hetta eisini samband við, at tað í dag eru flest konufólk, ið taka miðnámsútbúgvinar, meðan mannfólkini, ið flyta av landinum oftast bert hava fráfaringarroynd fólkaskúlans. Tað, sum kanska er mest áhugavert við hesum er, at millum føroyingar, sum hava búð í Danmark millum eitt og níggju ár, er meir enn helmingurin mannfólk, og at skeringspunktið er millum 9 og 14 ár, tá flestu mannfólkini flyta heimaftur til Føroya. Konservativu Føroyar Hvør orsøkin man vera til at konufólkini ikki flyta heimaftur, var nógv uppi at venda á kjakfundinum í gjár. Serliga vóru bústaðar­ viðurskiftini og barna­ ansingin í Føroyum ofta tikin fram. Fleiri á fundinum vildu vera við, at tað eru barna­ familjurnar, sum mugu lokkast, tí at í flestu førum eru tað hesar, ið ikki koma aftur. Men samstundis vildu onnur eisini vera við, at tað serliga vóru stakar mamm­ ur, ið ikki fingu nøkur kor í Føroyum. Kristianna Winther Poulsen vísti á, at tað føroyska samfelagið er somikið konservativt, at tað beinleiðis styggir føroysku kvinnuna frá at leita sær heim aftur til Føroya. Í sama viðfangi nevndi hon eisini, at tú verður sæddur sum ónormalur, um tú ert stakur ella samkyndur. Tað kom týðuliga fram, at Føroyar eru rættaðar soleiðis inn, at her er bert pláss fyri kjarnufamiljuni, tað vil siga pør við einum ella fleiri børnum, og at tær sosialu veitingarnar eru rættaðar til hesar familjurnar. Samanumtikið mundu flestu vera samd um, at korini hjá støkum mammum og hjá barnafamiljum, ið vilja koma aftur til klett­ arnar, eru út av lagi vánalig, og at Føroyar bert eru fyri kjarnufamiljuna. Eitt, sum er sera áhugavert í hesum høpi er, at samstundis sum Føroyar eru sera konservativar, svara føroyingarnir í Dan­ mark, tá tey verða spurd um, hvat hevur størst týdning fyri um tey velja at flyta heim aftur, at tað hevur størstan týdning, at tey vilja vera saman við familjum og vinum í Før­ oyum. Samstundis fær ynsk­ ið um at skapa búskapar­ og mentanarliga framgongd í Føroyum lítla og onga raðfesting hjá teimum. Í viðmerking til hví Før­ oyar enn eru so kon­ servativar, sigur Sjúrður Skaale, at teir minst kon­ servativu føroyingarnir leita sær til Danmarkar, og at hetta kann vera ein stór orsøk til, at Føroyar fram­ vegis varðveita sítt konservativa líki. At velja Føroyar ella velja Føroyar frá Tað vísir seg eisini í kann­ ingini, at av teimum før­ oyingum, sum velja at fara til Danmarkar, fara 60 prosent av teimum fyri at nema sær útbúgving, og at samstundis svaraðu 35 prosent av teimum, at tey heldur høvdu tikið útbúgv­ ingina í Føroyum, um tað var gjørligt. Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetur Føroya, legði á kjakfund­ inum stóran dent á hvønn týdning tað hevur Føroyar at fáa eitt skapt rættiligt universitetsumhvørvi. Samstundis vísti hann eisini á prísin, og talan er ikki um smáar upphæddir. Ein av høvuðsorsøkunum til at føroyingar ikki koma heimaftur, er at her er einki kreativt, og at tað mangla fakligar avbjóðingar og faklig umhvøri vænta. Men tað mest paradoksala í hesum er, at tað eru envnliga tey kreativu, og tey við teirri fakligu vitanini, sum flyta av landinum, og sum sjálvi hava svarað hesum spurnarbløðunum. Sætti hvør rýmir av landinum Venjingin í Róðrarfelagnum Knørri byrjar aftur 15. september byrjar vetrarvenjingin hjá Róðrarfelagnum Knørri. Á skránni í vetur er nýskipað barna­ og ungdómsvenjing, eins og farið verður undir spildurnýggja prix­kapping. Nú sunnudagin kl. 18.00 verður rógvarafundur í felagnum á Føroya Sjósavni á Argjum. Á fundinum verður greitt frá venjingini í vetur, og kunnað verður um nýggju prix­kappingina, ið hevur fingið navnið RK­PRIX. Fundurin á Sjósavninum er fyri øll, ið hava hug at venja og rógva kapp ­ bæði børn og vaksin ­ og nýggir limir kunnu eisini tekna seg. Á heimasíðuni hjá Róðrarfelagnum Knørri, www.rk.fo, kann ein lesa meira um venjingina og prix­kappingina hjá felagnum. Kunningarfundur um føroysk partabrøv í Keypmannahavn Stórur áhugi er millum danskar íleggjarar fyri einum kunningarfundi um føroysk partabrøv, sum verður á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn í dag. Um hálvthundrað umboð fyri danskar íleggjarar hava teknað seg til fundin. Hetta verður mett at verður nógv í donsku fíggjarvinnuni. Endamálið við fundinum er at kunna um føroyskar fyritøkur, sum eru skrásettar á virðisbrævamarknaðunum í Keypmannahavn og í Íslandi. Slík átøk verða gjørd fyri at vaksa um áhugan fyri at gera íløgur og handla við føroyskum partabrøvum. Á kunningarfundinum fer løgmaður at greiða frá um føroyskan búskap, og stjórarnir í Atlantic Airways, Atlantic Petroleum, Eik Banka og Føroya Banka fara at leggja fram um fyritøkur teirra. Tað er Virðisbrævamarknaður Føroya, sum hevur fyriskipað tiltakið. Áleið 100 fólk vóru til kjakfundin í Miðlahúsinum, har Norðuratlantsbólkurin legði úrslitið av fyrstu kanningini fram Við pallborðið sótu f.v. Ólavur Ellefsen, stjóri í Simprentis, Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini og Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum