Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-16, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 16. september 2008 27 tíðindi Gudmundur Djur­ huus úr Pork­eri fisk­aði við nóta­ sk­ipinum Lene Polaris hjá Ole Espersen, ið er pápi nývalda Konservativa flok­s­fork­vinnuni, Lenu Espersen. Gudmundur greið­ ir í samrøðu við Føroysk­u Tíðinda­ stovuni frá, at millum annað hek­k­ stór mynd av Lenu Espersen í messuni Føroyska Tíðindastovan faroenews@faroenews.com Blaðið róði í gjár uppundir í tíðindastubba um nýggja formannin í Konservativa flokkinum, Lene Espersen, at helst mátti verið okkurt samband við Føroyar, við tað at pápi Lene Espersen er stórur reiðari av nóta­ skipum í Hirtshals. Nógvir føroyingar hava siglt við nótaskipum, ið fiska út frá Hirtshals. Og eisini við skipum hjá Ole Espersen. Føroyska Tíðindastovan kann so í dag vátta at so er. Vit fingu frænir um porkern­ ingin, Gudmundur Djur­ huus, ið skuldi havt mynstr­ að við nótaskipinum Lene Polaris. Í samrøðu sigur Gudmundur frá: ­ Jú tað er rætt! Eg fiskaði við Lene Polaris í 2001 sum kokkur. ­ Skipið var uppkallað eftir dóttrina, Lenu Esper­ sen. ­ Reiðarin var rættiliga errin av dóttir sínari, ið kláraði seg so væl á teimum bonaðu gólvunum á Christ­ iansborg, greiðir Gudmund­ ur frá. ­ Eg var kokkur umborð og minnist serliga væl stóru myndina av dóttrina, Lenu Espersen, ið hekk í mess­ uni. ­ Einaferð var Lene Esper­ sen sjálv umborð á skipi­ num. Haldi tað mundi vera í samband við fólkatingvalið. Reiðarin frøddist um frálíka valúrslitið hjá dóttrini, so stórt hátíðarhald var í Hirts­ hals og Lena kom umborð at heilsa uppá manningina á skipinum hjá pápanum. Sera fyrikomandi var hon, sigur Gudmundur frá. Spurdi áhugað til lívið umborð og tílíkt. Chattar á Facebook við Lene Espersen Seinni avmynstraði Gud­ mundur Djurhuus og legðist uppi á landi og flutti til Svø­ ríkis. Føroyska Tíðindastov­ an spurdi Gudmund um hann enn hevur nakað sam­ band við reiðaríið ella Lenu Espersen: ­ Jú, har er ein stuttlig søga. Tað er soleiðis, at eg flutti til Keypmannahavnar í fjør og heilt av tilvild hitti eg Lenu Espersen aftur uppi yvir einum kølidiski í ISO­supermarknaðinum á Amager. Eg kendi hana beinanvegin aftur, men helt ikki at hon mintist meg aft­ ur. Men eg fortaldi so, at eg plagdi at fiska við reiða­ rínum hjá pápanum. Tá vaknaði hon beinanvegin og vit fingu okkum hugna­ ligt prát. Var sera blíð og fryntlig, spurdi hvussu gekk hjá mær nú og skuldi bera heilsu víðari til pápan. Nýggja sambandið við nýkosna Konservativa for­ manninum, hevur porker­ ningurin Gudmundur Djur­ huus varðveit: ­ Ja, í dag er alt so modern­ að við kommunikatión. Alt fyrigongur á internetinum. So eg havi eisini ein profil á Facebook. Her sá eg so at Lene Espersen eisini hevði ein profil. So vit hava »add’að« hvønn annan sum vinir, sum tað eitur á góðum ný­føroyskum. Og her chatt­ ast vit so viðhvørt um mangt og hvat. Jú verðin er vorðin minni, sigur Gud­ mundur Djurhuus at enda. Gudmundur Djurhuus úr Porkeri hevur siglt við nótaskipum hjá Ole Espersen í Hirtshals Porkerningur fiskaði við pápa Lenu Espersen