hósdagur 18. september 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 179 - 18. september 2008
Á tíðindafundi í
morgun boðaði leiðsl
an í Skipasmiðjuni
frá, at fyritøkan hevði
valt at skifta samleika.
Nýggja heitið á fyri
tøkuni er MEST
SAMLEIKI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Maskin ella Mekanik, El
ella Elektronik, Stál og
Timbur.
Tað eru heitini handan
styttingina MEST, sum er
nýggja navnið hjá Tórs
havnar
Skipasmiðju
og
undirdeildunum.
Faroe Yard, Skipasmiðjan,
FJM Runavík, Tórshavnar
Skipasmiðja, Skála Skipa
smiðja og Vestmanna Skipa
smiðja eru sostatt heiti, ið
eru farin í søguna. Heitini
verða nú MEST og síðani
navnið á staðnum. MEST
Tórshavn, MEST Runavík
og so framvegis.
Tað eru tvær høvuðs
orsøkir til, at vit hava valt at
skifta navnið út. Eitt er, at
tað skal verða lætt at kenna
okkara fyritøku aftur, uttan
mun til um talan er um
Tórshavn, Skála, Vestmanna
ella Runavík. Og hin stóra
orsøkin er, at útlendingar
fáa upp í fleiri knútar á tung
una, tá teir royna at siga eitt
nú Tórshavnar Sipasmiðja,
sigur
Eyðfinn
Egholm,
stjóri í MEST.
Hann sigur, at nýggja
navnið fer at geva øllum
eina felags kenslu, sam
stundis sum tað er lætt at
siga á øllum tungumálum.
Hartil
heldur
hann,
at
signalvirðið er virðiligt.
Navnakapping
Arbeitt hevur verið í eina
tíð við hesari ætlanini, og
einaferð í summar varð
skrivað út ein innanhýsis
navnakapping millum øll
starvsfólkini.
Áhugin fyri hesi kapp
ing var sera stórur, og tað
komu heili 80 uppskot inn.
Treytirnar fyri navninum
var, at heitið skuldi verða
stutt, munnrætt og sigandi.
Síðani varð ein navnanevnd
sett, sum skuldi veja millum
uppskotini. Henda slapp
sjálvandi ikki sjálv at seta
fram uppskot. Síðani gjøgn
umgekk navnanevndin øll
80 uppskotini, og valdi síð
ani hetta út, sigur Eyðfinn
Egholm.
Hetta fór alt fram ano
nymt, so eingin visti, hvat
uppskot hvør hevði sett
fram.
Vit fara nú at prenta okk
ara
nýggja
samleika
á
hjálmar, klæðir, bilar, kranar,
bygningar, stutt sagt á alt,
sum
hevur
við
okkara
fyritøku at gera. Eingin skal
nakrantíð verða í iva um, at
tað er ein persónur frá MEST,
sum kemur á vitjan, ella sum
onkur hevur við at gera, sigur
Eyðfinn Egholm.
Teir fara at halda seg til
bláa litin í búmerkinum
allastaðni, har tað yvirhøvur
er møguligt.
Har, sum bakgrundin er
myrk,
verður
liturin
á
búmerkinum hvítur. Men
annars verður búmerkið
blátt alla staðni, har tað ber
til, sigur Eyðfinn Egholm.
Nýggj virkisumráði
Annars upplýsti stjórin í
MEST, at teir vóru í holt
við at leggja síðstu hond á
eina nýggja beding á Skála,
sum kann taka skip upp til
1500 tons. Til sammetingar
kann minna bedingin í
Havn taka skip upp til 1000
tons, meðan tann størra
kann taka skip heilt upp til
2500 tons. Vanliga taka teir
tó ikki størri skip enn 2000
tons upp.
Hartil hevur MEST á
Skála eina dokk, sum kann
taka 120 metur long skip.
MEST hevur annars nóg
mikið av arbeiði í langa tíð
fram. Ein nýbygningur til
Thor í Hósvík varð latin í
juni, og teir standa á gáttuni
at skriva undir sáttmála um
enn ein nýbygning til Thor.
Annars hava vit fingið
góðar royndir at umbyggja
skip frá vanligari olju til
tungolju, og tað er jú nakað,
sum er ógvuliga aktuelt í
hesum tíðum við dýrum
oljuprísum, sigur Eyðfinn
Egholm.
Tendensurin er, at supply
skipini gerast størri og størri.
Vanliga liggja hesi skip um
7080 metrar, men alt fleiri
velja at byggja skip um 100
til 120 metra longd.
Og har kunnu vit als
ikki vera við. Men vit hava
lagt okkum eftir at fáa
viðlíkahald á teimum 7080
metra longu skipunum, tí
tað vísir seg, at serliga
norsku
skipasmiðjurnar
leggja seg eftir teimum
størru
skipunum,
sigur
Eyðfinn Egholm.
Eisini
hevur
MEST
fingið nakrar fyrispurningar
um fiskiskip, og tað er av
júst somu orsøk, nevniliga
tí at norsku skipasmiðjurnar
heldur leggja seg eftir at
byggja stór skip til olju
vinnuna.
Arbeiði fimm ár fram
Eitt annað virkisøki, sum
MEST ætlar sær at sleppa
inn á, er at hjálpa stóru
ferðamannaskipunum
at
kei. Hetta hava tey í stóran
mun higartil gjørt uttan
hjálp, men MEST ætlar í
samstarvi við Tórshavnar
Havn og tryggingarfyri
tøkurnar hjá skipunum at
bjóða eina munandi tryggari
atløgu av stóru skipunum
fram.
Til hetta endamálið ætlar
MEST at byggja ein nýggjan
sleipibát, fyri síðani at lata
Pressaran flyta inn á Skála,
har hann kann veita tænastur
á Skálafjørðinum.
Annars er MEST í holt
við spennandi verkætlanina,
saman við Fiskirannsóknar
stovuni at menna eitt nýtt
fiskirannsóknarskip.
Og
tað arbeiðið gongur væl.
Vit vóru valdir út í
kapping við aðrar at menna
og byggja hetta skipið, og
arbeiðið gongur sína gongd,
sigur Eyðfinn Egholm.
Og sambært stjóranum á
MEST sær framtíðin ljós út.
Altjóða fíggjarkreppan
rakar bert í lítlan mun
okkum. Og megna vit at
fremja tær ætlanir, sum vit
hava fyri framtíðina, so er
arbeiðið tryggjað í minst
fimm ár fram í tíðina, sigur
Eyðfinn Egholm, stjóri í
MEST.
Skipasmiðjan skift samleika
Tá nýggjur sleipibátur er bygdur, verður Pressarin fluttur inn á Skála, har hann skal veita
tænastur á Skálafjørðinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Eyðfinn Egholm, stjóri, greiddi frá nýggja samleikanum hjáskipasmiðjusamtakinum, sum hereftir ber heitið MEST
Mynd: Jens Kristian Vang
Ike fór við vegnum
Leivdirnar av tropisku ódnini Ike gjørdu nógv um
seg í Eysturgrønlandi og pørtum av Íslandi, tá tær
fóru norður ígjøgnum Grønlandsfjørðin í gjáranátt
ina. Eitt var, at tað djúpa lágtrýstið hevði storm við
sær, men tað óvanliga nógva regnið gjørdi størri
skaða enn vindurin. Á Vestfirðum í Íslandi fóru fleiri
vegir illa av áar og skriðulopum. Eitt nú steðgaði
ein stór skriða allari ferðslu til Patreksfjørðin, og
vegurin á Arnarfirði fór illa, sum myndin vísir.
Húsaprísurin fellur
Danskir húsaeigarar hava ikki tey bestu útlitini, tí
sambært Tjóðbankanum fer húsaprísurin framvegis at
fella tey næstu árini. Bankin sigur í einari nýggjari
fráboðan, at húsaprísurin fer at fella fýra prosent í ár,
2,2 prosent næsta ár og 0,8 prosent í 2010. Samstund
is fara íløgurnar í bústaðir at fella, eftir at tær hava
verið støðugt hækkandi á hvørjum ári síðani í nítiárun
um. Tjóðbankin uggar húsaeigararnar við, at reallønin
fer at veksa, rentan verður á einum sømiligum støði,
og at arbeiðsloysið verður verandi lítið.