Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 177 - 16. september 2008 Hósdagin sótu um­­ boð fyri sjey fak­­feløg innan heilsuverk­­ið sam­an á sk­­eiði í Páls­ stovu. Alm­anna­og heilsurøk­­tarafelagið sk­­ipaði 11. septem­ber fyri álitisfólk­­ask­­eiði í Pálsstovu Tíðindaskriv Felagið valdi at bjóða hin­ um fakbólkunum við, sum húsast í Jákupsstovu, húsin­ um hjá Almanna­ og heilsu­ røktarafelagnum. Feløgini valdu at taka av tilboðnum og sendu nakrar av sínum limum við á skeiðið. Soleið­ is vóru luttakararnir á skeið­ num ljóðsmøður, fysiotera­ peutar, ergoterapeutar, bio­ analytikarnar, Føroya psyki­ atrifelag og forkvinnan í heilsuhjálparafelagnum, umleið 40 fólk. Undirvísari var Hans Trygvi Teirin, advokatur, ið greiddi frá fyri­sit­ingarlóg­ ini, sáttmálanum, starvs­ mannalógini og øðrum. Evni, ið viðkoma øllum fak­ feløgunum. ­ Vit halda, at tað er ógvu­ liga umráðandi at standa saman í fakfelagshøpi. Sam­ anhald og samstarv smittar av á okkara dagliga starv. At stavsfólkið hevur góða sømdir, góðan stavsfólka­ politikk, at sáttmálarnir og annað verður yvirhildið ger, at starvsfólkið trívist og mennist til frama fyri dygdina á arbeiðsplássinum. Tað, at starvast tvørfakliga, er sera umráðandi, so at vit tilsaman kunnu geva borg­ aranum ta bestu viðgerð og røkt, sigur Jóhanna Køtlum forkvinna í Almanna­og heilsurøktarafelagnum, sig­ ur Jóhanna Køtlum, for­ kvinna í Almanna­ og heilsurøktarafelagnum. Sjey fakfeløg á álitisfólkaskeiði Barnahúsið Margit 1 ár 15. september í fjør lat Barnahúsið Margit dyrnar upp fyri børnum í ansingarskipanini hjá Klaksvíkar kommunu. Barnahúsið Margit var fyrsti barnagarður, ið Klaksvíkar kommuna hevur latið gjørt til endamálið. Hinir barnagarðarnir eru fyri tað mesta leigumál í gomlum bygningum. Borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen fegnaðist saman við starvsfólkum og børnum á føðingardegum. Trølla Pætur og Trølla Omman løgdu eisini leiðina framvið og børnini vóru sera glað fyri vitjanina. Kom­andi vik­­usk­­ifti, 19. og 20. septem­ber, verður norðurlendsk­­ ráðstevna fyri k­­vinn­ ur, sum­ hava havt bróstk­­rabbam­ein. Tað er sjálvhjálparbólk­­­ urin Bót til Bata, sum­ sk­­ipar fyri rÁðsTEvna Tíðindaskriv Føroya Felag Móti Krabbameini og Bót til Bata Ráðstevnan er fyrst og fremst ætlað kvinnum, sum hava havt bróstkrabba og sum arbeiða sum sjálvboðnir ráðgevarar hjá bólkinum Bót til Bata í Føroya Felag Móti Krabbameini. Talan er um eina afturvendandi norð­ urlendska ráðstevnu, sum verður hildin annað hvørt ár upp á skift í teim ymisku norðurlendsku londunum. Hetta er fyrstu ferð, at ráðstevnan verður í Føroy­ um. Tað eru í ár 20 ár liðin, síðani bólkurin Bót til Bata varð stovnaður, og í tí sam­ bandi hevur bólkurin valt at afturvendandi norður­ lendska ráðstevnan skal vera í Føroyum. Bót til Bata er fyrsti bólkur, sum varð stovnaður í Føroya Felag Móti Krabbameini. Í dag virka 11 sjálvbodnar kvinn­ ur í bólkinum, og á ráðstevn­ uni, sum verður hildin í Hot­ el Føroyum vera í alt 140 kvinnur úr Íslandi, Svøríki, Noregi, Danmark og Før­ oyum. Bólkurin, Bót til Bata, var stovnaður í 1988, tí arbeiðið hjá Føroya Felag Móti Krabbameini vísti, at tørvur var á skipaðum sjálvhjálpar­ arbeiðið. Hóast flestu kvinn­ ur hugsa, at tær skulu sjálvar klára tað, tá tær eru skurð­ viðgjørdar fyri bróstkrabba, so taka nógvar av tilboðnum hjá Bót til Bata. Sjálvboðnu ráðgevararnir í Bót til Bata hjálpa, stuðla og vegleiða kvinnum, sum koma í somu støðu, sum tær sjálvar hava verið í. Endamálið við bólkinum er eisini at fremja upplýsandi og vegleiðandi virksemi, at varpa ljós á bróstkrabba og um hvussu sjúkan kann fyribyrgjast og at savna inn pening til gransking av hesi sjúku. Eisini arbeiðir bólk­ urin fyri at bøta um viður­ skiftini hjá hesum sjúk­ lingabólki. Endamálið við norð­ urlendsku ráðstevnuni er at geva sjálvboðnu ráðgevun­ um høvi at koma saman fyri at fáa íblástur frá hvørji aðrari. Eisini er undirvísing á skránni við góðum fyri­ lestrahaldarum. Tann seinna dagin ­ leygardag fyrrapart ­ hava heilsustarvsfólk møguleika at vera við, tí tá koma kendir serfrøðingar at greiða frá um nýggja við­ gerð og røkt innan bróst­ krabba. Norðurlendsk ráðstevna um bróstkrabba í Føroyum