Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 175 - 12. september 2008 Operatión Dagsverk Annika Hedegaard Isfeldt 17. juli Fyrsti dagur í Afrika og fyrsti dagurin í nigerska høvuðsstaðnum Niamey. Man følir væl, at vit endiliga eru komin fram til Afrika nú – øll eyðkennini eru her; gjøgnumtreingjandi hitin, nógvu insektini og stóra fátækradømi, sum á ymiskan hátt vísir seg kring býin. Vit eru øll rættiliga útlúgvað eftir langa túrin suðureftir í gjár (eg fór heimanífrá kl. 04 í gjár og vit vóru ikki í Niamey fyrr enn uml. kl. 06 í morgun), so vit avgjørdu at halda ein nøkurlunda avslappaðan dag í dag við bert at fara ein túr á lokala marknaðin her og gera okkum eina lítla mynd av býnum. Hetta varð eisini ein ómetaliga stór uppliving fyri okkum – allarhelst tí, at hetta var fyrsta møtið okk­ ara við Afrika. Á markn­ aðinum fóru tey, sum eg fylgdist við, yvir til ein frukthandil fyri at semjast um fruktprísir, og knappliga stóð eg einsamøll eftir mitt á gøtuni í Niamey umringað av kvinnum við lítlum grátandi børnum og goml­ um monnum og kvinnum, ið eingi eygu høvdu. Tað varð knappliga ógjørligt at gera seg leysan frá biddandi eygunum og útstrektu hondunum. Ein lítil drongur við stórum myrkabrúnum eygum, sum sat í føvninginum hjá mammu síni, hugdi bidd­ andi at mær, meðan hann tugdi fingrar sínar, sum vildi hann vísa mær, hvussu svangur hann var. Tað var ikki serliga behagiligt at standa við fleiri pengum í lummunum, enn tey flestu fólkini tjena uppá fimm ár harniðri. Men man kann jú ikki geva øllum eitt sindur av pengar – hetta hjálpir teimum bert eina lítla løtu, men í longdini er henda hjálpin ikki nóg góð. Tá ið man hevur givið tí einu lítlu hondini pengar, kemur ein nýggj hond beinanvegin fram. Eftir eina góða løtu fekk eg tíbetur eygnakontakt við eina av gentunum, eg fylgd­ ist við, og hon fekk togað meg úr fólkamongdini, sum var savnað rundan um meg. Eftir at vera komin aftur til hotellið, vórðu vit øll á einum máli um, at tað var rættiliga hart at vera hvítur turistur í einum av fátækastu londum heimsins. 18. juli Hví er heimurin so órætt­ vísur? Hvør hevur avgjørt, at summi skulu vera rík og hava nógvar møguleikar, meðan lívið hjá øðrum er ein stórur kampur hvønn einasta dag? Stættarmunirnir í Niger eru ikki serliga stórir – øll eru satt at siga næstan líka fátøk. Tað er ræðuligt. Tey einastu, sum tykjast at eiga pengar, eru ambassadørarnir úr útlondunum. Vit vóru í dag ein túr úti í einum forstaði, har vit í okk­ ara minibussi møttu einum stórum bólki av smílandi børnum. Tað er ikki hvønn dag, hesi børnini síggja hvít fólk og vit vóru tí dagsins hæddarpunkt í forstaðnum. Við trimum børnum í hvørjari hond var eg saman við hinum leidd runt fyri at síggja, hvussu maturin verður gjørdur herniðri og hvussu skúlin sær út. Tað var eitt rættiliga løgið upp­ livilsi alla tíðina at hava eina rúgvu av børnum renn­ andi aftaná sær – bara tí at tú ert hvítur og harvið eisini øðrvísi. So skjótt sum vit tóku lítlu digitalkamera’ini hjá okkum fram, vórðu børnini púra vill – tey vildu øll sleppa uppá myndinar, so tey hareftir kundu sleppa at síggja seg sjálvi á skerm­ unum á kamera’unum. Eftir hendan túrin fóru vit víðari til bústaðir og arbeiðs­ pláss hjá altjóða ambassa­ dørum í Niamey. Serliga amerikanska ambassadan var øgilig! Yvir av smáum afrikanskum leirsmáttum stendur massiva amerikan­ ska ambassadan, sum er innhegnað av píkatráðshegni og uttan fyri hesa standa stórir ambassadubilar par­ keraðir – hetta stóð í kontrast til illa farna bústaðin hjá nigerska presidentinum, sum líktist einum 80­ára gomlum bygningi, ið ongan­ tíð hevði verið renoveraður. 19. juli Bussurin er steðgaður upp. So hevur man eisini roynt tað – sovorið kann allarhelst ikki sleppast undan her – tað er nokk ein partur av upplivilsinum. Vit eru á veg ímóti Maradi­økinum í minibussi okkara, sum nú er yvirfyltur, tí afturat okk­ um frá OD hava vit eisini við okkum tríggjar tulkar, seks børn hjá Care­kokkin­ um, ein vinmann hjá sja­ førinum umframt nógvar tungar taskur. Eg trúgvi neyvan, at bussurin fer at yvirliva langa túrin suður­ Fyrsta afrikanska ferðin Á stórfundinum í desember í fjør avgjørdu føroyskir og danskir OD-bólkar í felag við atkvøðugreiðslu, at OD- hjálpin í ár skal fara til afrikanska landið Niger, ið er fjóðra fátækasta land heimsins. Í 2003 fór yvirskotið av søluni av Børnenes Julekalender í Danmark til at byggja skúlar til børn í Niger, sum OD fara at arbeiða víðari við við m.a at halda hesar við líka og gera teir størri. Tað eru hesir skúlar, hjálparfelagsskapurin vitjaði í juli mánaða. Saman við hjálparfelagsskapinum Care, sum í mong ár hevur verið við til at menna Niger, fer OD at byggja 19 nýggjar flokksstovur til børn í Maradi-umráðnum. FAKTA Studentahjálpar­felagsskapur­in Oper­atión Dagsver­k fer­ hetta skúlaár­ið at stuðla afr­ikanska landinum Niger­. Í hesum sambandi vór­u umboð fyr­i høvuðsskr­ivstovuni hjá felagsskapinum í Niger­ í juli mánaði, har­ tey í tvær­ vikur­ hava vitjað landið í samband við nýggju OD-kampagnuna Hetta er fyrsti partur úr ferðafrágreiðingini