Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. september 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 178 - 17. september 2008 Hóast løgmaður og Høgni Hoydal 15. februar skrivaðu undir avtalu um, at Uttanríkisráðið skuldi hava til húsa í Sjó- og Vektarbúðini, so setti løgmaður semjuna úr gildi og gav Peturi Petersen hesa nógv umrøddu skrivstovuna POLITISK KREPPA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Høgni Hoydal og Jóannes Eidesgaard gjørdu tann 15. februar í ár semju um, hvussu teir býta starvsfólk­ ini millum løgmansskriv­ stovuna og tá nýggja Uttan­ ríkisráðið. Teir gera eisini eina avtalu um, at Uttan­ ríkisráðið fær til húsa í Sjó­ og Vektabúðini, sum eru nýggju bygningarnir í Tinganesi – tann parturin, sum varð bygdur uppaftur seinast í áttatiárunum. Hóast avtaluna um, at Utt­ anríkisráðið hevur til húsa í Sjó­ og Vektarbúðini, so nýtir Løgmansskrivstovan ”báðar skrivstovurnar, har bókhaldið og skjalaskráset­ ingin eru og báðar skriv­ stovurnar hinumegin teirra umframt skrivstovuna, har løgfrøðiligi ráðgevin hjá Løgmansskrivstovuni held­ ur til”, sum tað stendur í semjuni. Skrivstovan, sum stríðið nú stóð um, er ikki ein av hesum skrivstvoum. Hinveg­ in segði løgmaður í gjár, at hann hevði uppsagt avtaluna við Uttanríkismálaráðið. Í einum telduposti til Høgna Hoydal 4. september kl 14:24 sigur løgmaður við Høgna Hoydal soleiðis: ”Tað er løgmaður, ið varð­ ar av ognunum í Tinganesi. Hetta merkir, at tað er hann, ið stendur fyri og skipar hølisnýtsluna. Eg havi í góðari tíð sagt tær, at vit máttu finna hósk­ andi høli til Petur Petersen. Tá eingin loysn varð funnin, havi eg fráboðað tær avgerð mína. Henda avgerð stendur við. Fortreytirnar fyri avtaluni frá februar um fyribils hølis­ nýtslu eru av givnum or­ søkum burtur. Eg eri fúsur at skipa so fyri, at víst verður á skriv­ stovur í Tinganesi, sum Uttanríkisráðið sum eina fyribils loysn kann býta. Í løtuni verður arbeitt við at finna eina langtíðarloysn fyri ráðini, sum í dag eru í Tinganesi. Eitt av ráðum verður at flyta úr Tinganesi. Tað vendi eg aftur til”, sigur løgmaður. Høgni Hoydal heldur uppá, at hann einki skeivt hevur gjørt – og at hann kann skjalprógva tað. Hann sigur, at tað fyrsta hann hoyrir um, at løgmaður sigur upp avtaluna, er í hes­ um teldupostinum 4. sep­ tember, sum er aftan á orrustuna. Høgni Hoydal sigur eisini, at landsstýris­ menn ráða yvir sínum egnu starvsfólkum og hølum, so løgmaður kann ikki geva boð uttan um landsstýris­ mannin – uttan at hann tek­ ur málsøkið frá landsstýris­ manni. Sambært Høgna Hoydal nevnir løgmaður á leið 10. august fyrstu ferð, at Petur Petersen skal hava hesa skrivstovuna, sum alt stríðið stendur um. Vit hava fingið innlit í sms­samskiftið millum Høgna Hoydal og løgman, sum er soljóðandi: ”Eg sigi, eg havi onki og bjóði honum mína skriv­ stovu”, sigur Høgni. (ikki dokumenterað) Løgmaður sms’ar 31/8 ”Havi givið LMS – altso Løgmansskrivstovuni ­ boð um at gera skrivstovuna klára til Petur Petersen. Tað verður tann skrivstovan, sum Bjørn Kunoy var flutt­ ur inn í.” Undirskrivað Jó­ annes. Høgni svarar 31/8 ”Nei, tað gongur ikki. Hetta verður reint kríggj millum starvsfólkini, og vit hava Hákun uttan nakra skriv­ stovu yvirhøvur. Vit mugu finna sakligar loysnir rund­ an um eitt borð. Petur kann heldur taka mína skriv­ stovu.” ….onki svar Høgni sms’ar aftur 1/9 ”Vit mugu hava ein kreppu­ fund í morgin áðrenn. Hetta kann ongin bjóða fólki. Bjørn farin til hús í dag, Hákun onga skrivstovu, nýtt fólk byrjar fyrsta dagin í UR – uttanríkisráðnum – og Petur drigin inn í eitt stríð, sum ongin skilur. Havi ongantíð verið úti fyri nøkrum líkinandi. Eg veri har út beint eftir 8.” Undirskrivað Høgni. Spurningurin er so, hvør hevur størri valdsrætt yvir húsaognunum í Tinganesi, løgmaður ella landsstýris­ maðurin í Uttanríkismálum við eini hølissemju millum seg og løgmann í hondini. Løgmaður segði upp avtaluna um hølini Hetta er tann nógv umrødda hurðin til skrivstovuna, sum Bárður Kunoy í Uttanríkisráðnum og Petur Petersen á Løgmansskrivstovuni fingu – í hølunum, sum sambært semjuni millum løgmann og Høgna Hoydal hoyrir til Uttanríkisráðið. Hesa avtaluna sigur løgmaður seg hava sagt upp Mynd: Jens Kristian Vang Valfundur í Tilhaldinum Fríggjadagin 19. september klokkan 15 verður valfundur í Tilhaldinum í Havn. Øll tey, ið hava stillað upp til Eldraráðið í Tórshavnar kommunu hava høvi at siga sína hugsan um, hví tey stilla upp og annars hugleiða um støðuna hjá teim eldru í kommununi. Orðstýrari á valfundinum, fyri Eldraráðsvalið í Tórshavnar kommunu, er Katrin Dahl. Tey, ið hava stillað upp til Eldraráðið eru hesi 12: Poula Apol, Marita Arge Magnussen, Jóannes Dalsgarð, Brynhild Danielsen, Grete Ellings­ gaard, Sólbjørn Jacobsen, Gunnvør Joensen, Jákup Lindenskov, Jørgen Winther Lützen, Mortan Rasmussen, Marjun Sigurdardóttir og Ása Østerø. Til Eldraráðsvalið verður atkvøtt við brævi, sum verður sent teimum, ið hava rætt at velja. Brævið, við atkvøðuseðili í, skal verða Snarskivuni í hendi í seinasta lagi klokkan 12, týsdagin 7. oktober 2008. Uppgávan hjá Eldraráðnum er at gera vart við viðurskiftini hjá eldru borgarunum í høvuðsstaðarkommununi og geva býráðspolitikar­ unum góð ráð, áðrenn teir taka avgerðir, ið sum frá líður viðkoma øllum borgarum í Tórshavnar kommunu. Valda ráðið tekur við eftir ársskiftið og situr í fýra ár. Á myndini, sum er tikin í morgun, eru tey eldru savnaði at syngja í felag meðan Hanus Joensen, skúlastjóri í Kommunuskúlanum, spælir klaver. Til vinstru sæst Wanja Petersen, leiðari í Tilhaldinum.