fríggjadagur 12. september 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 175 - 12. september 2008
21
eftir
við
allari
hesari
eykavektini...
20. juli
Eg má havt verið rættiliga
naiv, tá ið eg í gjár helt, at
trupulleikarnir hjá okkum
vóru lidnir eftir motor
trupulleikarnir. Ætlanin var,
at túrurin suður bert skuldi
taka tíggju tímar – men end
in varð, at vit sótu sveittandi
í bussinum í meira enn 21
tímar. Eftir at vit allan dagin
høvdu steðgað eitt ótal av
ferðum fyri at sjaførurin
kundi roykja, fólk kundu
fara út at pissa o.s.fr., vórðu
vit aftur kl. 23 noydd at
halda ein langan steðg. Vit
vóru tá ein tíma frá at røkka
okkara máli, men nú var
einki bensin eftir! Vit vórðu
tí noydd at bíða í einum býi
í tríggjar tímar fyri at onkur
kundi koma við bensini til
okkum… Segði nakar ”afri
can time”? Allar pausurnar
bilaðu nú ikki so nógv, tí
tað var hugnaligt at vera
millum hini í bussinum og
útsýnið gjøgnum bussvin
deyguni var fantastiskt. Tað
er veruliga nakað heilt
serligt at fáa møguleika fyri
at koyra gjøgnum Afrika –
landslagið er avbera vakurt
og fólkini, man koyrir
framvið, eru blíð, smílast
glað til ein og vinka.
21. juli
Nú hava vit longu verið í
Afrika í fleiri dagar – tað er
rættiliga løgið at hugsa
sær.
Vit eru endiliga komin
fram til verkætlanarøkið
hjá okkum nú (nýggju skúl
arnar, sum ODhjálpin m.a.
eisini fer til, kunnu vit ikki
vitja av trygdaráðum og vit
fara tí at vitja skúlarnar,
sum vórðu bygdir í 2003 í
jólakalendaraverkætlanini
og sum OD fer at hjálpa til
við at halda við líka). Niger
er 4. fátækasta landið í
heiminum og hetta kemur
nú týðiliga til sjóndar í m.a.
íbúðarviðurskiftunum hjá
teimum lokalu úti á land
inum, har vit nú eru. Vit
sova á madrassum undir ein
um hálvtaki við moyggja
bitanetum yvir okkum. Hesi
net eru hent at hava við sær,
tí malariamoyggjabitarnir
eru um seg frá sólin fer
niður til hon er komin upp
aftur. WCviðurskiftini eru
eisini munandi øðrvísi enn
heima; okkara WC er eitt
hol í gólvinum í einum
ótespiligum
rúmi,
har
kakkerlakar stórtrívast. Her
er sjálvandi ei heldur nakað
bað, so man noyðist bert at
brúka ein vátan klút til
vaska sær.
Komandi seks dagarnar
er ætlanin, at vit í trimum
bólkum skulu vitja tríggjar
ymiskar bygdir fyri har at
læra mentanina og fólki
betur at kenna. Hetta skal
so í síðsta enda gera okkum
betur rustaði til at fara runt
á skúlanar kring Danmark
og Føroyar at greiða frá um
Niger. Saman við fýra av
hinum frá OD skal eg tískil
komandi dagarnar vera í
bygdini Kaima, har fólka
sløgini hausair og fulaniar
búgva síðu um síðu.
Saman við einum øðrum
bólki, fóru vit til okkara
egnu bygd og bygdina
Bajega, har tað bert búgva
hausair. Tað var løgið at
síggja, hvussu stórur munur
var á bygdunum. Í Bajega
sat høvdingurin á einum
skinni og sá hábærsligur út,
tá hann ”gav okkum loyvi
at vitja bygd hansara”. Ein
fjøld, ið útstrálaði stóra
gleði, kom ímóti okkum
har. Tey klappaðu og flentu,
hvørja ferð vit opnaðu
munnin, óansæð hvat vit
søgdu. Í Kaima var dámurin
heilt øðrvísi og nógv meira
avslappaður. Har vórðu ikki
so nógv fólk savnaði, tá ið
vit komu, tí tey flestu fram
vegis vóru í markini og
arbeiddu. Høvdingurin var
eisini munandi meira av
slappaður; hann kom friðar
liga yvir til okkum og setti
seg har eftir eina løtu.
22. juli
Marknaðardagur, afturaftur.
Hvønn týsdag er stórur
marknaður her í Gabi og
seljarir koma úr øllum
teimum smáu bygdunum
har í nánd fyri at vísa vørur
teirra fram og vónandi
eisini fáa okkurt selt nakrar
av teimum. Serliga nú her í
regntíðini hava bóndirnir
nógv at gera við arbeiði og
vit vilja ikki órógva arbeiði
teirra meira enn hægst
neyðugt
–
ein
mistur
arbeiðsdagur herniðri kann
nevniliga elva til, at eingin
matur er til familjuna eitt
longri tíðarskeið. Hesin
marknaðurin var eitt sindur
øðrvísi enn marknaðirnir í
stórbýunum, tí tey her eisini
selja
ymiskt
frá
land
búnaðinum – sum t.d. djór.
Eg spurdi ein av tulkum
okkara um prísin á eini geit,
ið var til sølu og fekk at
vita, at hon kostaði 18.000
CFA (t.e. 180 kr). So lítið
skal altso í veruleikanum til
fyri at hjálpa einari familju
herniðri
–
upphæddin
noyðist ikki at vera størri
enn so, at man gevur 180
kr.! Og hvat brúkar vit í
Føroyum vanliga 180 kr.
til? Kanska til ein góðan
máltíð á einari matstovu?
Eitt par av Björn Borg
undirklæðum?
Ein
túr
gjøgnum Norðoyatunnilin?
Hóast officiella trúgvin í
Niger er islam – er hendan
trúgvin her øðrvísi enn
okkara vanliga fatan av
islam, sum her er blandað
við upprunatrúnna, sum var
í Niger, áðrenn islam kom.
Á
marknaðinum
fingu
dreingirnir frá sekreteriat
inum tosað við ein lokalan
medisinmann, sum m.a.
segði frá, at eitt tinda
svínahøvd er mest kraftfulla
amulettin, sum er til – hon
verjir nevniliga ímóti at
konufólk verða ótrúgv...
Hvør segði, at vesturlendsk
læknavísind er betri?