hósdagur 18. september 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 179 - 18. september 2008
Við ráðstevnuni
um orðblindi vónar
Lions Club at seta hol
á eitt evni, fólk ikki
rættiliga vilja tosa um
Rástevna
Anna V. Ellingsaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
- Hóast á leið fimm prosent
av øllum føroyingum eru
orðblindir, er orðblindi ikki
nakað, vit tosa um til dag-
ligt. So um ein ráðstevna
um orðblindi bara kann
varpa ljós á trupulleikin,
hava vit uttan iva gjørt nógv-
um føroyingum ein stóran
beina.
Hetta
segði
Rasmus
Magnussen millum annað,
tá hann vegna Lions Club
Tórshavn bjóðaði luttakar-
arnum vælkomin á Ráð-
stevnu um orðblindi á hotel
Føroyum fyrrapartin.
Royna at yvirliva
Í røðuni brúkti Rasmus
Magnussen sína egnu støðu
sum dømi. Hóast hann ikki
var vísur í tí, segði hann seg
hava ein illgruna um, at
hann er orðblindur í ávísan
mun.
- Eg veit bara, at eg helst
skáki mær undan at skriva
og heldur royni at snakka
meg burtur úr tí. Og soleiðis
trúgvi eg, at tey flestu orð-
blindu royna at klára seg
sum frægast hvør í sínum
lagi. Man skal jú yvirliva í
gerandisdegnum, segði Ras-
mus Magnussen.
Síðani hugdi hann út yvir
stóru áhoyrarafjøldina og
spurdi, hvussu nógv høvdu
illgruna um, at tey kanska
vóru orðblind.
Hóast hann lat eina fitta
løtu ganga, hómaðust bert
heilt fáar upprættar hendur
millum teir meir enn 200
áhoyrararnar.
Rasmus
Magnussen fjaldi tó ikki
yvir, at hann væntaði at
síggja munandi fleiri gera
vart við seg, tá hann fór at
seta sama spurning móti
endanum á ráðstevnuni.
Lykilin til lærdóm
Útgangsstøðið á ráðstevn-
uni var, at hóast orðblindi
er ein stórur trupulleiki, er
tað ein trupulleiki, sum tað
ber til at gera nakað við. Tí
setti ráðstevnan í stóran
mun fokus á nýggjar og
betri frálæruhættir innan
orðblindi og tilboð um
endurútbúgving til lærarar.
Hóast fólkaskúlin longu
ger nógv fyri lesiveikar næm-
ingar, ber altíð til at gera
meir, vísti Jóannes Eides-
gaard, løgmaður, millum
annað á í setanarrøðuni. Eitt
nú er alneyðugt, at ung og
vaksin, sum eru orðblind og
ikki hava ognað sær nóg
hollan lesiførleika sum børn,
fáa tilboð um undirvísing,
so at eisini tey kunnu menna
sín førleika, sum kann lætta
um í gerandisdegnum, minti
løgmaður á og legði afturat
- Fyri at tryggja, at vit
koma longur fram á leið á
hesum týdningarmikla øki,
hevur Mentamálaráðið sett
ein arbeiðsbólk at leggja
eina ætlan fyri orðblinda-
undirvísing í Føroyum bæði
við atliti at tilboðum til
næmingar og eftirútbúgving
fyri lærarar og serlærarar.
Eisini er samstarv fingið í
lag við Orðblindstovnin í
Danmark og við Voksen-
skolen í Albertslund.
At fólk helst vilja fjala út
yvir sítt orðblindi, er kanska
ikki so løgi. Tí sum løgmað-
ur vísti á, so er tað, at duga
at lesa, lykilin hjá tí einstaka
at kunna nema sær lærdóm,
sum í flestu førum er for-
treytin fyri bæði persónligari
og fakligari menning í ar-
beiðslívi og luttøku í sam-
felagnum sum heild.
- At lesa er hartil ein sera
týdningarmikil partur av
lívsvirði okkara. Samfelagið
hevur tað sum givna for-
treyt, at vit øll duga at lesa.
Og skulu vit fáa atgongd
til lærdóm, so er lesiførleikin
aftur ein fortreyt, segði
løgmaður at enda, tá hann
setti ráðstevnuna um orð-
blindi.
- Fleiri enn 200 fólk høvdu leitað sær á ráðstevnuna um orðblindi á Hotel Føroyum í morgun
Orðblindi er tabu
- Um hendan ráðstevnan kann seta fokus á orðblindi, trúgvi eg, at vit hava gjørt sera
nógvum føroyingum ein stóran beina, segði Rasmus Magnussen, ein av stigtakararnum til
ráðstevnuna um orðblindi, sum Lions Club Tórshavn stóð fyri
- Í dagsins samfelag eigur
tað at vera ein sjálvsagdur
rættur, at øll fáa møguleikan
at læra at lesa, segði Jóannes
Eidesgaard, løgmaður,
millum annað, tá hann setti
ráðstevnuna um orblindi
Atlantsflog ikki til Stockholm
og Hetlands
Stockholm og Hetland eru ikki í ferðaætlanini hjá Atlantsflogi fyri summarið 2009.
Atlantsflog boðaði í gjár keypsskálunum frá ætlanum sínum næsta summar, sum
eru grundaðar á tað, flogfelagið heldur vera fíggjarliga forsvarligt. Har kemur
millum annað fram, at flúgving millum Stavanger og Stockholm og London og
Hetland er ikki í ferðaætlanini, tí hon kostar felagnum ov nógv. Skal hendan flúgv-
ingin halda fram, er neyðugt at finna fígging til hennara, kunnger Atlantsflog fyri
keypsskálum og partaeigarum. Annars fer Atlantsflog at flúgva til somu pláss næsta
summar sum nú í summar, og Atlantsflog fer eisini næsta summar at flúgva millum
Reykjavík og Narsarsuaq í Grønlandi í samstarvi við Air Iceland, sigur felagið.
Neyvan innflutningsbann
Hóast ES-eftirlitsfólkini høvdu nógvar atfinningar, skulu vit
ikki vænta, at ES, eins og Russland, fer at seta innflutnings-
bann móti fiskavørum úr Føroyum. Hóast ES-eftirlitsfólkini,
sum hava verið í Føroyum, høvdu nógvar atfinningar, so fer
samveldið neyvan at seta innflutningsbann ímóti fiskavørum
úr Føroyum. - ES arbeiðir heilt øðrvísi enn Russland, sigur
stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Bárður Enni, við
útvarpið hjá Kringvarpinum. Stjórin á Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni sigur, at tað kemur fyri, at ES brúkar innflutn-
ingsforboð, men ikki, tá talan er um lond í nærumhvørvinum.
Eftirlitsfólkini hjá ES hava annars longu boðað frá, at tey
koma aftur um tvey ella trý ár.