fríggjadagur 12. september 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 175 - 12. september 2008
Tá uppskotið um fiskidagar
var til viðgerðar á Løgtingi,
søgdu løgmaður, landstýris
maðurin í uttanríkismálum og
landsstýrismaðurin í fiski og
tilfeingismálum, at talan var
um kabinettmál, tí fiskivinnu
politikkurin var legitimiteturin
hjá CHEsamgonguni. Ikki
eitt komma varð samtykt í
uppskotinum. Sambands
flokkurin bjargaði á mállinj
uni. “Samgongan” sær korini
út til at halda fram uttan legi
timitet og uttan mið og mál.
Uppskot um fiskidagar
Landsstýrismaðurin í fiski
og tilfeingismálum legði á
ólavsøku uppskot um fiski
dagar fyri Løgtingið. Einki
høpi var í uppskotinum, sum
legði upp til at syndra okk
ara høvuðsvinnu. Lands
stýrismaðurin skeyt upp at
skerja fiskidagarnar hjá
línu og smærru trolbátunum
við 50 prosentum og partrol
arum við 20 prosentum.
Skotið var eisini upp at friða
økir. Eittnú Føroya Banka,
við lóg, hóast landsstýris
maðurin frammanundan
hevði fulla heimild at friða
uttan lógarbroyting.
Kabinettmál
Tá uppskotið var til viðgerð
ar í Løgtinginum søgdu
løgmaður, landsstýrismað
urin í uttanríkismálum og
landsstýrismaðurin í fiski
og tilfeingismálum, at talan
var um kabinettmál. Allir
søgdu teir, at samgongan var
fokin um uppskotið ikki
varð samtykt, tí sum løg
maður fleiri ferðir hevur
tikið til: “Fiskivinnupolit
ikurin er legitimiteturin hjá
CHEsamgonguni”. Soleiðis
ætlaðu teir tríggir odvitanir
at tvinga ávísar samgongu
limir at atkvøða fyri uppskot
inum ímóti viti og skili og
ímóti teirra sannføring.
Sambandsflokkurin
bjargaði á mállinjuni
Tíbetur fekk
Sambandsflokkurin málið á
rættkjøl á mállinjuni undir
viðgerðini á Løgtingi. Ikki
eitt komma í uppskotinum
frá landsstýrismanninum,
ella neyðsemjuni á 20 pro
sent niðurskurð yvir ein
kamb, sum varð gjørd í sam
gonguni undir viðgerðini,
varð samtykt. Sambands
flokkurin fekk alla andstøð
una og skilafólk í samgong
uni, sum ikki lat seg stýra av
hóttanum um samgonguslit,
at taka undir við neyðugum
tillagingum og einum
niðurskurði á 10 prosent.
Tvíhalda um maktina
kortini
Tað undrunarverda er tó, at
hóast samgongan nú sam
bært løgmanni og tveimum
ráðharrum ongan legitimitet
hevur, hóast ikki eitt komma
var samtykt í kabinettmáli
og hóast eigin meiriluti
tykist vera fyri politikkinum
hjá samgonguni á Løgtingi,
ja so tvíhalda løgmaður,
landsstýrismaðurin í uttan
ríkismálum, og landsstýris
maðurin í fiski og tilfeingis
málum framvegis um
maktina í landsstýrinum.
Somuleiðis sær út til, at
samgongan ætlar at halda
fram við at sindra okkara
vinnulív og knokkroyta fólki í
landinum. Uppskotið um
landsjørð hjá løgmanni,
Tobba og Birni á Heygum,
sum kom sum lundi á jólanátt
herfyri, skatta og avgjalds
hækkingar og ein komandi
CHEfíggjarlóg við stórum
halli, fara at prógva at so er.
Ikki eitt komma samtykt í kabinettmáli
løgtingsmaður
Sambandsflokkurin
Bjørn Kalsø
Týsdagin 9. september var
tingfundur, har fyrsta mál á
skránni var atkvøðugreiðsla
um at velja tingnevndirnar av
nýggjum. Hetta var ein bein
leiðis avleiðing av samstarvs
avtaluni, sum samgonguflokk
arnir hava gjørt við Sjálv
stýrisflokkin. Men av tí at
samgongustevið er sum tað
er, var áðrenn tingfundin,
ivasamt um meiriluti fór at
vera fyri uppskotinum. Hevði
uppskotið fallið, hevði grund
arlagið undir samstarvsavtal
uni við Sjálvstýrisflokkin
helst verið burtur.
Henda støða gjørdi, at tað
fyri allar partar var umráð
andi, at eingin atkvøða mangl
aði í tinginum henda dagin. Tí
gjørdi Edmund Joensen av at
kalla varamann inn fyri seg,
nú hann var burturstaddur í
fólkatingsørindum.
Samgongan ikki
fullmannað
Tá tingfundurin byrjaði,
vóru andstøðuflokkarnir
fullmannaðir (um vit rokna
Sjálvstýrisflokkin uppí sam
gonguna), men hjá samgong
uni manglaðu tríggir tinglim
ir, sum ikki høvdu kalla
varamenn inn fyri seg.
Sostatt bendir alt á, at málið
hevði fallið, um tað kom til
atkvøðugreiðslu. Men
atkvøðugreiðsla bleiv
eingin, tí málið bleiv útsett.
Eingin tingfundur hevur
verið síðani 22. august, og
næsti tingfundur verður ikki
aftur fyrr enn 16. september.
Tí er tað løgið, at mál mugu
takast av skránni, tí at fólk
ikki fáa møtt til henda eina
tingfundin. Men tað løgnasta
av øllum er, at ístaðin fyri at
seta kikaran á hetta, so
verður nú alt fokusið sett á
lønina hjá Edmundi Joensen,
tí hann hevði sett ein vara
mann í sessin henda dagin.
Hevði Edmund vita, at
málið bleiv tikið av skrá, so
kundi hann bara gjørt sum
teir tríggir samgongulimirnir
og latið sín sess staðið tóm
an. So kundi tingarbeiðið
koyrt víðari – ella rættari
sagt: slett ikki koyrt, og
eingin hevði sagt nakað.
Skipanin
Skipanin við farloyvum í
løgtinginum er soleiðis
samansett, at ein tingmaður
sum letur varamann koma á
ting fyri seg, meðan hann er
burturstaddur í privatum
ørindum, missir sína løn til
varamannin. Men fer ein
tingmaður til dømis á ST
aðalfund, og letur varamann
koma á ting fyri seg meðan
hann er burturstaddur í
politiskum ørindum, so fáa
báðir løn. Tað er sjálvsagt
eisini rímiligt, at tingmenn
ikki missa lønina, um
fráveran er partur av teirra
politiska arbeiði.
Av eini ella aðrari orsøk
er fólkatingsarbeiðið komið
undir hesa skipanina við
politiskum ørindum, hóast
talan tá er um eitt lønt
politiskt arbeiði. Hetta er ein
skipan, sum ikki er íkomin
nýliga, men hevur verið
brúkt í nógv ár. Um skipanin
eigur at verða broytt, kunnu
vit sjálvsagt hava okkara
meining um, men so leingi
sum hon er galdandi, er hon
galdandi.
Flyta fokus
Onkuntíð kann ein undrast
yvir samanfallið í tíðind
unum, sum verða borin her á
landi. Tað undrar meg ikki
so lítið, at Útvarpið fer at
tosa um lønina hjá Edmundi
Joensen akkurát tá vaktar
skifti er í hinum føroyska
fólkatingssessinum. Tann
sum fer úr tí sessinum, hev
ur ikki sitið í løgtinginum,
meðan hann hevur verið á
fólkatingi, men tann sum
kemur í sessin, ætlar at røkja
báðar sessirnar samstundis.
– Er hetta eitt tilvildarligt
samanfall, ella er endamálið
at flyta fokus?
Útvarpið flytir fokus
Helgi
aBraHamsen
Dagliga hoyra vit orðini,
kommunusamanlegging og
at kommunur leggja saman.
Hetta er grov reingjan av
veruleikanum og ber brá av
tølan og bóndafangarí. Her
eru onnur røtt orð, sum siga
frá veruligu ætlanini ið er:
At avtaka, niðurleggja, á
donskum, at ophøre og
afskaffe eina kommunu, í
hesum føri Hvannasunds
kommunu.
Ein kommuna hevur eitt
kommunustýri, tí eru tað ikki
tvær kommunur, sum leggja
saman. Fólk liggja saman,
men at leggja fólk saman
ljóðar løgið. Tað sum ætlanin
er við samanleggingini, er
(kanska mest hjá Klaksvíkar
kommunu) at niðurleggja/
avtaka Hvannasunds komm
unu. Tá tað er gjørt, hava øll
tey í bygdum og bygdarløg
um við sundið mist allan
suverinitet og sjálvsavgerðar
rætt. Vit hesum er Hvanna
sunds kommuna, stutt sagt,
strikað av landkortinum. Hon
er ikki til meira, og sambært
lóg vendist ikki aftur. Spyrj
ast kann so: Hví halda eina
fólkaatkvøðu, tá tey framm
anundan vita, at hon ikki
verður respekterað..? Hóast
hetta, segði bygdaráðsformað
urin í Fuglafirði, at halda vit
fólkaatkvøðu, so skal hon
respekterast. “Hattin av fyri
honum”.
Tá sokallaða samanlegg
ingin er gjørd, hevur fólkið
við sundið einki at siga. Alt
vald er tá suverent lagt undir
Klaksvíkar kommunu. Alt
innan og uttangarðs, strend
urnar, byggiloyvir og bygdar
løgini annars o.s.fr. Komm
unan er aldargomul, ein
arvur frá farnum ættarliðum,
eitt amboð eins og fakfeløg
til stýringar og avgerðir í
nærumhvørvinum. Í stødd
eru kommunurnar sera
ymiskar og tað er júst hesin
støddarmunur, sum ger
føroysku kommunurnar so
óegnaðar til avtøku og
samanleggingar. Hví ikki
heldur samarbeiði? Stóra
kommunan kann jú fáa
tilboð um at koma inn, men
ikki fyri einhvønn prís.
Tvey dømi úr Havn, sum
eg haldi vísa at stóra komm
unan lættliga kann vísa høv
uðkambalindi og eirindaleysa
framferð. Fyrst um bygdar
lagið Sund. Miðskeiðis á
syðra armi við Kaldbaks
fjørð, fyrst kai og havnarlag
frammanfyri vindeyguni við
alskyns óruddi, so eitt stórt
elverk við norðaru síðu, til
seinast eitt asfaltverk á
suðursíðu, bert eitt byrsumál
– 40 m – frá sethúsum. Har
er roykur frá skorsteinum,
asfalti og lastvognarnir við
asfalti koyra um húsarhorn.
At fólk kunnu liva í hesum
“kommunulorti” og tí sera
vandamikla royki frá skor
steinum og asfalti er ein gáta.
Annað dømi er um Kolla
fjørð, har Havnar kommuna
hevur sprongt og forvandlað
Innifjørð á suðursíðu, fyrst
eitt havnarlag til Norrønu og
samstundis eina kontainara
havn. Í øðrum londum
byggja teir slík anlegg uttan
fyri bygd øki. Misnøgdin hjá
fólkinum og tann langa røð
av lesarabrøvum við bøn um
at sleppa undan hesi
vandalisering er til fánýtis.
Nevnast skal eisini at Inni
fjørður í skiftandi árstíðum er
sermerktur og telist millum
vakrastu pláss í Føroyum.
Havnar kommuna “tann
stóra” er bert eitt dømi um,
hvat tær smærru kommunur
nar kunnu síggja fram til í tí
sokallaðu samanleggingini.
Leggja kommunurnar í Hvannasundi og Klaksvík saman?
Bjarni DeBess
Í Klaksvík er gott at vera, og
nógvastaðni er sera vakurt,
og nógv er hent í miðbýnum
hesi seinastu árini til gleði
fyri øll. Tað, sum tó domin
erar og pínir hjá nógvum
klaksvíkskingum er sum
øllum kunnugt, Sandurin,
sum bleiv til eina gráa
útfylling. Eri sjálvandi væl
vitandi um, at byggjast skal
á útfyllingina við Sandin í
samband við miðbýarætlan
ina, sum verður eitt prýði
fyri býin, tá ið hon er
liðug… men nær kemur
miðbýurin, sum vit hava
bíðað so leingi eftir, og hvat
gera vit ímeðan vit bíða?
Eitt hugskot er, at meðan
vit bíða eftir miðbýnum gera
gráu útfyllingina við Sandin
til grønt øki. Tað burdi ikki
verið ringt at lagt flag á økið
nú tað er planerað. Flagið
kann lættliga takast av aftur
so hvørt sum tað verður bygt
á økið.
Á grøna økinum kundu
verið borð og stólar, har fólk
hava møguleika at sita og
hugna sær við tí fantastiska
útsýninum. Møguleiki er
eisini at gera ymiskt til
børnini, soleiðis, at tey
eisini kunnu hugna sær við
ymiskum spæli. Bara
hugflogið setir mørkini.
Vónandi verður býráðið
opið fyri slíkum.
Týdningarmikið er, at eing
in bilferðsla verður á økinum.
Fjøruvegur
Fjøran á vestursíðani kundi
verið ruddað, reinsað og
nýggjur sandur verði lagdur
framvið fjørðuni. Síðani
kundi ein gongubreyt verið
gjørd framvið fjørðuni í
hugnaliga umhvørvinum.
Sjálvandi er eisini neyðugt
at hugsa um hvalvágina í
hesum høpi.
Hetta hevur verið tosað
um fyrr, men onki er gjørt
við hetta. Hví ikki gera hetta
til veruleika?
Hugnakrók
Havi luftað tankan fyrr og
geri tað aftur, at plássið
beint heimanfyri Blikksmiðj
una ikki verður brúkt til
parkeringspláss, men heldur
verður gjørt til eitt hugnaligt
umhvørvi, har fólk kunnu
seta seg niður og njóta tað
góða útsýnið.
Eg eri ikki fyri fyribils
loysnum, men nú eru vit
komin hartil, at neyðugt er
at gera býin so hugnaligan
og fjálgan sum tilber, meðan
vit bíða eftir at okkurt
hendir á gráu útfyllingini.
Gerið gráu útfyllingina við Sandin til grønt øki
elseBetH
gunnleygs
Dóttur
Hansen
viðmerkingar