Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 177 - 16. september 2008 Í samband við ruðuleikan á politiska leikpallinum í løtuni, sum endaði við samgonguslitinum í gjár, hevur Sosialurin tosað við Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðing. Hann metir eina endurtøku av ABC- samgonguna vera tað mest sannlíka, men at aðrir møguleikar kunnu vera EyglEiðing Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Seinastu tíðina hevur politiska lívið í Føroyum milt talað verið turbulent. Í gjár varð samgongan slitin, og grundin úteftir var ein spurningur um nakrar skrivstovur, men sambært Jógvani Mørkøre, sam­ felagsfrøðingi, var hetta ikki tað, sum var høvuðsorsøkin. ­ Eg havi ongantíð trúð uppá hesa samgonguna, tí seinastu tíðina hevur floksdisiplin verið størsti trupulleikin í føroyskum politikki, og við so lítlum meiriluta gerst tað ein stórur trupulleiki. Floks­ formenninir vilja ikki seta limirnar upp á pláss, og tí ber illa til við eini sam­ gongu, sum ikki hevur greiðan meiriluta, sigur Jógvan Mørkøre. Tað mugu vera tríggir flokkar Fyri umleið hálvum árið síðani skiltist ABC­sam­ gongan, sum tá hevði trupul­ leikar. Men sambært Jógv­ ani Mørkøre verður helst talan um eina endurtøku av hesi samgongu. ­ Tað kann sýnast løgi, at løgmaður nú roynir at skipa samgongu við hesar flokkar, hann júst hevur verið í samgongu við, men Jóannes Ejdesgaard hevur eina skyldu at syrgja fyri, at Javnaðarflokkurin situr so sterkur sum gjørligt. Hetta kann flokkurin best gera við at fara í eina ABC samgongu, tí hóast hann situr í einari lutfalsliga veik­ ari støðu – tí flokkurin nú loypir í føvningin á flokk­ unum, ið arbeiddu ímóti ætlanini við fiskidøgunum til dømis – kann hugsast, at hetta er besti møguleikin hjá Javnaðarflokkinum at hava ávirkan. Løgmaður fer tó ikki í eina samgongu fyri einhvønn prís, tí hann skal altíð hugsa um flokkin aftanfyri seg, greiðir Jógvan Mørkøre frá. Sambært Jógvani Mørk­ øre vil løgmaður eisini heldur í andstøðu enn í eina samgongu har flokkurin onga ávirkan hevur. Har­ afturat metir hann lítlan møguleika vera fyri, at løgmaður útskrivar nýval, tí í løtuni stendur flokkurin øgiliga veikur. Meira elegant um slitið var politiskt Samgonguslitið kom eftir, at Sosialurin hevði prentað eina grein um skrivstovu­ viðurskiftini í Tinganesi, men har er øll søgan ikki komin fram enn. ­ Eg vil í veruleikanum ikki úttala meg so nógv um eitt mál, har so lítið er komið fram. Men mann merkir, at Høgni Hoydal er fortørnaður, og tað hevði verið áhugavert at vitað, hvat í veruleikanum hendi. Men sum støðan er í dag, er rættiliga líkamikið hvat er satt og ikki, tí samgongan er ikki til longur, sigur Jógvan Mørkøre. Spurdur hví tað júst var hetta mál sum sleit sam­ gonguna, sigur Jógvan Mørkøre, at tað er eitt sindur løgi, og helst nakað mann heldur skuldi spurt ein sálarfrøðing um, enn ein samfelagsfrøðing. Tí nógvir aðrir møguleikar hava verið, og tað var nær við, at Tjóðveldi fóru úr, tá fiskidagarnir vóru fyri. ­ Tað hevði sæð betur út, um slitið var politiskt, men nú endaði tað við hesum. Tó er tað eitt sindur løgi, at løgmaður nýtir sítt vald tá talan er um hetta mál, tá hann ikki nýtir tað, tá limir í flokkunum í samgonguni ganga ímóti ætlanunum hjá samgonguni. Vantandi stýr­ ing av flokkum, er nakað vit hava sæð nógv av, síðani Føroyar gjørdust eitt val­ dømi. Tá tosaðu nógv um, at vit fóru at fáa lands­ politikkarar, men síðan val­ lógin varð broytt, hava vit ongantíð havt so lokalar politikarar, staðfestir Jógvan Mørkøre. Hinvegin metir Jógvan Mørkøre, at um samgongan hevði hildið fram, hevði hon helst bara fingið fleiri trupul­ leikar og serliga við fíggjar­ lógini, har blokkniður­ skurður hevði verið eitt mál, sum kundi skilt partarnar. Samgongan var deyðadømd Tá CHE­samgongan tók við vóru trupulleikar frá byrjan, og samgongan hev­ ur ikki fingið so nógv av skaftið, men tað helt Jógvan Mørkøre vera væntandi. ­ Eg úttalaði meg tíðliga, um at hendan samgongan ikki fór at klára seg, tí hon var bygd á eitt so spinkult grundarlag. Mann visti at Gerhard Lognberg, Heini O. Heinesen og kanska eisini Páll á Reynatúgvu kundu skapa splid. Hetta hava vit sæð í samband við tunnil til Sandoynna og fiskidagarnar, har løgmaður hevur nevnt, at fiskidagarnir vóru legitimiteturin hjá samgonguni. At mann so fór at royna við minniluta samgongu, var heldur ikki nakað eg skilti, greiðir Jógvan Mørkøre frá. Jørgen stendur sterkastur Í politiska talvinum, ið nú verður leikt, sær út til at ABC er mest sannlíkt, men megna teir ikki at fáa tað at fungera eru eisini aðrir møguleikar. ­ Sum støðan er í dag sær út til, at Fólkaflokkurin stendur sterkastur, tí ber ikki til at fáa eina ABC sam­ gongu – har fólkaflokkurin longu hevur góð kort – kann Jørgen Niclasen skjótt gerast ein lyklapersónur. Hann kann til dømis gera eina fullveldissamgongu við minnu flokkunum og Tjóðveldi, men møguligt er eisini at gera eina ABE­ samgongu. Minnu flokkar­ nir standa hinvegin veikir, tí sum floksdisiplinin er í dag, er tørvur á trimum stórum flokkum í sam­ gongu. Hinvegin kann eg ikki siga við vissu, at sann­ líka ABC­samgongan kem­ ur at liva skeiðið út, tí ilt er at fáa eyga á visiónir og ætlanir. Tó kann ein møgu­ lig ABC­samgonga megna at loysa leypandi málini, sigur Jógvan Mørkøre. Skrivstovumálið verður gloymt Hóast nógv rok í løtuni er um skrivstovumálið – bæði innan­ og uttanlands – metir Jógvan Mørkøre ikki, at málið fer at fáa stórar avleiðingar í framtíðini. ­ Hóast hetta mál helst fær eitt eftirspæl, dugi eg illa at ímynda mær at hetta fer at hava álvarligar avleiðingar í framtíðini. Samgongan, sum hevði trupulleikan er ikki til longur, so á tann hátt er ábyrgdin farin. Men hetta kemur í søgubøkurnar og verður nakað vit fara at flenna eftir. Uttanlands fara tey eisini at flenna at støðuni, men tað fer ikki at fáa nakrar avleiðingar sum so, tá sjógvurin hevur lagt seg, sigur Jógvan Mørkøre, sam­ felagsfrøðingur. Tað verður helst ABC - Tað hevði sæð betur út, um slitið var politiskt, men nú endaði tað við hesum. Tó er tað eitt sindur løgi, at løgmaður nýtir sítt vald tá talan er um hetta mál, tá hann ikki nýtir tað, tá limir í flokkunum í samgonguni ganga ímóti ætlanunum hjá samgonguni, sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur Herverk á trøð í Miðvági Herverk er framt móti um 20 trøum í Viðarlundini í Miðvági. Talan er um trø, sum vóru plantað fyri umleið 30 árum síðani, skrivar Vágaportalurin. Miðvágs kommuna hevur kunnað løgregluna í Vágum um hendingina, og verður hetta nú koyrt sum eitt herverksmál. Og løgreglan í Vágum er eisini sera áhugað at hoyra frá fólki sum halda seg hava sæð ella hoyrt okkurt í sambandi við hetta mál. Sambært løgregluni hava ótangar telgt við knívi í trøini. Vágaportalurin hevur fingið myndir av hvussu illa trøini eru farin. Fyri trimum árum síðani var eisini herverk framt móti trøum í Viðarlundini í Miðvági og vóru ótangarnir funnir. Sama nøgd, men hægri prísur Hóast litrarnir eru nøkulunda teir somu, eru krónurnar nógv fleiri. Føroyar innfluttu brennievni, so sum gassolju og brenniolju, fyri 700 milliónir krónur frá 1. januar til 1. august í ár, skrivar uf.fo. Tað eru meira enn 200 milliónir krónur meira enn sama tíðar­ skeiðið í fjør. Vøksturin er 42 prosent, upplýsir Hagstovan. Síðstu 20 árini er nøgdin av innflutta brennievninum bara vaksin ein triðing, men brennievnið kostar fimm ferðir meira nú enn í 1989.