Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 175 - 12. september 2008 17 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin 13. september. Cyprianus, deyður í 258. Hann var sakførari og lærari í Kartago, men 45 ára gamal gjørdist hann kristin og varð tvey ár seinni valdur til biskup. Hann skrivaði nógvar lærubøkur og søgubøkur, og handrit hansara eru týdningarmiklar keldur til søguna hjá fornkirkjuni. Hann var tikin av døgum undir Valerianus keisara. 14. september. Dýrd krossins. Eisini rópt krossmessa um heystið. Krossurin, sum drotningin Helena fann, Kristi krossur, varð tikin og fluttur burtur av heidningum, men funnin aftur og førdur til Jerusalems. Dagurin hátíðarhildin til minnis um hesa hending. 14. september er eisini dagurin, tá ið atkvøðugreiðsla í 1946 var í Føroyum um samband við Danmark ella loysing. 15. september. Mariumessa síðari. Dagur hildin til minnis um ta sálarneyð, sum gekk á Mariu Moy fyri tær líðingar, sonurin mátti tola. Í summum álmanakkum stendur eisini navnið Áskel, ið er sama navnið sum svenska navnið Eskild. Trúboðarin Eskild varð steinaður í hel við Eskildstuna í Svøríki umleið ár 1080. Áskel merkir gudahjálmur. Abbi okkara eitur Hildibjartur, vanliga nevndur Hildi, og er føddur 11. sep­ tember 1928. Hann er sonur til Andreu (1903­ 1997) og Sigmund í Grágeil (1904­ 1966). Hann er næst elstur av 5 brøðr­ um, Jákup (1924­1988), Hildibjartur, Christian Ric­hard, vanliga nevndur Smíli (1929­1968), Ásbjørn (1931­ 1996) og Trúgvi (1937­2001). Hann er einasti eftir av øllum brøðrunum. Einans 19 ára gamal fór hann til skips. Fyrsti báturin hann var við, æt Silverbell, og aíðani var hann við fleiri skipum, so sum Lissy, Súlan, Galathea, Vón, Magnus Heinason, Varberg og Lunarbov. Í árunum 1944­45 arbeiddi hann hjá Niels á Botni, har hann millum annað stappaði fuglar út. Í 1966 kom Savarenni, sum teir fýra elstu brøðurnir keyptu, til Nólsoy­ ar. Um hetta mundið var abbi burturi við Magnusi Heinasyni, men kom við seinni, tá hann kom heim aftur. Teir fýra brøðurnir, ruku bátin og sigldu við honum. Tað vóru Christian Ric­­ hard, Jákup, Ásbjørn og abbi. Hendan bátin høvdu teir til 1984, tá hann í januar ódnini sleit við bryggj­ una í Nólsoy og rak á land, har hann gjørdist vrak. Seinni bleiv hann sokkin millum Stong og Eystnes. Abbi hevur eisini spælt nógvan tón­ leik sum ungur. Hann spældi saman við nøkrum „lokalum“ monnum, mill­ um øðrum Martin Tórgarð. Teir jamm­ aðu eisini saman við Herbert Larson, ein kendur svenskur missioner­ ur og musikari í 50unum. Teir spældu til dans fleiri kvøld, og vóru við í eini sending í ÚF, sum kallaðist „leygar­ kvøld á bygd“. Abbi spældi guitar og banjo, og tað var hann sera dugnaligur til. Í 1950 fann hann sær eina unnustu, tað var Johanna Joensen (fødd Thom­ sen 14.10.1933) úr Skúvoy. Tey giftust 27. februar 1954. Ta fyrstu tíðina tey vóru saman, búðu tey inni hjá Andreu og Sigmundi, men í 1959 fluttu tey inn í síni egnu hús, sum tá høvdu tey staðið í gerð í 5 ár. Abbi gjørdi alt arbeiðið sjálvur, tó við hjálp frá brøðrum sínum. Saman fingu tey 7 døtrar, og tær eru Vónbjørt á Hólum (10.11.1954), Olga Andrea Thomsen (27.5.1956), Hildi­ gunn Hildibjartsdóttir (20.11.1957), Anny Nic­lasen (21.7.1959), Randi Jac­­ obsen (7.1.1961) Liljan Hildibjarts­ dóttir (11.8.1962) og Ingrid Vic­toria Nielsen (7.1.1964). Ein kann ikki siga annað, enn at tey hava havt úr at gera, við 7 gentum innan 9 ár! Meðan genturnar vóru smáar, sigldi abbi nógv, og omma arbeiddi. Meðan genturnar vóru smáar arbeiddi hon í fiskakjallaranum hjá Anfinni, og seinni, tá genturnar vóru blivnar størri, byrjaði omma at ferðast til havnar at arbeiða á Bac­alao, har arbeiddi hon í 11 ár. Síðan fór hon at sigla hjá Strand­ ferðsluni, har hon millum annað sigldi við Dúgvuni, Teistanum og Smyrli. Har var hon í 18 ár. Omma hevur altíð fingið nógv rós fyri allan tann góða matin hon hevur gjørt gjøgnum árini. Tey fingu fleiri sjómenn til versynir, og omma hevur altíð verið røsk at binda teimum hosur, fyri ikki at tosa um allar troyggjurnar hon hevur bundið. Døturnar fingu eisini nógv børn, vit eru heili 23 abbabørn!! Vit eru í aldr­ inum 8­35 ár. Abbi hevur altíð verið ein „alt mulig mand“, og hann hevur millum annað sett mestsum allar oljufýringarnar upp í teimum eldru húsunum í oynni, eins og hann hevur havt ein fingur við í spælinum, tá tey allar flestu húsini í Nólsoy eru blivin renoverað. Um tað hevur verið okkurt, sum døturnar skuldu hava orðnað, so hevur hann umgangandi verið klárur, og hóast hann nú er blivin 80 ár, so gongur hann enn og blandar seg! Tað kunnu vit bert verða glað fyri, tí nú eru vit abbabørnini komin í tann aldur, har vit fara at byggja og annað, og altíð er abbi klárur. Tað vit minnast abba best fyri er, tá vit hava verið og vitja, so hevur hann sitið og greitt frá ymiskum sum hann hevur upplivað gjøgnum lívið. Vit hava sitið sum gandað, tá hann hevur greitt frá. Tá hann hevði fortalt eina søgu, fóru vit uttar í køkin har fingu vit nýbakað breyð frá ommu. Einki er so gott sum at vitja ommu og abba... Vit abbabørn royna at liva upp til abba, og hava vit higartil givið honum 12 langabbabørn, og vóna vit at tað koma fleiri. Vit vilja við hesum orðum ynskja abba hjartaliga tillukku við 80 ára degnum, og vóna at hann fær ein góðan og ógloymandi dag... Vegna abbabørnini Familjan á Botni Til abba á 80 ára degnum Føðingar 20. august fingu Myrna og Kristian Jacobsen, Hvannasund, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3600 gr. 3. september fingu Hanna og Sigurð Vang, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 37 cm. long og vigaði 1300 gr. 3. september fingu Súsanna H. Thomasen og Eivind Rein, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3100 gr. 4. september fingu Karina Viderø Jensen og Búi Dahl, Velbastaður, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4020 gr. 6. september fingu Jona Johansen og Leivur Langgaard, Tórs­ havn, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4000 gr. 7. september fingu Lív Haraldsen og Høgni Viderø, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4150 gr. 7. september fingu Óluva Dahl­Olsen, Streymnes og Hans Arne Davidsen, Toftir, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3900 gr. 7. september fingu Súsanna Hansen og Ove Davidsen, Skopun, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4600 gr. 7. september fingu Anna og Bergur Hansen, Argir, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3500 gr. 8. september fingu Linda Joensen og Oddmar Dam, Mið­ vágur, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3450 gr. 9. september fingu Berit Joensen og Poul Leon Danielsen, Sørvágur, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 5100 gr. 9. september fingu Elin Johnsdóttir og Oyvildur Haldansen, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 4000 gr. 10. september fingu Barbara S. Berg og Páll Nolsøe, Tórs­ havn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3900 gr. 11. september fingu Malan Jacobsen og Sámal úr Skúoy Johansen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3450 gr. 11. september fingu Britta Joensen og Hjørleif Olsen, Vest­ manna, ein son. hann var 52 cm. langur og vigaði 3200 gr. Brúdleyp 11. septembur 2008 giftast Hildegunn Mortensen og Magni Hansen Klaksvík. Vígslan verður í Býráðshúsinum í Klaksvík kl. 17.30. Reseptión verður aftaná vígsluna. Øll eru hjartaliga vælkomin. Leygardagin 13. september giftast í Jetsmark Kirke Anja Egemose og Jan Nissing, Hvedemarke 28, 9490 Panderup, Danmark. Eg eiti Benjamin. Tann 27. juni 2008 kom eg til verðina á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Eg vigaði 3600 gr. og var 55 cm. langur. Mamma og pápi mín eru Brynhild Absalonsen og Bogi Sivertsen, Keypmannahavn. 8. september fekk Niels, sum er 7 ár, hesa fittu lítlusystir. Foreldrini eita Arnbjørg Danielsen og John Petersen og búgva í Hoyvík.