Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. september 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 176 - 15. september 2008 Samanlegging á skránna í Sørvági Jóhan F. á Ørg, bygdaráðslimur í Sørvági, (myndin) fer at taka málið upp um at fáa eina fólkaatkvøðu í Sørvágs kommunu um kommunusamanlegging. Jóhan F. á Ørg (myndin) segði í gjárkvøldið við Vágaportalin, at málið er nógv frammi í løtuni og hevur sera stóran áhuga millum fólk í kommununi. Hetta eigur tí at verða tikið í størsta álvara. Eykabygdaráðsfundur verður týskvøldið, har annað mál er á skránni, og Jóhan F. Ørg sigur, at hann fer at leggja fólkaatkvøðuna fyri hendan fundin. Metgott roknskaparár hjá P/F Vónini P/F Vónin hevði eitt metúrslit í fjør. Ikki færri enn 9,5 milliónir krónur vóru eftir áðrenn skatt. Talan er nærum um eina tvífalding í mun til árið fyri, tá Vónin hevði eitt avlop upp á 5,2 mió. fyri skatt, skrivar Vinnuvitan. Ein góður máti at betra um úrslitið hjá einari fyritøku, er at fáa vøkstur í bruttovinningin, samstundis sum starvsfólkakostnaðurin verður hildin niðri. Men tað er ikki altíð líka lætt. Sum oftast fylgja lønirnar við, so hvørt sum umsetningurin veksur. Tað finnast tó fyritøkur, ið duga hetta kynstur, og ein av teimum er trolvirkið P/F Vónin. Sunda Kommuna er nú farin undir at stykkja út í Tjørnuvík. Upp til 12 grundstykki eru tøk til at byggja á, men í fyrstu atløgu verður gjørt klárt til fýra grundstykki Bygging Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð í næstan 20 ár verður nú grivið út fyri sethúsum í Tjørnuvík. Sein­ astu sethúsini í bygdini vóru bygd í 1989, og síðani tá hevur mestsum ligið stilt. Men nú røkist aftur fyri nýggjum lívi í bygdini. Sunda Kommuna er farin undir at grava veg og leggja vatn og kloakk til fýra set­ hús í fyrstu atløgu. Men samstundis hevur komm­ unan eisini keypt bygglendi til átta hús afturat, og tískil verður nú møguleiki fyri 12 nýggjum húsum í Tjørnuvík. Áhugi fyri grundstykkjum Sum sagt, so hevur einki verið bygt í Tjørnuvík síðani 1989, men seinastu árini hevur eftirspurningur verið eftir grundstykkjum í bygdini. Talan er fyrst og fremst um fólk við tilknýti til bygdina, sum hava havt ætlanir um at seta búgv í lítlu bygdini norðast á Streymoynni. ­ Tað vísir seg at har er ein størri eftirspuringur eftir grundstykkjum, enn ein skuldi hildið. Kommun­ an hevur í longri tíð arbeitt við at fáa fatur á byggilendi í Tjørnuvík, men hetta ar­ beiðið hevur tikið drúgva tíð, greiðir Heðin Zacharia­ sen, borgarstjóri í Sunda Kommunu, frá. Eftir ætlan skuldi tað verða klárt at byggja í okto­ ber í fjør, men í eini bygd sum Tjørnuvík er rættiliga avmarkað við byggilendi, og viðgerðin hjá Matrikul­ stovuni hevur tikið drúgva tíð. Tískil hevur bíðilisti verið eftir grundstykkjum í bygdini í eina tíð, men nú røkist fyri at fólkini sleppa at byggja. Byggja heilárshús Nógvastaðni í Føroyum er tað blivið alt meira vanligt at byggja summarhús ella keypa sethús til summarhús í smærru plássunum. Men talan verður eftir øllum at døma ikki um summarhús í Tjørnuvík. ­ Av tí at tað er so avmark­ að við byggilendi í bygdini, so hava vit valgt at fyrst og fremst stykkja út til heil­ árshús. Av teimum fýra grundstykkjunum, sum vit nú eru farin undir at gera, eru tvey seld, og tann fyrsti fer nokk undir at grava út beinavegin. Orsøkin til at vit bara gera fýra grund­ stykki klár í fystu atløgu er tann, at vit hava valgt at arbeiða eftir eftirspurning­ inum, og tí at vit ikki vilja brúka óneyðuga nógvar pengar av fíggjarætlanini í ár, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Komm­ unu. Liður í fýraára ætlan Tá bygdaráðið í Sunda Kommunu tók við fyri skjótt fýra árum síðani, settu tey út í kortið, at áðrenn hetta fýra ára skeiðið var úti, skuldi kommunan hava grundstykki tøk í øll­ um bygdunum í kommun­ uni. Henda ætlanin er nú mestsum rokkin. ­ Tá vit tóku við fyri fýra árum síðani, søgdu vit at vit ætlaðu at hava grundstykki tøk í øllum bygdunum í kommununi. Nú er henda ætlanin so at siga rokkin. Kommunan hevur seinastu fýra árini keypt næstan 40.000 fermetrar av byggi­ lendi, og grundstykki eru nú tøk í Tjørnuvík, Haldórs­ vík, á Langasandi, í Streym­ nesi, Hvalvík og Hósvík. Á Oyrarbakka, Norðskála og Oyri eru nógv hús í gerð nú. Tað er bara í Gjógv, at vit ikki hava stykkja út enn, og har standa 5 á bíðilista, so tað verður nokk tað næsta, kommunan fer í gongd við, sigur Heðin Zachariasen at enda. Stykkja út í Tjørnuvík Í dag var fyrsti dagur hjá børnum og lærarum í nýggja bygninginum hjá Hósvíkar Skúla. Arbeiðið við nýggja bygningin er liðugt, og nú verður gamli bygningurin umvældur Skúlar Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í dag var ein sera spennandi dagur hjá børnum og lærar­ um í Hósvíkar Skúla. Sein­ astu mongu árini hevur verið heldur trongligt í gamla skúlanum í Hósvík, og tískil hevur verið neyð­ ugt við fleiri hølum. Sein­ astu tvey árini hevur Hós­ víkar Skúli leigað loftið á Bygdarhúsinum í Hósvík til skúlastovu, til tess at kunna nøkta tørvin. Seinasta árið hevur ar­ beiðið verið í gongd við at byggja nýggja skúlan, og nú er hann so liðugur, og í dag er fyrsti dagur hjá børn­ um og lærarum í nýggja bygninginum. Rúmligur skúli Nýggi bygningurin hjá Hósvíkar skúla er nú liðugur, og børnini og lærararnir eru flutt niðan í nýggja bygningin, meðan gamli bygningurin verður umbygdur og umvældur og nýggj millumgongd verður bygd. Í nýggja bygninginum eru tríggjar stórar skúla­ stovur, umframt eina nýggja lærarastovu, kontór og aðrar hentleikar. Samlaði kostnað­ urin á íløguni, tá gamli bygningurin er liðugur, verður umleið 10 milliónir. Sostatt kemur Hósvíkar Skúli nú at hava tríggjar skúlastovur eyka, umframt tær, sum verða í gamla bygninginum. Bar ikki til uttan samanlegging Tá Hósvíkar Kommuna varð løgd saman við hinum kommununum í Sunda­ lagnum til Sunda Komm­ unu, vóru tað fleiri, sum óttaðust fyri at Hósvík skuldi gerast ein útjaðari í økinum, og at einki fór at henda í Hósvík, tá komm­ unurnar vóru lagdar saman. Men hesi fáa nú sjón fyri søgn. Longu fýra ár eftir at kommunurnar vóru lagdar saman, stendur nýggjur skúli fyri 10 milliónir í bygdini, umframt at nýggjur sparkivøllur er gjørdur á økinum, har ein grúsvøllur var áðrenn. ­ Henda íløgan hevði helst ikki borið til so skjótt, um Hósvíkar Kommuna skuldi tikið sær av henni einsamøll, og hetta er nemliga ein av fyrimununum við at kommunur leggja saman, sigur Heðin Zacha­ riasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu. Gamli bygningurin vænt­ ast at verða liðugt umvældur stutt eftir heystferiuna, og tá verður Hósvíkar Skúli, í sínum nýggja líki, saman við sparkivøllinum, sum eis­ ini er ein partur av samlaða økinum, tikin alment í nýtslu. Nýggi skúlin í Hósvík liðugur Nýggi bygninurin, sum sæst til vinstru, er nú tikin í brúk, meðan gamli bygningurin, til høgru, verður umvældur Vegurin verður nú gjørdur til fýra nýggj grundstykki í Tjørnuvík Fyri fyrstu ferð síðan 1989 verður nú farið undir at byggja í Tjørnuvík