Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 175 - 12. september 2008 19 tíðindi - So skjótt vit byrja at kjakast um grundleggjandi virði, er okkara mentan longu í upploysn. Men tað nýtist ikki at vera eitt negativt tekin, heldur virðislønti rithøvundurin Jens Smærup Sørensen, sum verður at hoyra í Norðurlandahúsinum í morgin Bókmentir Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Við skaldsøguni Mærkedage gjørdist Jens Smærup Søren­ sen ein tann mest virðislønti danski rithøvundurin í fjør. Og tað vóru ikki bara ummælarar og bókafólk, sum funnu mest rósandi orðini fram. Eisini breiða lesarafjøldin hevur tikið óvanliga væl ímóti bókini, og líka síðani hon kom út, hevur rithøvundurin ferðast runt land og ríki og greitt frá bókini. Sjálvur er Jens Smærup Sørensen ikki í iva um, hví júst hendan bókin hevur vunnið so stóran tokka milll­ um fólk. ­ Við Mærkedage sigi eg bara søguna hjá okkum øll­ um. Tað er hóast alt ikki ser­ liga langt síðani, at gamla bóndasamfelagið hvarv, og tey, sum ikki minnast tað sjálvi, hava hoyrt um tað frá foreldrunum ella omm­ um og abbum. Tí viðkemur ein slík søga okkum øllum onkursvegna, sigur Jens Smærup Sørensen. Saknur í felagsskapum Bókin Mærkedage er ein ættarliðsskaldsøga um tvær familjur í Staun, heimbygd­ ini hjá høvundanum. Søgan verður søgd við støði í eini konfirmatión í 1934, einum silvurbrúdleypi í 1967 og einum 60 ára føðingardegi í 2003, har nakrir av somu persónunum ganga aftur. Hesir tríggir merkisdagar­ nir gerast harfrá støðið undir eini hugtakandi lýsing av, hvussu gamla bóndasam­ felagið spakuliga fer í upp­ loysn. Siðir broytast, sonur ein av høvuðspersónunum vil ikki yvirtaka garðin, abba­ og ommubørnini ger­ ast vinnnulívsfólk og aka­ demikarar og nógv av teim­ um flyta frá heimbygdini, út í stóru verð. Men alt hetta hevur verið á veg leingi, ger høvundurin vart við. So tá tá silvurbrúð­ urin í 1967 ger nakað so óhoyrt sum at halda røðu fyri manninum, og altso ikki øvugt, verður tað eitt sigandi tekin um, at tað gamla av álvara er farið. ­ Tað liggur jú í tí, at so skjótt vit byrja at kjakast um grundleggjandi virði og siðir, er felags mentanin longu í upploysn. Men tað merkir ikki í sær sjálvum, at tað verður ein verri mentan. Vit fara bara víðari, tí soleiðis skal tað vera, sigur Jens Smærup Sørensen og leggur afturat, at nógvar av broytingunum sjálvandi hava verið til tað betra. Hóast Mærkedage sostatt ikki málar eina nostalgiska mynd av tí farna, heldur høvundurin seg síggja nógv tekin um, at vit í dag sakna at verða partur av onkrum størri felagsskapi. Her hugs­ ar hann serliga um óvanliga nógvu heimstaðar­ og ættar­ liðsskaldsøgur, sum eru komnar út seinnu árini. ­ Ikki tí hesar bøkurnar endiliga romantisera tað farna, men tær kundu bent á ein longsul eftir at síggja seg sjálvan í einum størri samanhangi. Eina ásannan av, at vit ikki eru heilt nøgd við einstaklingatilveruna, vit annars hava mett so høgt, heldur høvundurin. At flestu av hesum nýggj­ aru ættarliðsskaldsøgunum ikki eru skrivaðar fyrr enn nú, heldur høvundurin eis­ ini hava sína orsøk. ­ Vit hava ikki havt tíð til at skriva tær fyrr, tí vit hava havt meir enn nokk um oyr­ uni við at gerast modernaði. Tað er nústani, tað gongur upp fyri okkum, at vit kanska brutu út í stóru fam­ iljunum við í so bláoygdum eldhuga. Seinasta útkall Hóast Mærkedage er ein íspunnin søga, dylur Jens Smærup Sørensen ikki yvir, at hann eisini skrivaði bók­ ina fyri at kanna sítt egna lív. Sjálvur vaks hann upp á einum bóndagarði í Staun, til hann sum 14 ára gamal flutti til ein størri bý at ganga í realskúla. ­ Tað var nokk eisini best fyri øll, tí tað var lítil dugur í mær sum bóndasoni, flenn­ ir Jens Smærup Sørensen, sum er glaður um, at hann ikki noyddist út í nakað kjak fyri foreldrini um, hvønn veg hann skuldi fara. ­ Ongin kroysti meg til at verða verandi ella til at fara. Tað lá líkasum bara í luftini, at ongin framtíð var í gamla bóndahaldinum longur. Vit høvdu longu fingið vaski­ maskinu og onnur húsar­ haldstól, so tað var ikki neyðugt longur at hava ung­ ar gentur í starvi, og fyrsti traktorin var eisini á komin á garðin. Men vit syrgdu alsto fyri at hava ein av hest­ unum eftir, tí vit ivaðust í, um traktorurin mundi klára arbeiði hjá hestunum, minn­ ist Jens Smærup Sørensen og kemur í tankar um enn eina orsøk til at hann skrivaði Mærkedage. ­ Tað gekk knappliga upp fyri mær, at eg havi livað í eini heilt aðrari tíð. At vit, sum minnast hesa tíðina, skjótt fara at fækkast, var enn ein orsøk at fortelja hesa søguna, sigur hann. Á skeið í tær sjálvum Skal Jens Smærup Sørensen nevna okkurt, sum serliga eyðkennir skiftið fra tí gamla til tað modernaða, má tað vera ’uppfinnsemi’ heldur hann. Onki var so illgruna­ samt í gamla bóndasam­ felagnum, sum fólk, ið funnu uppá okkurt nýtt. Tí hvat skuldi tað nú vera gott fyri? ­ Í dag er uppfinnsemi kanska tann menniskjaligi eginleikin, sum er hægst í metum. Vit kunnu enntá upp­ finna okkum sjálvi av nýggj­ um, vit kunnu í øllum førum altíð byrja umaftur og um tað ikki riggar, kunnu vit fara á skeið fyri at blíva øðrvísi menniskju. Tað sigur seg sjálvt, at í einum slíkum tíðar­ anda fær eitt orð sum ’lagna’ ein heilt annan týdning. Hvørja lagnu persónarnir í Mærkedage fingu, verður høvið at hoyra Jens Smærup Sørensen greiða frá í fyri­ lestri í Norðurlandahúsinum í morgin klokkan 15. Okkara mentan er í upploysn - Okkurt bendir á, at vit brutu út úr familjufelagsskapunum við í so bláoygdum eldhuga, sigur rithøvundurin, Jens Smærup Sørensen, í práti um bók sína Mærkedage