Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-12, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 175 - 12. september 2008 lýsingar Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna Maskinførari m/k til Lendisdeildina Søkt verður eftir maskinførara m/k til Lendisdeildina at byrja skjótast til ber. Arbeitt verður við at gera gongugøtur o.a. viðlíkahald. Koyrikort í flokki B ella traktorkoyrikort er eitt krav. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jógvan Olsen á fartelefon 27 36 80. Umsókn saman við møguligum viðmælum, verður at senda til Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 22. september 2008. Pedagogur til Dagstovnin á Velbastað Søkt verður eftir einum pedagogi til Dagstovnin á Velbastað at byrja 1. oktober ella eftir avtalu. Møguleiki er at arbeiða fulla ella niðursetta tíð. Um stovnin Stovnurin hevur vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla. Stovnurin hevur góð hølisviðurskifti, stóran garð og liggur í náttúruvøkrum umhvørvi oman fyri bygdina á Velbastað. Viðurkennandi námsfrøði Okkara leistur at arbeiða eftir er viðurkennandi námsfrøði, og við einum nýggjum og øðrvísi starvsfólkabygnaði, leggja vit dent á samstarv, trivnað og menning. Í løtuni ganga 64 børn í aldrinum frá einum til átta ár á stovninum. Setanarviðurskifti Løn og setanarviðurskifti annars verða sambært sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsóknir Umsóknir við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu sendast til Dagstovnin á Velbastað, Norðuri á Heyggi 55, 176 Velbstað og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 24. september 2008. Meira at vita Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Jóhonnu Rubeksen, leiðara, tel. 21 81 32. Reingerðarfólk til Heimið fyri minnisveik Søkt verður eftir reingerðarfólki at arbeiða 20 tímar um vikuna til Heimið fyri minnisveik í Vallalíð. Vit søknast eftir fólki sum: UÊ Ž>˜˜Ê>ÀLiˆs>ÊÍ?ÛÃÌ©sÕ}Ì UÊ `Õ}ˆÀÊ>ÌÊÃ>“ÃÌ>ÀÛ>ʜ}ÊiÀÊviŽÃˆLÕÌ UÊ …iÛÕÀʅÕ}ʜ}ʅi}˜ˆÊ>ÌÊ>ÀLiˆs>ÊۈsÊvŽˆ]Ê ið eru minnisveik Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber og lønt eftir sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við møguligum viðmælum og upplýsing um royndir skulu sendast til Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 29. september 2008. Meira at vita Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Idu Sørensen, leiðara, tel. 30 24 56 ella 21 73 39. Renault Laguna til sølu Bilurin er frá desember 1998. Hevur fløgu- spælara og el-rútar. Bilurin er enskur, men er skrásettur í Føroyum og er góður at koyra. Verður seldur SERA BÍLIGA vegna flyting. Áhugaði kunnu ringja á tel. 222081 Bíliga til sølu