Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. september 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 176 - 15. september 2008 Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Handverkarar/arbeiðsmenn til Landsverk Landsverk er landsvegamyndugleiki, og høvuðsuppgávan hjá vegadeildini er at fyrireika, kravfesta, góðkenna, byggja, viðlíkahalda og reka landsvegirnar, herundir at sýna og umvæla tunlar og brýr. Deildin hevur eisini um hendi vetrarhald, herundir at kanna og fráboða koyrilíkindi, salta fyri hálku og at rudda landsvegirnar fyri kava. Harafturat umsitur vegadeildin ferðslumál og tilbúgving. Arbeiðsuppgávur Høvuðsuppgávan hjá nýggja arbeiðs­ bólkinum er at fyrireika og fremja eitt skipað viðlíkahald av brúm og tunlum, ið Landsverk varðar av. Fasta møtistaðið er á verkstaðnum í Kollafirði, men arbeitt verður um alt landið, so ferðing er partur av arbeiðinum. Stundum kann eisini roknast við longum døgum og nakað av náttararbeiði. Førleikakrøv Sóknast verður eftir handverkarum/ arbeiðsmonnum við útbúgving og/ella royndum í tunnils­, brúgva­ og betong­ arbeiði. Røttu persónarnir við áhuga fyri nevnda virkisøki fáa møguleikan at menna seg í yrkinum við viðkomandi upplæring. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við prógvum, lívsgongdar­ lýsing (cv) og møguligum ummælum skulu sendast til Landsverk Postsmoga 78 110 Tórshavn lv@lv.fo og skulu vera skrivstovuni í hendi í sein­ asta lagi 22. september 2008. Fleiri upp­ lýsingar um størvini fáast við at venda sær til Sigurd Lamhauge, tel. 540 889, sila@lv.fo, ella til Mikkel Heide Frandsen, tel. 540 882, mhf@lv.fo. starvslýsing Søkt verður eftir tveimum handverkarum/arbeiðsmonnum til nýggjan arbeiðsbólk á vegadeildini á Landsverki, ið skal taka sær av viðlíkahaldi av brúm og tunlum. Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herímillum tyrlupallar. Violin- og klaver- spælarar vitja Hesa vikuna vitja Serguei Azizian, violinspælari úr Keypmannahavn og Marianna Shirinyan, klaverspælari úr Esbjerg Føroyum. Konsertir og verkskeið verða hildin í hesum sambandi TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Í vikuni fáa vit í Føroyum vitjan av tveimum tónleik­ arum, sum til dagliga búgva og virka í hvør sínum herða­ shornið í Danmark: Violin­ spælarin Serguei Azizian úr Keypmannahavn og klaver­ spælarin Marianna Shiri­ nyan úr Esbjerg. Tey eru bæði fødd og uppvaksin í Yerevan í Armeninen, har tey eisini fingu sína fyrstu tónleikaútbúgving. Aftaná framhaldandi lesna í Sct. Petersburg og í Hamburg starvast tey nú bæði í Danmark. Serguei Azizian hevur seinastu 16 árini verið kon­ sertmeistari í Sjællands Symfoniorkester og hevur eisini verið nógv frammi innanfyri kamartónleik. Hann hevur spælt sum sol­ istur saman við fleiri ymiskum symfoniorkestr­ um, verið limur í kamartónleikarabólkum og spælt inn á CD saman við Sjællands Symfoniorkstri. Eisini frálæra í violinspæli hevur Azizian áhuga fyri. Hann er nú professari á Kongiliga Musikkonserva­ toriðinum í Keypmanna­ havn. Mikudagin kl. 16­18 fer Azizian at undirvísa ávísum næmingum í Ateli­ enum hjá Eivindi Mohr Lüt­ zenstrøð nr.12. Øll eru vælkomin. Marianna Shirinyan hev­ ur verið klaverspælari í væl­ umtókta tónleikarabólkin­ um Esbjerg Ensemble síðan 2003 og undirvísir eisini á Kgl. Konservatoriðinum í Keypmannhavn. Hon hevur fleiri ferðir vunnið fyrsta plássið í internationalum klaverkappingum bæði sum solistur og sum kamartón­ leikari. Í vikuni fara hesir báðir framúr góðu tónleikararnir at hava konsert í Mentunar­ húsinum í Fuglafirði hós­ kvøldið kl. 19.30 og í Norð­ urlandahúsinum fríggjadag­ in kl. 17. Atgongumerki á 100 kr. kunnu við inngongd­ ina. Øll lesandi sleppa inn fyri einki. ORÐBLIND Tíðindaskriv Hósdagin 18. september verður ein stór ráðstevna á Hotel Føroyum um orð­ blindni. Endamálið við ráð­ stevnuni er at fokusera á, hvat kann og eigur at gerast, so orðblindir skúlanæm­ ingar kunnu fáa fakliga nyttu av sínum skúlaárum, hóast teir eru orðblindir Orðblindni er rættiliga vanligt, eisini í Føroyum, men tey fægstu munnu geva sær far um, at umleið fimm prosent av øllum før­ oyingum eru orðblindir og at tvey prosent av øllum føroyingum hava enntá stórar trupulleikar av sín­ um orðblindni. Nú hevur Lions Club Tórshavn saman við mill­ um annað Mentamálaráð­ num tikið stig til eina stóra ráðstevnu um orðblindni, sum verður á Hotel Føroy­ um hósdagin 18. september frá klokkan 9 til 16, har fak­ fólk fara at hava fyrilestrar og kunna um orðblindni. Yvirskipaða endamálið við ráðstevnuni er at fokus­ era á, hvat kann og eigur at gerast, so orðblindir skúla­ næmingar kunnu fáa fakliga nyttu av sínum skúlaárum, hóast teir eru orðblindir. Tí hóast orðblindni er ein stórur trupulleiki, ber væl til at gera nakað við tað. Millum annað kann stað­ festast við einari kanning, um lesi­ og skrivitrupul­ leikar botna í orðblindni, og tað ber eisini til at geva bæði skúlanæmingum og vaksnum við hesum trupul­ leika hjálp, so tey annað­ hvørt læra at lesa og skriva ella á annan hátt fáa atgongd til fakliga vitan. Hjálp til orðblind Tað er Lions Club Tórs­ havn, sum hevur tikið stig til ráðstevnuna, ið millum annað fær undirtøku frá Mentamálaráðnum. Árliga listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi á ólavsøku gav í ár 70.000 krónur, sum burt­ urav fara til ráðstevnuna um orðblindni. – Okkara tanki er at seta nakað í gongd, so orð­ blindni verður tikið í størsta álvara, har tað veruliga ber til at gera nakað, sum kann muna. Allarbest hevði ver­ ið, um henda ráðstevnan kundi gjørt, at sett vóru nøkur mál og tikin nøkur stig, so orðblind í Føroyum kunnu fáa hjálp, sigur Ras­ mus Magnussen, sum vegna Lions Club Tórshavn er ein av stigtakarunum. – Orðblindni viðkemur so mongum, bæði teimum orðblindu, foreldrum og familju teirra, lærarum og øðrum, tí eru vit í nøku­ lunda somu støðu sum londini rundan um okkum, eru útivið túsund føroying­ ar orðblindir og kunnu fáa eitt heilt annað lív, verður nakað gjørt fyri at hjálpa upp á trupulleikan. Rasmus Magnussen sig­ ur, at tað hevði verið ynski­ ligt, um ein arbeiðsbólkur kundi arbeitt burturav við orðblindni, so neyðug átøk vóru sett í verk. – Enda­ málið við ráðstevnuni er at seta nakað í gongd, og tað vóna vit, at bæði politikar­ ar, skúlafólk og onnur vilja viðvirka til, sigur hann. Fakligir fyrilestrar Á ráðstevnuni fer leiðarin á danska orðblindnistovn­ inum í Ballerup, Karl Åge Andreasen, at tosa um, hvussu tað ber til at skipa og fremja eina serliga til­ rættislagda serundirvísing fyri orðblind. Í fyrilestrin­ um leggur hann dent á, hvat skal gerast og hvussu úrslit skulu røkkast. Somuleiðis fer leiðarin fyri vaksnamannaorðblind niskúlan í Albertslund, Hans Pauli Christiansen, at greiða frá royndum sínum frá undirvísing av vaksnum orðblindum, og hann fer eisini at koma inná, hvussu orðblind kunnu fáa eina útbúgving og standa seg á arbeiðsmarknaðinum. Halgerð Hansen, lesi­ konsulentur, fer at greiða frá sínum royndum í Før­ oyum við serundirvísing fyri børn og vaksin við lesi, skrivitrupulleikum og orð­ blindni, og sama evni fer leiðarin á Alv­skúlanum við Áir, Maibritt Holm And­ ersen, at viðgera. Formaðurin fyri felagið fyri lesi­ og skriviveik, Anne Karin Kjeld, fer síð­ ani at greiða frá arbeiðinum fyri orðblind, áðrenn ráð­ stevnan endar við einum pallborði, har bæði leik og lærd fara at siga frá og annars svara spurningum. Ráðstevnan er almenn og kostar 200 krónur fyri hvønn, íroknað mat og drekka. Tilmeldingin fer fram á Hotel Føroyum. Ráðstevna um orð- blindi skal gera mun Marianna Shirinyan, klaverspælari úr Esbjerg Tíðarætlan: Mikudag 17. september: Azizian kemur Verkskeið klokkan 16 –18 Eivindurs Atelier Lützenstrøð nr. 12 Undirvísing av næmingum á Tórshavnar Musikkskúla Hósdag: Shirinyan kemur Hóskvøldið klokkan 19.30 konsert í Mentunarhúsinum í Fuglafirði: Fríggjadagin klokkan 17 konsert í Norður­ landahúsinum í Havn.