Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-12, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2008síða 44

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 175 - 12. september 2008 Handilsbygningur – Heiðavegur, Saltangará Ognin er ein handilsbygningur (Stokkastovan). Húsini eru í 2 hæddum – hvør hæddin 352 m2 – í alt 704 m2. Býggiár: 1976. Niðara hæddin verður útleiga til handilsvirksemi. Í niðaru hædd er stórt handilshøli, køkur, skrivstova, wc, goymslurúm og bryggers / fýrrúm. Ovara hædd er í ferð við at verða gjørd heilt av nýggjum. Bygningurin verður seldur samlaður, ella niðara hædd fyri seg og ovara hædd fyri seg. Bygningurin liggur sera væl fyri mitt í býnum. Tað er millum annað møguleiki at gera 4 íbúðir í ovaru hædd á umleið 88 m2 hvør. Hesar kunnu gerast lyklaklárar um áhugi er fyri tí. So lat okkum frætt frá tær, um áhugi er. P/F Inni Tórshavn Tel 354200 Fax 354201 Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Stórt grundøki – Argjabogagøta 38, Argir Ognin er eitt stórt jarðarstykki á uml. 3.460 m2 í C 3 miðstaðarøki. Loyvt er at byggja randarhús / tvíhús / íbúðarblokkar og bygningar til tænastuvinnu / handil. Ognin, ið liggur úti á Argjaboða, liggur væl fyri við sera góðum útsýni út á førðin. Vinnubygn. – Stoksoyrarvegur 10, Klaksvík Bygningurin er í 3 hæddum. Niðasta hædd og miðhæddin er um 1000 m2 hvør (uttara mát), og ovasta hædd er um 400 m2 - í alt uml. 2.400 m2. Grundøkið er 3.079 m2. Annar parturin er bygdur í 1930’unum og hin í 1950’unum. Bygningurin var fram til 1997 brúktur til fiskavirking, og síðani er hann brúktur til goymslu. Byggisamtyktin er nú broytt, so tú kanst brúka bygningin og økið til m.a. trivn- aðar-, mentannar-, tænastu-, handils- og matstovuvirksemi og til umsiting. Møguleiki er fyri at gera innkoyring frá Stoksoyrarvegnum. Ognin verður seldur um hóskandi boð fæst. Virkisgrund – Húsagarður, Syðrugøta Talan er um eina ogn í Syðrugøtu, sum er ein stoypt grund á 209 m2, ið stendur oman ímóti sjóarmálanum. Grundin er stoypt í 1950-unum og grundøkið er 607 m2. Loyvt er at byggja vinnubygning oman á grundina. Tekningar eru tøkar. Trøð til grundstykki – Kollaførður Ognin er eitt stórt jarðarstykki / trøð innangarðs á uml. 10.520 m2 Norðuri í Sundum, Kollaførður. Ognin, ið er væl egnað til grundstykki, liggur sera væl fyri í nátturuvøkrum og friðarligum umhvørvi við sera góðum útsýni og atgongd til veg. Ognin verður seld, um hóskandi boð fæst. Handils- / skrivstovuhøli – til leigu Talan er um niðastu hædd í bygninginum Yviri við Strond 3, Tórshavn – í alt 214 m2. Hølini eru væl egnað til handil ella til skrivstovu. Har eru 2 stór rúm, 3 smærri rúm, køkur, wc og fýrrúm. Hølini eru væl útgjørd við øllum nútímans el- og it- innleggingum. Eisini er no-break anlegg. Hølini liggja sera væl fyri við høvuðsveg, og inngongd er beint inn frá vegnum. Nøkur p-pláss eru við í leigumálinum. Vinnubygn. – Kajøkið, við Trøllaklett, Søldarf. Vinnubygningur á kajøkjinum í Søldafirði. Bygningurin er í einari hædd – í alt 120 m2. Har er eitt stórt høli á umleið 80 m2, skrivstova / køkur, skiftirúm og wc. Grundøkið er 600 m2. Byggiár: 1980. Bygningurin kann útbyggjast til tað dupulta. Við bygninginum fylgir loyvi til at flyta út feskan fisk og hummara. Við bygninginum fylgir eisini ein elektriskur trukkur, ein lastvognur, 2 bingjur og 400 fiskakassar á 70 kg. Bygningurin er eisini væl egnaður at nýta til onnur endamál so sum smiðu, goymslurúm o.s.fr. Uttanumøkið er asfalterað. Bygningurin stendur sera væl fyri, er lætt atkomuligur fyri stór akfør. Bygningurin er í góðum standi og er bygdur av bjálvaðum betong elementum. Prísuppskot : 1.900.000,00 kr. Vinnubygningur – Rituvíkshálsur, Nes Stórur vinnubygningur á Rituvíkshálsi. Bygningurin er í einari hædd við innskotum dekki í parti av bygninginum. Veghæddin er 893 m2 og innskotnað dekkið er 587 m2. Samlaða gólvíddin er 1.480 m2. Grundøkið er 5.209 m2. Byggiár: 2002. Høllin er væl egnað til vørugoymslu, handil og annað vinnuligt virksemi. Eisini er møguleiki fyri at byggja út upp til 3000 m2. Afturat goymslurúminum er fýrrúm og wc. Frá veghæddini er galvaniserað stáltrappa upp til innskotnað dekkið. Alt uttanumøkið er javnað og asfalterað. Kring alt økið er uppsett stik við stálsúlum og galvaniseraðum stáli. Bygningurin stendur sera væl fyri og er lætt atkomuligur við stórum akførum. Bygningurin er í sera góðum standi og krevur ongar ábøtur. Ognin hevur ein trý ára leigusáttmála. Verður seld um hóskandi boð fæst. Virkisbygningur – Marknagilsv. 86, Tórshavn Virkisbygningur við íbúð. Ognin er 4 størri og smærri goymslu- og framleiðslubygningar við gólvvídd á í alt 1.126 m2. Grundøkið er 3.753 m2. Byggiár: uml. 1967. Høvuðshøllin er 32x14=452 m2. Loftshæddin í niðaru hædd er 3,8 m. Har er arbeiðsrúm, skrivstova, blandirúm og atgongd til sproytukabinu, trappa til kjallahædd, trappa til umsiting á ovaru hædd og trappa til íbúð við egnari inngongd. Í ovaru hædd er umsiting uml. 40 m2 og íbúð á uml. 60 m2. Í íbúðini er gongd, køkur, stova kamar og baðirúm. Umsitingin hevur skrivstovu, matstovu við tekøki, skiftirúm og wc. Kjallarahæddin er 182 m2 og hæddin 1,98 m. Har er fýrrúm og goymsla. Sproytukabinan er uml. 7x6,5=47m2. Síðuhøllin er 25,4x11,3=287 m2. Hæddin er 5m undir mønuni. Hartil er tilbygningur í 2 hæddum á 7,65x3,90=30 m2 - í alt um 60 m2. Her er hæddin 6 m. Síðuhøllin er høvuðsumvæld í 2002. Alt uttanumøkið er planerað og partvíst asfalterað. Ognin liggur sera væl fyri í náttúruvøkrum umhvørvi nær býnum við ringvegin í A1 øki og hevur sera gott útsýni. Ognin verður seld, um hóskandi boð fæst.