fríggjadagur 19. september 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 180 - 21. september 2008
17
Dagurin
20. september. Tobias. Til minnis um tann Tobias,
sum apokrýfiska bókin Tobits bók veit at siga frá.
Navnið er hebráiskt og merkir Guð er góður.
21. september. Matteus. Ápostulin og evangelisturin
Matteus. Halgisøgan veit at siga, at tá ið ápostlarnir
skiltust, fór Matteus til Etiopiu og boðaði evangeliið
har. Er helst ein av teimum, sum á kirkjubøstólunum er
avmyndaður við bók í hendi. Kongurin í Etiopiu læt
hann taka av døgum. Bíbilska navnið merkir Guðs
gáva.
22. september. Mauritius, deyður umleið ár 300.
Rómverskur herhøvdingi, sum saman við 6666
hermonnum í liði sínum (tebansku legiónini), ið allir
vóru kristnir, varð tikin av døgum. Navnið merkir
blámaður.
At sita og skriva eina føðingardags
heilsu til mammu sína, er ein torfør
uppgáva, sjálvt fyri ein mann, sum
onki annað heldur seg til, enn júst at
skriva. Tað kennist, sum høvuðsper
sónurin stendur einum alt ov nær til at
frælsi og rúmd gerst í skrivingini og
allíkavæl, so kann eg ikki heilt lata
vera. Haldið mær til góðar.
Mamma fyllir 70, og tað er ein ung
mamma vit eiga sætt í mun til hennara
børn.
Tað eru bara 19 ár millum meg og
mammu og tað eru bara 17 ár millum
mammu og elstu systir mína Sólgerð.
Millum yngra beiggja mín í eldra systk
innaflokkinum Jón Inga og mammu
eru 21 ár og millum yngstu systrina
Lív og mammu eru 23 ár. Tann eldri
systkinnaflokkurin í okkara heimi er
longu nú ein gránaður flokkur, um hár
ið ikki er litað og enn er mamma sum
ein brúður, full av virkisfýsni og slett
ikki mett av døgum.
Vit vóru sjey systkin og nú eru vit
seks. Vit komu í tveimum tíðarskeið
um. Vit eldru seinast í fimtiárunum
og inn um gáttina av sekstiárunum.
Tey yngru seinast í sekstiárinum og
inn í gongina í sjeytiárunum.
Vit eru fýra eldri systkin og so
komu tríggir beiggjar aftur at. Tann
fyrsti varð doyptur Sjúrður. Hann
gjørdist ongantíð meira enn fimm ár.
Ein ógvuliga fittur smádrongur, sum
smádrongir eru, og sum var so óhepp
in ein dag um hesa tíðina í september
1974, at detta á sjógv norður á keiini í
Oyndarfirði og hann druknaði. Vit
eiga hann í minninum frá tí hann brád
liga kom til verðina sum skyggjandi
sólstrála í 1969, og til hann eins brád
liga slóknaði fimm ár seinni. Hann
hevði verið 39 ár nú. Hvussu hevði
hann sæð út í dag og hvat hevði hann
tykist við?. Nei, hetta eru bara tankar,
hann gjørdist ongantíð meira enn
fimm og tað ber mær slett ikki til at
imynda mær hann sum vaksnan. Hann
er og verður lítli smádrongurin í mín
um minni, hvørs flógva reyðgula lívs
glæma slóknaði alt og skjótt. Og sam
bært míni trúgv, sum er full vissa um
tað sum ikki sæst, so livir hann í besta
velgående og er allarheslt tilvitaður
um, at eg siti og skrivi um hann nú, og
hann undrast heilt víst á, at mannabørn
eru so óvitandi, tí skilnaðurin, sætt í
mun til ævinleikan, kann ongantíð ger
ast annað enn eitt splitsekund um sek
und í heilatikið eru galdandi í ævin
leikanum fyri handan. Er tað ikki vit
mannabørn, sum hava uppfunnið
tiðina?
Tey seinnu trý systkinni komu eins
tøtt og vit. Sjúrður í 1969, Fróði í
1971 og lítlibeiggin Sjúrður í 1973.
Og øll hesi børn hevur mamma borið
og verið um og havt ilt við at sleppa,
tá íð tey eru vorðin vaksin.
At fylla sjeyti er ein gleðishending.
Tað merkir, at 70 ár eru komin til
mammu og ikki at 70 ár eru liðin.
Kroppurin er slitin, tí mamma er ein av
teimum, sum var fødd við einum ógvu
liga stórum motori og hon hevur verið
arbeiðssom sum fáar.Viðhvørt havi eg
hildið, at hon hevur havt ovnógva
arbeiðsgleði, og ov stutta tíð at njóta
lívið, sum er komið til hennara. Hesa
áskoðan havi eg broytt við árunum, tí
lívið hevur lært meg, at himmiríkið er
eisini á jørð og har er tað onga aðra
staðni enn inni í okkum sjálvum, har
tað síðani sprettir út til okkara med
menniskju Tað nærmasta tú kemur
hesum, er at vera uppslúktur í tí tú
hevur hug til, tá er ikki pláss fyri lemj
andi fortíð, ei heldur fyri drepandi
óvissu frammi í tíðini, tá er bara pláss
fyri løtuni her og nú og í henni eru
tilstandirnir paradisiskir, hvørki meira
ella minni. Soleiðis hevur mamma havt
tað. Og soleiðis fortaldi meistarin okk
um um paradísið inni í okkum sjálvum
fyri skjótt 2000 árum síðani. Tað var
sætt tá og tað er líka sætt enn.
Eg hyggi mær, meðan eg siti og
skrivi nú úti á Hellunum og mamma
fýkur aftur og fram heimi í Oyndarfirði
og riggar til føðingardagin til. Hon er
pásettilig sum fá og onkra løtu er hon
í øðini, tí Gekkurin hevur loypt ólag á
føðingardagin. Hon fyllir fríggjadagin,
men hon verður noydd at boyggja seg
fyri gramleika mannabarna og milli
ónini sum helst ongin vinnir. Og
skuldi onkur vunnið hana, so er hann
ikki ríkur, um hann ikki er vísur í at
hann hevur nokk. Heldur hon føðing
ardagin fríggjadagin, so verður hon
einsamøll í skúlanum, har ballið skal
verða. Og tað vil hon ikki. Føðingar
dagurin verður hildin leygarkvøldið
og klokkan seks vónar hon at gestirnir
koma.
Okkara familja er onki ørvísi enn
aðrar familjur og familjumynstrini trív
ast í besta velgaaende. Mamma er fyri
nýggjum, og so er hon eisini stokk
konservativ. Hon hevur sett upp á, at
hon vil hava fekst sum viðskera til
nátturan leygardagin. Ikki fekst úr
frystiboks, men eitt lamb sum skuldi
flettast til endamálið. Teir elstu synir
nir fingu uppgávuna. Mánakvøldið var
deadline ella evsta mark, skuldi lambið
náa at verða kókað og skinsað til
komandi leygarkvøld. Klokkan gjørd
ist hálvgum tíggju á kvøldi og hon
hevði onki sæð til teir elstu synirnar og
hon tørnaði inn og sløkti hvørt ljós í
okkara barnaheimið. Eg haldi at ringa
lag var á henni. Her hevur hon gingið
og stríðst alt lívið, og hvat er so tøkkin?
Ikki eitt lamb vilja teir fletta. Tit kenna
foreldur. Morgunin eftir hevði hon ikki
mist vónina allíkavæl um slaktið og
hugdi varisliga út í hjall. Har lá krovið
av einum góðum gimburlambi, kjøtríkt
og við reyðum síðum, ættað úr
Giljagonguni frammi á Heltn sum er
eitt hitt besta smørholið í landinum og
tit kunnu ætlað at lagið var gott, tá íð
vit tosaðu saman týsmorgunin. Meðan
hesar reglur verða skrivaðar, taka
skinsasíðurnar við salti.
Mamma hevur verið einkja seinastu
átta árini, síðan pápi, Leivur Eides
gaard, sløkti sína seinastu sigarett ella
ball tann 19. februar 2000. Og hon
man verða ein tann virknasta einkjan
føroyingar nakrartíð hava átt. Hon
hevur snøgt sagt ikki verið undir taki
síðani. Virkin í føroyskum heimavirki,
handilskvinna innan heimavirki, odda
fiskur innan pensionistafelagsskap og
framvegis mamma og omma. Virkin
urtagarðskvinna og skapandi alla
staðni har hon er. Eg eri fegin um at
eiga eina mammu, sum ikki bara situr
heima og grenjar um egna vanlagnu,
men at hennara innari motorur enn
førir hana víða um. Tað er stuttligari
at eiga eina mammu, sum er móð av
egnum virksemi, enn mødd av at
ganga upp í meg og hvat geri og ser
liga hvat eg ikki geri.
Akkurát nú rindar hon møðina eftir
eitt risastórt listaverk, sum hon hevur
lagt úr hondum og sum liggur á gólv
inum í kirkjuni í Oyndarfirði av for
kirkjugáttini og inn í kór. Tað er eitt
vovið teppið og peningurin til hetta
teppið kemur frá tí seinasta hálva gyll
ininum, sum enn var í okkara familju
úr Tarti í Oyndarfirði. Í Tarti er aðal
urin í Oyndarfirði og blóðið er blátt í
okkara æðrum. Ein oyndfirðingur,
sum ikki kann rokna sína slekt í Tart,
verður ikki rættuliga taldur við. Eg
havi tvær greinar sum ganga beinleiðis
í Tart, mamma eigur bara eina og tað
eru tey í okkara bygd, sum við øvund
hyggja tráandi eftir so fínum ættrótum.
Tá ein eigur ein oldurabba og eina
oldurommu úr Tarti, tá kann mann
ikki klaga. Og tað stuttligasta við hes
um megnar ognarhúsið frá 19 øld er,
at ongin ungur ánar nakað um tað.
Slottið í Tartabønum varð niðurtikið
fyri mína tíð og eftirkomararnir eru
meginparturin av núlivandi oyndfirð
ingunum O)))
Eg eigi eina krútsterka mammu og
eg eri stoltur av henni og góður við
hana. Eg hevði eisini elska hana eins
nógv um hon var veik , um hon ikki
megnaði so nógv og eisini um hon var
minni sjónlig. Eitt tað týdningarmesta
í lívinum hjá øllum mannabørnum er
at ríva seg leysan av foreldrunum og
møta teimum aftur sum vaksin á
jøvnum føti.
Faðirin at gestaltterapiini, berlinarin
og sálarfrøðingurin Frits S Perls 1893
1970 hevur skrivað hesi vøkru orð um
sambandið við foreldrini:
Eg geri tað eg vil, og tú ger tað tú vil
eg eri ikki settur í heimin
fyri at liva upp til tínar vónir
og tú er ikki sett í heimin
fyri at liva upp til mínar.
Tú er tú og eg eri eg,
skuldi tað hent, at vit finna hvønn
annan
er tað vakurt
um ikki, tá er einki at gera við tað
Heilsan Jústinus
Tøkk
Øllum teimum mongu, sum við blómum
og gávum mintust meg, nú eg fylti
níti fimm, takki eg hjartaliga.
Janus Kamban
Bodil Ejdesgaard í
Oyndarfirði fyllir 70 ár
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá elskaða mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Elsa Midjord
av Økrum
andaðist og varð borin til hvíldar.
Takk til starvsfólkið á B7, sum tóku sær so
væl av henni.
Takk til prestarnar fyri góð og troystarrík orð í
kapellinum og í kirkjuni.
Takk til sangarar, berarar, kirkjutænarar, sangkórið í
Sumba og til tykkum øll, sum á ymiskan hátt
hjálptu til við ervinum.
Takk fyri blómur, kransar og gávur til kirkjuna.
Hjartans tøkk til tykkum øll sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jákup, Jan, Finnbogi, Hildibjørg og Peturbjørg
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum teimum,
sum gleddu meg á 70 ára degnum.
Takk fyri blómur, vitjan, fjarrit,
telefonuppringingar frá nær og fjar, og øll
tit, sum vundu Merkið á stong,
takk øll somul.
Serstøk tøkk til kokkarnar, sum gjørdu
mær dagin ógloymandi.
Harrin signi tykkum øll.
Heilsan
Paula Strøm
nøvm