Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-17, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. september 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 178 - 17. september 2008 Seat eru komnir á marknaðin við einum heilt nýggjum Ibiza, sum er nakað størri enn forgangarin og bygdur yvir ein nýggjan plattform. Ibiza skal seljast upp á spanskt temperament og týskan kvalitet Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Seinastu árini er sponsku Seat komnir á marknaðin við rættuliga nógvum nýggjum modellum. Nú er tað Seat Ibiza, sum stendur fyri tørni at verða skiftur út. Nýggi Seat Ibiza var fyrstu ferð at sígja sum kon­ septbilurin Seat Bocanegra Concept á framsýningini í Genéve fyrr í ár. Seat Ibiza er upprunaliga frá 1985. Hesin nýggi er fjórða generatión av Ibiza, og avloysir forgangarin sum var frá 2002. Tað er nýggi designstjórin hjá Seat, Luc Donkervolke, sum hevur ein fortíð hjá Lamborghini, ið hevur staðið fyri designinum. VW­konsernin eigur Seat, og nýggi Ibiza skal seljast upp á spanskt tem­ perament og týskan kvalitet. Seat hava gjørt rættuliga nógv burturúr nýggja Ibiza, sum skal verða ein bilur í sera góðum kvaliteti. Talan er um ein sportligan hatchback, ið líkist hinum Seat modellunum, sum eru á marknaðinum. Hóast nýggi Ibiza er størri enn forgangarin, er hesin 25 kg lættari. Ibiza fæst við seks ymisk­ um motorum, trimum ben­ sin og trimum diesel. Ben­ sinmotorarnir eru: 1,2 litra við 70 hk, 1,4 litra við 85 hk, og 1,6 litra við 105 hk, og dieselútgávurnar eru: 1,4 TDI við 80 hk, tveir 1,9 TDI við ávikavist 90 og 105 hk. Bilurin, sum vit roynd­ arkoyrdu, var ein Ibiza 1,9 TDI við 90 hk dieselmotori. Hann koyrir væl, er lættur at umgangast og sportligu koyrieginleikarnir hóska sera væl til bilin. Seat Ibiza kann síggjast og roynast hjá Bilasøluni í Hoyvík. Prísirnir byrja við kr. 156,000­ fyri ein 1,2 litra við 70 hk bensin­ motori. SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Bilradio á Rás2 Bilradio verður sent týsdag kl. 16.10, fríggjadag kl. 8.05 og leygardag kl. 13. Ibiza – sportligur hatchback frá Seat Seat Ibiza 1,9 TDI Motorurin 1,9 litra (4 syl.) diesel við 90 hk 0-100 km/t 12,0 sek CO2 útlát 119 gr/km Oljunýtsla 22,2 km/l (blandað koyring) Dekkstødd 185/60-15 Stødd og vekt: Longd 405,2 m Breidd 169,3 m Hædd 143,9 m Eginvekt 1.264 kg Viðførisrúm 292 litrar Prísur kr. 201.000,- Søluumboð Bilasølan Vegurin Langi FO-188 Hoyvík Tel: 35 97 00 www.bilasolan.fo FAKTA Seat Ibiza 1,9 TDI við 90 hk. Ibiza fylgir nú eisini nýggja designstílinum hjá Seat. Seat Ibiza er ein sportligur hatchback við fimm hurðum Seat Ibiza innan. Kvaliteturin merkist eisini í kabinuni Viðførisrúmið er 292 litrar, og við baksetrunum niðri verður tað næstan 900 litrar