Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. september 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 178 - 17. september 2008 Meðan orrustan um eina skrivstovu í Tinganesi, samgongu­ slit og víðari fylgjur fara fram. Er ein bólkur, sum gongur mestsum uttan verju. Talan er um embætisfólkini, har Jóannes Ejdesgaard fyrst ger Petur Peter­ sen til ein trupulleika. Síðani tekur Høgni Hoydal tráðin upp og sáar iva um skriv hjá Marjuni Hanusardóttir og Kristionnu Sjóvará Politikkur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Eftir, at so stór illstøða hev­ ur tikið seg upp millum Høgna Hoydal og Jóannes Ejdesgaard, at Jóannes Ejdesgaard valdi at siga politiska samstarvið við Tjóðveldi upp, hava báðir verið frammi í miðlunum og alment lagt embætisfólk fram sum trupulleikar og at finna uppá hendingar í Tinganesi. Fyrst var løgmaður í eini kjaksending hjá sjónvarpi­ num hjá Kringvarpinum mánadagin, har hann mill­ um annað segði, at Petur Petersen, fyrrverandi aðal­ stjóri í Mentamálaráðnum, var fluttur oman á løgmans­ skrivstovuna, tí hann var ein starvsfólkatrupulleiki í Mentamálaráðnum, sum løgmaður orðaði tað í kjak­ sendingini mánakvøldið. Í gjár kom næsta málið av líknandi slag, tá Høgni Hoydal í tíðindasending hjá Kringvarpinum sáar iva um ymisk skriv, ið eru komin fram í skrivstovumálinum. Hesi skriv koma beinleiðis frá embætisfólkum í Tinga­ nesi. Embætisfólkini eru um Marjun Hanusardóttir og Kristianna Sjóvará. Undir alt lágmark Sosialurin ringdi í morgun til Meinhard Gaardlykke, formann í Tænastumanna­ felagnum, og spurdi hann um hendingina, tá løgmaður mánadagin nevndi Petur Petersen í sending hjá Kring­ varpinum. ­ Eg legði merki til út­ talilsi og helt tað vera undir alt lágmark. Petur Petersen er í veruleikanum als ikki partur av kjakinum. Hann er ikki til staðar, og hevur í veruleikanum onki við kjak­ ið at gera. Tí er tað alt ov grovt, at løgmaður fyri opn­ um skermi úttalar seg um eitt persónsmál, sigur for­ maðurin í tænastumanna­ felagnum. Hinvegin greiðir Mein­ hard Gaardlykke frá, at Petur Petersen ikki hevur vent sær til felagið, men roknar við, at Petur Petersen fer at venda sær til felagið. Petur Petersen er tó í einari heldur løgnari støðu, tí samstundis sum løgmaður kallar Petur Petersen fyri ein starvsfólkatrupulleika í Mentamálaráðnum, hevur Petur Petersen verið serligur ráðgevi hjá løgmanni síðan 18. juli í ár. Tað vil siga, at í dag er løgmaður stjóri hjá Peturi Petersen, og tí kann tað vera torført hjá Peturi Petersen at venda sær til Tænastumannafelagið, men vendir hann sær til felagið, fær felagið illa gjørt nakað við málið. ­ Um Petur Petersen vend­ ir sær til okkara um hetta mál, kunnu vit ikki gera annað enn at geva eina átalu, men fær Petur Peter­ sen í framtíðini trupulleikar við starvinum, setir Tæn­ astumannafelagið sjálvandi inn, sigur Meinhard Gaard­ lykke. Taka málið upp Petur Petersen er tó ikki tann einasti, sum er vorðin partur av kjakinum í fjøl­ miðlunum. Kristianna Sjóvará, sum er limur í búskapar­ og løgfrøðinga­ felagnum, var saman við Marjuni Hanusardóttir nevnd í tíðindasending hjá útvarpinum hjá Kring­ varpinum í gjár. Høgni Hoydal, løgtings­ limur, setir í sendingini spurnartekin við frágreið­ ingina hjá hesum báðum embætiskvinnum. Sosialurin hevur tosað við Jóannu Djurhuus, sum er forkvinna í Búskapar­ og Løgrfrøðingafelagnum, har Kristianna Sjóvará er lim­ ur. ­ Tað er ongin loyna at embætisfólk, sum gera sína skyldu, skulu ikki hongjast út alment. Tí er tað ótrúliga óheppið, at embætisfólk vera sett fram alment. Vit hava ikki viðgjørt konkreta málið, men vit fara helst at viðgera málið prinsipielt á næsta fundi. Men vit eru í eini støðu við loyalitetskyldu og eru ov nær til at úttala okkum og ov langt burturi at hava ávirkan. Hetta er komi fyri fyrr, tá til dømis Oyvindur Brimnes varð lagdur undir at føra politikk, men vit hava ikki somu amboð sum onnur fakfeløg, og kunnu ikki gera so øgi­ liga nógv, sigur Jóanna Djurhuus, forkvinna í Bú­ skapar­ og Løgfrøðinga­ felagnum. Ætlanin var at fáa orð á Marjuna Hanusardóttir, men hon var ikki tøk, tá Sosialurin royndi at fáa fatur á henni. Politikkarar hongja embætisfólk út Eftir at CHE samgongan er farin í søguna, hava bæði Jóannes Ejdesgaard og Høgni Hoydal alment verið í fjølmiðlunum og úttalað seg neiliga um embætisfólkini í Tinganesi Blíðir norðmenn Norska stjórnin hevur gjørt av at játta ikki minni enn eina milliard amerikanskar dollarar hetta til 20015 til at verja frumskógin í Brasil. Tær fyrstu 100 milliónirnar verða latnar í ár og 600 milliónir næsta ár. Peningurin fer í ein serligan frumskógar­ grunn, og norska tilsøgnin bleiv almannakunngjørd í brasilska høvuðsstaðnum Brasilia í gjár, har norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, er á vitjan. Hann og brasilski forsetin, Lula, skrivaðu síðani undir eina samstarvsavtalu um at verja brasilska frumskógin. Grønland nýggja flogrutu Næsta ár fer flogfelagið Air Iceland undir rutuflúgving ímillum Keflavík og Ilulissat. Sum er flýgur Air Iceland ímillum Kelfa­ vík og Nuuk, og ætlanin er at økja ta flúgvingina við einari ferð afturat um vikuna næsta ár, soleiðis at næsta summar verða ferðirnar fýra um vikuna. Silverio Scivoli, sum hevur arbeitt við ferðavinnuni í Ilulissat tey seinastu 15 árini, sigur við kring­ varpið KNR, at tann nýggja farleiðin úr Keflavík fer at koma ferðavinnu í Ilulissat væl við.