Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 175 - 12. september 2008 Magnus Bech, Sør­ vágur, ættaður av Tvør­ oyri, andaðist mikudag­ in 10. september á Landssjúkrahúsinum, 67 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum leygardagin klokkan 16. Jarðarferðin verður úr Sørvágs kirkju sunnu­ dagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnst Magnus, kunnu lata eina gávu á konto í Føroya Banka. Sungið verður úr sálmabókini. Andlát og jarðarferðir Eri staddur í Rumenien, vit hava avskipað eina stóra nøgd av sjúkrahúsútgerð til sjúkrahúsið í Budesti og til sjúkrahúsið í Olt­ nita, somuleiðis bleiv ein rætti­ liga stór nøgd av sera góðum klæðum útdeild til fólkið í bygd­ ini Clincu, har vit arbeiða eina­ mest. Hetta vóru klæðir, sum vóru givin av góðhjartaðum hand­ ils­ og privatfólkum í Føroyum. Gleðin og takknemligheitin var at fáa eyga á, tað vóru bæði børn og vaksin, sum gleddust um hesa stórfingnu gávu. Mitt í hesum gleðisróminum kemur eitt sms á telefonina, tað er Ruth, dóttur okkara sum skrivar. Babba, hevur tú frætt at Aril Edvardsen er deyður? Grundað á persónlig vinarbond, sum blivu knýtt okkara millum fyrst í 80’­unum, tá hann vitjaði her á landi fyrstu ferð, havi eg valt at skriva nøkur orð um hendan stóra Guds mannin í nýggjari tíð, tilfar sum er at taka av er rúgvusmikið, tó skal tað vera ein forkortað end­ urminning her frá. Aril byrjar sína evangelist­ og boðanartænastu í 1959, tað skuldi skjótt vísa seg, at hesin ungi maður var ein málrættaður og visjonerur maður, hetta kundi føra hann til tíðir inn í misskilj­ ingar, men hann stóð fastur uppá visjónina, sum Harrin hevði givið honum. Í 1965 stovnar hann Troens Bevis, hetta skuldi vísa seg at vera ein av tí størstu heimsevang­ eliseringum í nýggjari tíð, hetta bleiv ein heilt øðrvísi máti at missionera uppá, hann skaffaði tað fíggjarliga grundarlagið til hetta arbeiði frá teimum ríku londunum, tað blivu fastir gevarar við einum føstum gjaldi um mánaðin, sum komu at fíggja innføddar trúboðarar í hesum ymsu londunum. Her heima í Føroyum er ein fittur flokkur av fólki, sum stuðla Troens Bevis. Aril varð ein, sum bygdi brúgv millum ymsar mentanir og ymsar trúðarrætningar, her bleiv hann ikki altíð væl forstaðin, her gingu bylgjurnar til tíðir høgt millum gamalt og nýtt. Aril var tann evangelistur í nýggjari tíð, sum megnaði at savna ein stóran part av teim ymsu kirkju­ og samkomuleiðar­ unum undir einum felags heiti ­ At tit mugu elska hvønn annan. Vit mongu, sum hava gjørt okk­ um túrin til Sarons Dal, serliga í 70­ og 80’­unum, kundu uppliva at lutherskir bispar, próvstar, prestar, saman við pinsum, katol­ ikkum, karismatikarum, kundu standa saman í Sarons Dal í ein­ leika og prísa sínum frelsara. Aril móttók frá tí Pakistanska presidentinum ein prís fyri at vera ein, sum skapaði sáttargerð millum fólkasløg. Aril var ein virkin maður, hann megnaði at skriva 50 bøkur, tó var tað mesta um trúgv og evangelisering. Ein filmur er gjørdur um hann, sum ber heitið Himmelen revner. Hann plagdi at taka so til, tá tosað var um hvussu ein ynskti at doyggja, tá segði hann so, »At jeg dør med støvlene på«, her hugsaði hann, at hann hevði arbeiðsstivlarnar á, tað kom hann so at uppliva. Aril vitjar Føroyar Í november mánað í 1981 kemur Aril til Føroya á fyrsta sinni, rørslan, sum reisti undir heitinum Kristus er svarið, stóðu sum inn­ bjóðarar. Saman við Åge Ålekjær og einum filmsliðið úr Sarons Dal, blivu møtir hildin ymsastaðni í landinum, ítróttarhallir blivu stúgvandi fullar av bæði ungum børnum og aldrandi fólki. Jú av sonnum dagar við vælsignilsum. Tá ið Aril vitjaði lond, setti hann seg altíð inn í fólksins søgu og mentan. Vit høvdu tosað við Sala­ mon Joensen, prest (sála), um hann kundi greiða frá og fara ein túr við Aril á søgulig pláss. Eftir hendan túrin helt Salamon fyri, sjálvdan havi møtt slíkum persóni, sum hevur sett seg so væl inn í søgu okkara og mentan. Somuleiðis var hann og heils­ aði uppá okkara politiska leiðara tá, Paula Ellefsen. Vit vistu, tá vit tóku tað óvan­ liga stig at bjóða Aril til Føroyar fyri aðru ferð, kom tað at geva rembingar, men vælsignilsi við vitjan hansara vigaði meira fyri okkum. Í miðum 80’­unum kemur Aril og Karin, Kei Holte og konan at hava møtir í tjaldinum á Gøtueiði. Aril var lættur at vera saman við, skemtingarsamur, hann var ein maður, sum gav frá sær av teim­ um royndum, hann hevði gjørt í tænastuni. Vit eru mong í Føroyum, sum eru takksom fyri tað Aril hevur givið okkum gjøgnum vitjanir, tað skrivaða orðið og á annan hátt. Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minni um Aril Edvardsen. Vinarliga Thomas J. Askham Til minnis um Aril Edvardsen evangelist í Noreg Aril Edvardsen Aril Edvardsen talar í tjaldinum á Gøtueiði í 1983 -har tað hendir Universiteti fyri Miljø- og Biovitenskap, Ås Norra. Ása Mikkelsen, Vágur, hevur lokið prógv sum Master í Kyn og Mentan á Syd Dansk Universitet í Odense. Prógv Jean Dela Cruz Gudjonsson, Klaksvík, hevur tann 11. juli 2008 lokið prógv sum Master of Science in Finance and International Business á Handilsháskúlanum í Århus, Århus Universitet. Gullbrúdleyp Týsdagin 16. sep- tember hava hjúnini Elsa Egilsnes og Poul Johannes Egilsnes verið gift í 50 ár. Hesin stóri dagur verður hild- in sunnudagin 14. september frá kl. 14:00 til kl. 20:00 í heiminum hjá soninum Jónfinn Egilsnes, Hornavegur 9, uppi í Miðalsbrekku, Vestmanna. Øll eru hjartaliga vælkomin. 60 og 60 ár Leygardagin 13. sept. kl. 11-15, halda Ragnhild (Gugga) og John Petersen 60 ára føðingardag. Dagurin verður hildin Á Túgvu 1, Tórshavn. Øll eru hjartaliga vælkomin. Leygardagin 13. sept. fyllir Sólrun Danielsen í Sandvík 60 ár. Føðingardagurin verður hildin í Ranhøll frá kl. 18.00, øll eru hjartaliga vælkomin. ára føðingardag. Dagurin verður hildin Á Túgvu 1, Tórshavn. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ár Sunnudagin 14. sept. fyllir Jógvan Tróndheim, Klaksvík, 80 ár. Dagurin verður hildin á Klaksvíkar sjómansheimi frá kl. 19. 80 ár Mánadagin 8. sept. fylti Johild á Løgmansbø 80 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 13. sept. í Bygdarhúsinum í Miðvági kl. 10-16. 80 ára føðingardagur Leygardagin 13. september fyllir Ebba á Deild, vanliga nevnd Ebba í Koltri, 80 ár. Dagurin verður hildin í Kvinnu- felagshúsinum á Glyvrum frá kl. 17.00. Øll eru vælkomin. Prógv 29. august fekk Sámal Petur Danielsen, Hoyvík, prógv sum bilmálari á Silkeborg Tekniskiskole, hann fekk 10 tal + rós. Regin Arge hevur lokið prógv In Applied Aqua Culture við nøvn